← Løgtingsmál

52-006/2020

Flyting av fyrisitingini hjá Vága- og Norðoyatunlinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 24. aug. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
006.20 svar fra J.Niclasen til A.V.Johannesen.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 25. aug. 2020

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 24. august 2020
J. nr.: 20/00372
Viðgjørt: MM
Svar upp á fyrispurning nr. 6/2020 eftir tingskipanini § 52a
Fyrispurningur frá Aksel V. Johannesen, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen,
landsstýrismanni í fíggjarmálum, um at flyta fyrisitingina í Vága- og Norðoyatunlinum
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu gongur við ætlanunum at flyta fyrisitingina hjá Vága- og Norðoyatunlinum úr
Havn til Runavíkarøkið?
2. Nær væntar landsstýrismaðurin, at feløgini hava flutt fyrisitingina inn til Runavíkarøkið?
Svar:
Tann 27. juni 2019 undirskrivaðu feløgini P/F Vágatunnilin, P/F Norðoyatunnilin og P/F Tunnil
sáttmála við Sp/f Høgabólshúsið um leigu av fyrstu hædd á Heiðavegnum 57, Saltangará.
Feløgini halda í dag til á Hoyvíksvegnum 65 í Tórshavn.
Í løtuni verða hølini á Heiðavegnum 57 í Saltangará umvæld, soleiðis at hølini verða innrættaði
og klár til tunnilsfeløgini at flyta inn í.
Umvælingin av hølinum er seinka nakað millum annað vegna COVID-19. Eingin útreiðsla til
leigu verður at rinda áðrenn hølini eru klár at taka í nýtslu.
P/F Tunnil upplýsir, at leigumálið tekur við tá hølini eru klár at taka í nýtslu, sum í núverandi
støðu væntandi verður 1. desember 2020.
Tinganes, 24. august 2020
Jørgen Niclasen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
006.20 Spurningur til J. Niclasen fra a. Johannesen - Fyrisitingin av tunlunum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 12. aug. 2020

Sjá útdrigin tekst
Nr. 6/2020
Aksel V. Johannesen
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir tingskipanini §52 a
Fyrispurningur um at flyta fyrisitingina hjá Vága- og Norðoyatunlinum settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS §52a).
1. Hvussu gongur við ætlanunum at flyta fyrisitingina hjá Vága- og Norðoyatunlinum úr Havn
til Runavíkarøkið?
2. Nær væntar landsstýrismaðurin, at feløgini hava flutt fyrisitingina inn til Runavíkarøkið?
Viðmerkingar
Táverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, Henrik Old, avráddi við leiðsluna í
tunnilsfelagnum, at fyrisitingin hjá Vága- og Norðoyatunlinum skuldi flyta úr Tórshavn inn í
Runavíkarøkið frá 1. januar 2019. Hesum boðaði spyrjarin frá í ólavsøkurøðu síni í 2018.
Tíverri kunnu vit staðfesta, at flytingin hevur drigið út. Seinast spyrjarin visti, og tað var undan
løgtingsvalinum 2019, varð leiguavtalu gjørd um hølir í Runavíkarøkinum. Men ávísar umvælingar
skuldu gerast áðrenn flytast kundi inn. Tá einki hevur verið at frætt um málið í meira enn eitt ár, er
áhugavert at fáa at vita, um gongd er í málinum, og nær væntast kann, at fyrisitingin verður flutt. Tí
verður hesin fyrispurningur settur.
Á løgtingi 12. august 2020
Aksel V. Johannesen

-- 1 of 1 --