52-008/2020
Eldraøki
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. sep. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
008.20 Svar fra E. Gunnleygsdottur til H. Mortensen - Eldraoki.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 1. sep. 2020
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 110 Tórshavn 1. september 2020 Mál: 20/00714-2 Tygara Skriv: Viðgjørt: Barbara Álvsdóttir Thomsen Nr. 8/2020 Fyrispurningur eftir tingskipanini § 52 a Fyrispurningur viðvíkjandi eldraøkinum settur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52 a). 1. Metir landsstýrismaðurin, at umstøðurnar á eldraøkinum eru nøktandi í dag? 2. Metir landsstýrismaðurin, at starvsfólkanormeringin á eldraøkinum er nøktandi í dag? 3. Metir landsstýrismaðurin, at lóggávan, fíggjarviðurskiftini og starvsfólkaviðurskiftini á eldraøkinum eru nøktandi í dag? 4. Nær kunnu vit vænta, at kommunur og land gera eina eftirmeting av eldraøkinum? Viðmerkingar Eldraøkið hevur síðan 1. januar 2015 verið umsitið av kommununum, og landsstýrisfólkið við almannamálum hevur havt eftirlit á økinum vegna Løgtingið. Tá økið varð lagt út til kommunurnar, varð ásett, at lógirnar, sum skipa eldraøkið, skuldu endurskoðast fimm ár seinni. Í ár eru fimm ár liðin, men framvegis er eingin eftirmeting gjørd. Í § 52 a fyrispurningi til landsstýrismannin í juni mánaði, spurdi undirritaði eftir eftirmetingini, og svarið frá landsstýrismanninum var, at innleiðandi fundir høvdu verið, men at arbeiðssetningurin ikki var klárur. Javnan er at síggja og hoyra í miðlunum, at tørvurin á starvsfólkum á eldraøkinum er stórur, og tí elvir tað til stúran um umstøðurnar hjá okkara elstu borgarum. Vit koma skjótt inn í seinasta ársfjórðingin á inniverandi ári, og eftirmetingin kann ikki útsetast nógv meira. Tørvur er m.a. á at fáa staðfest, hvørt afturberingarleisturin er nøktandi, um markamótini millum kommunur og millum land og kommunur eru nóg greið, um kommunalu samstørvini virka eftir ætlan, so tey eldru fáa nøktandi tænastur um alt landið, um normeringin er nóg høg og um starvsfólkaviðurskiftini eru í lagi. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 20. august 2020 Heðin Mortensen -- 1 of 2 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 2 av 2 Uppskot til svar uppá § 52 a fyrispurning frá Heðini Mortensen Sum landsstýriskvinnan áður hevur greitt frá í fyrispurningi svaraður í juni mánað, hava innleiðandi fundir verið millum Kommunufelagið og Almannamálaráðið. Síðani juni hevur tað verið gott samskifti millum partarnir um skipanina av arbeiðinum. Tað er týdningarmikið at fáa lýst vavið av eftirmetingini, hvørjir tættir av útleggingini skulu viðgerast og annað, hetta verður gjørt í samráð við hinir luttakandi partarnir. Tað er týdningarmikið fyri landsstýriskvinnuna, at allir partar kunnu taka undir við arbeiðssetninginum. Áðrenn ein eftirmeting við møguligum tilmælum fyriliggur, er torført hjá landsstýriskvinnuni at hava eina greiða fatan av, um umstøðurnar innan eldraøkið eru nøktandi, bæði tá ið tað kemur til starvsfólkanormeringar, fíggjarviðurskifti og lóggávu. Tað ber illa til at meta um nær ein endalig eftirmeting fyriliggur. Tórshavn 1. september 2020 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur landsstýrismaður -- 2 of 2 --
008.20 Spurningur til E. Gunnleygsdottur fra H. Mortensen - Eldraoki.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 20. aug. 2020
Sjá útdrigin tekst
Nr. 8/2020 Heðin Mortensen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur viðvíkjandi eldraøkinum settur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Metir landsstýrismaðurin, at umstøðurnar á eldraøkinum eru nøktandi í dag? 2. Metir landsstýrismaðurin, at starvsfólkanormeringin á eldraøkinum er nøktandi í dag? 3. Metir landsstýrismaðurin, at lóggávan, fíggjarviðurskiftini og starvsfólkaviðurskiftini á eldraøkinum eru nøktandi í dag? 4. Nær kunnu vit vænta, at kommunur og land gera eina eftirmeting av eldraøkinum? Viðmerkingar Eldraøkið hevur síðan 1. januar 2015 verið umsitið av kommununum, og landsstýrisfólkið við almannamálum hevur havt eftirlit á økinum vegna Løgtingið. Tá økið varð lagt út til kommunurnar, varð ásett, at lógirnar, sum skipa eldraøkið, skuldu endurskoðast fimm ár seinni. Í ár eru fimm ár liðin, men framvegis er eingin eftirmeting gjørd. Í § 52 a fyrispurningi til landsstýrismannin í juni mánaði, spurdi undirritaði eftir eftirmetingini, og svarið frá landsstýrismanninum var, at innleiðandi fundir høvdu verið, men at arbeiðssetningurin ikki var klárur. Javnan er at síggja og hoyra í miðlunum, at tørvurin á starvsfólkum á eldraøkinum er stórur, og tí elvir tað til stúran um umstøðurnar hjá okkara elstu borgarum. Vit koma skjótt inn í seinasta ársfjórðingin í ár, og eftirmetingin kann ikki útsetast nógv meira. Tørvur er m.a. á at fáa staðfest, hvørt afturberingarleisturin er nøktandi, um markamótini millum kommunur og millum land og kommunur eru nóg greið, um kommunalu samstørvini virka eftir ætlan, so tey eldru fáa nøktandi tænastur um alt landið, um normeringin er nóg høg og um starvsfólkaviðurskiftini eru í lagi. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 20. august 2020 Heðin Mortensen -- 1 of 1 --