← Løgtingsmál

52-010/2020

Neyðtøka í revsilógini

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 14. sep. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
010.20 Svar fra B.S. Nielsen til H. Palsdottir - neydtokuparagraffirnar i revsilogini.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 14. sep. 2020

Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 2 --



-- 2 of 2 --
010.20 Spurningur til B.S. Nielsen fra H. Palsdottir - neydtokuparagraffirnar i revsilogini.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 2. sep. 2020

Sjá útdrigin tekst
Hervør Pálsdóttir Nr. 10/2020
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um ásetingarnar um neyðtøku í revsilógini, settur løgmanni, Bárði á Steig
Nielsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Ætlar løgmaður at leggja fyri Løgtingið uppskot um at dagføra ásetingarnar í revsilógini um
neyðtøku, har farið verður frá eini tvingsilsgrundaðari neyðtøkuáseting til eina
samtykkigrundaða neyðtøkuáseting ?
2. Um ja, nær kann væntast, at eitt slíkt uppskot fer til hoyringar ?
3. Um nei, hvør er orsøkin ?
4. Hevur løgmaður ætlanir um at dagføra aðrar partar av revsilógini ?
Viðmerkingar:
Í fimm ár hava Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Amnesty International og Sig frá/
Almannamálaráðið havt upplýsingarherferðir um, at sex krevur samtykki.
Veruleikin er tó tann, at ásetingarnar í revsilógini viðvíkjandi neyðtøku eru grundaðar á harðskap og
tvingsil heldur enn á samtykki. Fleiri lond hava samtykkigrundaðar neyðtøkuásetingar; m.a.
Svøríki, Ísland, Írland, Stóra Bretland, Belgia, umframt at Fólkatingið í næstum fer at fremja hesa
dagføring.
Fyrispurningurin verður settur fyri at fáa greiðu á, um nøkur ætlan er at dagføra hesar ásetingarnar í
revsilógini í Føroyum.
Á Løgtingi 2. september 2020
Hervør Pálsdóttir

-- 1 of 1 --