← Løgtingsmál

52-011/2020

Barnavernd

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 14. sep. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
011.20 Svar fra E. M. Gunnleygssottur til B. Justinussen og S. K. Poulsen- barnavernd hagtol og annad.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 14. sep. 2020

Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
110 Tórshavn
14. september 2020
Mál: 20/00763-3
Tygara Skriv:
Viðgjørt: Poula Lervig
Svar uppá fyrispurning eftir tingskipanini § 52 a Nr. 11/2020
Fyrispurningur um barnavernd, settur landsstýrismanninum við almannamálum
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS §52 a)
1. Fær Almannamálaráðið áheitanir og fráboðanir vegna ónøgd við málsviðgerð,
mannagongdir og avgerðir í barnaverndarmálum?
2. Um ja, hvat eru vanligu orsakirnar til hesar áheitanir og fráboðanir, hvussu nógvar hava
tær verið í tali seinastu 5 árini, og hvussu verða tær viðgjørdar í ráðnum?
3. Metir landsstýrismaðurin, at verandi kæruskipan á økinum er nøktandi?
4. Hvussu fremur landsstýrismaðurin sítt eftirlit við ávikavist kommununum og
Barnaverndarstovuni, sambært § 67 í barnaverndarlógini?
5. Hvat heldur landsstýrismaðurin um status á barnaverndarøkinum eftir 15 ár við
barnaverndarlógini?
6. Er tørvur á eini eftirmeting av verandi skipan og lóggávu á barnaverndarøkinum?
Viðmerkingar:
Tað frættist javnan, eisini alment á m.a. sosialum miðlum, um ónøgd og frustratiónir við
málsviðgerð og avgerðir í barnaverndarmálum. Fyrispurningurin er settur fyri at fáa greiðu á,
um talan er um ein trupulleika við verandi skipan og/ella lóggávu og um tørvur er á eini
eftirmeting.
Ein eftirmeting bleiv gjørd í 2011 og eftirfylgjandi fleiri broytingar í 2012. Hóast hesar
broytingar tykist tað at vera stór ónøgd í barnaverndarmálum.
Á Løgtingi, 2. september 2020
Steffan Klein Poulsen og Bill Justinussen

-- 1 of 3 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 2 av 3
Svar:
Til nr. 1
Almannamálaráðið fær við jøvnum millumbilum áheitanir og fráboðanir vegna ónøgd við
málsviðgerð, mannagongdir og avgerðir í barnaverndarmálum
Til nr. 2
Orsakirnar til áheitanir og fráboðanir í barnaverndarmálum snúgva seg um nógv ymisk
viðurskifti, og til ber ikki at siga nakað nærri um, júst hvørjar tær mest vanligu orsøkirnar eru
til hesar áheitanir og fráboðanir.
Seinastu 5 árini hevur Almannamálaráðið skrásett 30 mál um áheitanir og fráboðanir frá
privatpersónum og felagsskapum/myndugleikum um ónøgd við málsviðgerð, mannagongdir
og avgerðir í barnaverndarmálum. Í onkrum málum eru fleiri áheitanir um sama barn ella
mál.
Allar áheitanir og fráboðanir verða skrásettar í journalskipanini sum innkomin mál. Málið
verður viðgjørt á tann hátt, at mett verður um, hvørt myndugleikin, ið málið snýr seg um,
hevur hildið galdandi lóggávu á økinum ella ikki, sí eisini nærri svar til nr. 4.
Til nr. 3
Avgerðir, ið eru tiknar av myndugleikum sambært barnaverndarlógini, tó undantiknar
avgerðir, tiknar av Høvuðsbarnaverndarnevndini, kunnu kærast til kærunevndina í almanna-,
familju- og heilsumálum sambært § 65 í barnaverndarlógini. Avgerðir, tiknar av
Høvuðsbarnaverndarnevndini, kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika,
men kunnu – eins og allar aðrar avgerðir á økinum – leggjast fyri Føroya rætt.
Afturat hesum er møguleiki at klaga avgerðir og viðferð hjá barnaverndartænastum til
Løgtingsins Umboðsmann. Umboðsmaðurin fær regluliga klagur á økinum.
Soleiðis sum skipanin er bygd upp við kæru- og klagumyndugleikum, sum myndugleikarnir
hava skyldu at vegleiða borgararnar um, og eini óheftari Høvuðsbarnaverndarnevnd hevur
landsstýrismaðurin ikki orsøk til at halda, at verandi kæruskipan á økinum ikki er nøktandi.
Til nr. 4
Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur, við heimild í § 67 í barnaverndarlógini, eitt
lógarásett eftirlit á økinum. Sambært § 67, stk. 1 í lógini, so hevur landsstýrismaðurin eftirlit
við, um myndugleikarnir fylgja ásetingunum í barnaverndarlógini og teimum reglum, ið eru
ásettar við heimild í lógini. Talan er um eitt rættargildiseftirlit (legalitetstilsyn). Hetta merkir,
at ráðið fremur eftirlit við, at lóggávan á økinum verður hildin. Henda avmarkingin ber í sær,
at ráðið eitt nú ikki hevur eftirlit við, hvørt ein avgerð er rímilig og/ella skynsom, men einans,
um lóggávan er hildin.

