52-009/2020
Byrginginin um Haraldssund
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. sep. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
009.20 Svar fra J. Niclasen til A. V. Johannesen - byrgingin um Haraldssund.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 4. sep. 2020
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 4. september 2020 J. nr.: 20/00382 Viðgjørt: MM Svar upp á fyrispurning nr. 9/2020 eftir tingskipanini § 52a Fyrispurningur frá Aksel V. Johannesen, løgtingsmanni, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um byrgingina um Haraldssund Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera ábøtur á byrgingina um Haraldssund? 2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at brúka grót frá tunlunum Norður um Fjall til byrgingina um Haraldssund? Svar: Verkætlanin um byrgingina um Haraldssund verður viðgjørd í sambandi við langtíðarløguætlan landsstýrisins. Landsverk hevur lýst verkætlanina í samferðsluætlanini 2018-2030 við myndum, sum kann síggjast her. Har er tilmælt, at hon verður framd í 2027. Politisk støða er ikki tikið til hetta enn. Verkætlanin fyri byrgingina um Haraldssund fevnir um ein veg við tveimum sporum og eina gongu/súkklubreyt. Harafturat verða gøtuljós sett upp, og verjugrótið á norðaru síðu verður hækkað við umleið 1 metri, fyri at verja ímóti sjóroki. Vegurin verður lagdur soleiðis, at hann verður ein natúrligur partur av vegunum báðumegin byrgingina. Vegurin á byrgingini fer at liggja sum ein bogi, ið bindir vegirnar á báðum síðum saman. Verkætlanin verður mett at kosta uml. 32 mió. kr. Landsverk mælir til, at aldu simuleringar verða gjørdar áðrenn fari verður undir verkætlanina fyri at tryggja, at byrgingin er nóg høg. Kanningar vísa, at tað ikki er neyðugt at brúka tunnilsgrót til verandi verkætlan, tí alt tilfarið í verandi byrging verður eyndurnýtt til nýggju byrgingina. Sambært verkætlanini er einans tørvur á heilt stórum dekkgróti, sum er tað uttasta lagið á byrgingini, sum verjur ímóti sjónum. Dekkgrót fæst ikki úr tunnilsgerð, men skal spreingjast úr einum grótbrotið. Vísir tað seg at verða ein fyrimunur at hækka/breiðka byrgingina meira enn fyrst ætlað, kann grót úr tunlunum Norður um Fjall brúkast til hetta. Tinganes, 4. september 2020 Jørgen Niclasen -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
009.20 Spurningur til J. Niclasen fra A. V. Johannesen - byrgingin um Haraldssund.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 24. aug. 2020
Sjá útdrigin tekst
Aksel V. Johannesen Nr. 9/2020 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini §52a Fyrispurningur um byrgingina um Haraldssund, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS §52 a). 1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera ábøtur á byrgingina um Haraldssund? 2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at brúka grót frá tunlunum Norður um Fjall til byrgingina um Haraldssund? Viðmerkingar: Byrgingin um Haraldssund hevur verið eitt afturvendandi evni á politisku dagsskránni seinastu mongu árini, men framvegis mugu vit staðfesta, at henda farleið als ikki er tíðarhóskandi. Nakrar ábøtur eru gjørdar gjøgnum árini, men framvegis er langt á mál. Landsverk mælir í Samferðsluætlanini til, at arbeiðið við at tryggja farleiðina fer í gongd beinanvegin. Sum spyrjarin hevur skilt á Landsverki er ikki í stóran mun neyðugt at brúka tunnilsgrót til verkætlanina, sum ætlanin er at gera, tí ætlanin er at endurnýta alt tilfarið frá verandi byrging til nýggju byrgingina, og sambært Landsverki er einans tørvur á heilt stórum dekkgróti afturat tilfarinum, sum longu er í byrgingini. Tað kann tó vera ein fyrimunur at hækka byrgingina eitt sindur meira enn Landsverk upprunaliga hevði ætlað, og til tað arbeiðið kann tunnilsgrót brúkast. Byrgingin um Haraldssund treingir til at verða dagførd, og nú arbeiðið við tunlunum Norður um Fjall fer í gongd í nærmastu framtíð, hevði verið upplagt at tryggjað sær ein part av grótinum til hetta arbeiðið. Sum er kenna fólk seg ikki trygg at koyra eftir hesi farleið í ringum veðri vegna mikið sjórok, og hvørki gongu- ella súkklubreyt er á leiðini. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 24. august 2020 Aksel V. Johannesen -- 1 of 1 --