52-007/2020
Manglandi langtíðar Korona tilbúgvingarætlan fyri Føroyar v.m.
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. aug. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
007.20 Svar fra B.S. Nielsen til K. Hafoss -Korona tilbugvingaraetlan fyri Foroyar v.m.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 24. aug. 2020
Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 3 -- -- 2 of 3 -- -- 3 of 3 --
007.20 Spurningur til B.S. Nielsen fra K. Hafoss -Korona tilbugvingaraetlan fyri Foroyar v.m.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 14. aug. 2020
Sjá útdrigin tekst
Kristina Háfoss Nr. 7/2020 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir tingskipanini §52 a Fyrispurningur um Korona tilbúgvingarætlan fyri Føroyar v.m., settur løgmanni, Bárði á Steig Nielsen (at svara skrivliga eftir TS §52a). 1. Hví er ongin langtíðar Korona tilbúgvingarætlan gjørd og sett í verk? 2. Heldur løgmaður tað vera rætt at gera eina langtíðar Korona tilbúgvingarætlan, t.d. við 5 tilbúgvingarstigum í mun til, hvussu nógv smitta er í landinum? 3. Hví hevur landsstýrið ikki valt at uppraðfesta Heilsufrøðiligu Starvsstovuna við starvsfólki og útgerð samsvarandi økta tørvinum, tá landamørkini lótu upp í juni, og økta kanningartørvinum nú í august? 4. Hví bað landsstýrið ikki Løgtingið um heimild til at taka gjøld fyri Covid-19 kanningar frá ferðafólki í juni mánaða, tá Løgtingið var saman, og tað varð greitt, at heimildin manglaði? 5. Hví valdi landsstýrið ikki at kanna ferðafólk 2 ferðir, eftir at landamørkini lótu upp? 6. Ætlar landsstýrið at biðja um lógarheimild fyri at krevja, at ferðafólk verða kannað 2 ferðir? 7. Hví velur landsstýrið ikki at taka ábyrgd av landamørkum Føroya við at seta egin krøv til, hvussu nógva smittu lond kunnu hava, fyri at ferðafólk kunnu koma til Føroyar? Viðmerkingar Síðan koronavirusið kom til Føroyar, hava vit sum land og fólk verið í eini tilbúgvingarstøðu. Onkuntíð meira og aðrar tíðir minni. Higartil hevur verið fráboðað frá degi til dags á tíðindafundum, hvør tilbúgvingarætlanin er komandi dagarnar. Enn er ongantíð alment fráboðað, hvør langtíðar tilbúgvingarætlan fyriliggur, ella um nøkur langtíðar tilbúgvingarætlan yvirhøvur er gjørd. Hetta skapar ikki neyðuga tryggleikan, og ger eisini, at vit ikki gera neyðugu íløgurnar í rættari og góðari tíð. Við eini tilbúgvingarætlan við t.d. 5 tilbúgvingarstigum, ið hækka og innihalda ítøkilig og herd krøv til ymiskar partar í samfelagnum, alt eftir, hvussu nógv smitta er í landinum, høvdu fólk vitað, hvussu tey skulu fyrihalda seg, og hvat væntast kann. Eitt nú innan heilsuverk, skúlar, ellis- og røktarheim, bústovnar, dagstovnar og fyri arbeiðsgevarar og løntakarar. Við eini tilbúgvingarætlan hevði eisini borið til at gjørt íløgur í heilsuverk, starvsfólk og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna v.m. alt eftir, hvør tilbúgvingarætlanin er. -- 1 of 2 -- Eisini eru fleiri onnur ivamál. Landsstýrið hevur valt ikki at biðja Løgtingið um heimild at taka gjøld frá ferðafólkum fyri Covid-19 kanningar, hóast tey vóru vitandi um, at heimildin manglaði. Heldur ikki er Heilsufrøðiliga Starvsstovan uppraðfest samsvarandi økta tørvinum á kanningum. Ymisk sjónarmið hava eisini verið frammi um, hví landsstýrið valdi ikki at kanna ferðafólk 2 ferðir frá byrjan. Hartil hevur landsstýrið frávalt at taka egnar avgerðir um, hvørji lond latið verður upp fyri, eitt nú í mun til, hvussu stór Covid-19 smittan í londunum er. Fyri at fáa lýst hesi mál verða hesir spurningar settir løgmanni. Á Løgtingi 13. august 2020 Kristina Háfoss -- 2 of 2 --