-- 2 of 3 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 3 av 3
Eitt eyðkenni fyri rættargildiseftirlitið er, at myndugleikin kann útinna tað av sínum
eintingum. Hetta merkir, at eftirlitið ikki er treytað av eini áheitan uttanífrá, men kann velja
sjálvt at fara til verka. Orsøkin til, at farið verður til verka, kann kortini vera t.d. ein áheitan
frá borgara ella øðrum myndugleika, ella tí at eftirlitsmyndugleikin á annan hátt gerst varugur
við eitthvørt mál, ið eigur at vera viðgjørt. Áheitan uttanífrá gevur kortini ikki
eftirlitsmyndugleikanum skyldu til at taka málið upp til viðgerðar.
Sum partur av eftirlitsmyndugleikanum hevur Almannamálaráðið áður framt fráboðaðar
eftirlitsvitjanir á barnaverndarøkinum.
Til nr. 5
Barnaverndarøkið hevur, síðani nýggja lóggávan kom í gildi 1. januar 2006, verið í støðugari
menning. Tað hevur tikið tíð at venja eina nýggja fyrisiting, bæði í kommunalu
barnaverndarsamstørvunum og hjá landsmyndugleikum. Fleiri lógarbroytingar eru gjørdar,
síðani lógin kom í gildi, serliga umfatandi var broytingin í 2012 aftaná lógarásettu
eftirmetingina. Síðani er lógin broytt fleiri ferðir, tá tørvur hevur verið á hesum. Lóggávan og
praksis verður tillagað so hvørt, sum mett verður, at hetta er neyðugt.
Landsstýrismaðurin metir, at status á barnaverndarøkinum í dag í allar flestu førum er tann, at
økið livir upp til endamálið, sum er at tryggja øllum børnum, sum liva undir viðurskiftum, ið
kunnu skaða teirra heilsu og menning, neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at tey fáa
hjálp við at fáa ein tryggan uppvøkstur.
Til nr. 6
Landsstýrismaðurin er í regluligum samskifti við allar partar á økinum til tess at virka fyri, at
lóggávan tryggjar, at endamálið við skipanini kann røkkast. Ásannast má, at neyðugt er við
tøttum samstarvi og samskifti millum allar aktørar á økinum, og metir landsstýrismaðurin, at
eitt skipað samstarv hevði bøtt munandi um tey ivamál og ta ónøgd, ið til tíðir eyðkennir
umrøðuna av barnaverndarøkinum. Hvørt hetta skal skipast sum ein eftirmeting ella eitt
skipað samstarv hevur landsstýrismaðurin ikki eina avgjørda meining um í løtuni, men greitt
er, at á einum so týdningarmiklum øki sum barnaverndarøkinum er altíð tørvur á, at økið
verður eftirmett, so ella so.
Tórshavn, 14 september 2020
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
011.20 Spurningur til E. M. Gunnleygssottur fra B. Justinussen og S. K. Poulsen- barnavernd hagtol og annad.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 2. sep. 2020

Sjá útdrigin tekst
Steffan Klein Poulsen Nr. 11/2020
Bill Justinussen
løgtingsmenn
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

-- 1 of 1 --