← Løgtingsmál

52-005/2020

Koronakanningarstøð

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. aug. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
005.20 Svar fra K. L. H. Johannesen til J. Joensen - Koronakanningar.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 21. aug. 2020

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 20. august 2020
HMR J. nr. 20/00694-7
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
fyrispurning nr. 5/2020 eftir § 52a í tingskipanini viðvíkjandi koronakanningarstøðum frá
Jóhannis Joensen, løgtingsmanni
Spurningurin var soljóðandi:
1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um framyvir at lata upp fleiri ókeypis kanningarstøðir
kring landið?
2. Heldur landsstýrismaðurin tað vera rætt, at føroyingar rinda fyri kanningarnar hjá
útlendingum? Og ætlar landsstýrismaðurin at broyta hetta?
Svar:
Til spurning 1
Seinastu dagarnar hevur Sjúkrahúsverkið skipað fýra sonevndar støkk-inn kanningarstøðir í
ávikavist, Trongisvági, Klaksvík, Tórshavn og í Runavík. Kanningarskipanin er smidlig og
atkomulig, og øll fáa bjóðað ókeypis kanningar uttan ávísing.
Týsdagin í síðstu viku var eitt ferðalið við kanningarfólki úti á útoyggjunum Fugloy, Svínoy,
Kalsoy, Hesti, Mykinesi, Skúvoy og Stóru Dímun at kanna fólk fyri koronu. Tað er ikki óhugsandi,
at hetta ferðaliðið kann gera slíkan túr aftur seinni, um tørvur er á tí.
Starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum hava eisini tikið stig til at veita nólsoyingum tilboð um ókeypis
kanningar. Harumframt er avbjóðingin á Sandi loyst soleiðis, at kommunulæknarnir síðan mars
hava skipað tað soleiðis, at fólk, sum hava havt tørv á at verða kannað fyri koronu, hava fingið tíð
til kanning hjá kommunulæknanum. Sjálv potingin hevur tó ikki verið framd inni á
læknamiðstøðini, men uttanfyri meðan fólk hava sitið í bili. Soleiðis verður enn gjørt á Sandi.
Spurningurin um fleiri kanningarstøðir hevur verið umrøddur við leiðsluna í sjúkrahúsverkinum.
Niðurstøðan er, at vit við hesum kanningartilboðum røkka væl út til allar borgarar, sum ynskja at
lata seg kanna fyri koronu.
Allarflestu borgarar kunnu nú koma til eina kanningarstøð innan 40-45 minuttir, sum má metast at
vera ein nøktandi tænasta.

-- 1 of 2 --

Tað er eingin loyna, at bíðitíðin fyrstu tíðina hevur verið órímiliga long, og hetta hevur verið ein
avbjóðing fyri øll, sum hava latið seg kannað, uttan mun til hvar í landinum tey búgva. Tað hevur
verið væntandi, at stóra trýstið fór at hæsa av, og longu nú eru bíðirøðirnar og bíðitíðirnar munandi
styttar.
Landsstýrismaðurin metir tí ikki, at tað í verandi støðu er tørvur á at skipa fleiri nýggjar
kanningarstøðir kring landið.
Til spurning 2
Landsstýrismaðurin metir, at tað er rímiligt at taka gjøld frá ferðafólki til koronakanningarnar.
Landsstýrið hevur í fleiri umførum umrøtt spurningin um at taka gjald frá ferðafólki til hesar
kanningar.
Sambært § 28 í epidemilógini rindar landsstýrið allar útreiðslur eftir lógini. Heimild er sostatt ikki í
galdandi føroysku epidemilóg til at taka gjøld frá ferðafólki fyri koronakanningar. Samstundis
hevur málsviðgerðin víst, at tað ikki er møguligt at broyta hesa áseting í epidemilógini.
Landsstýrið kannar tí, um heimild kann fáast innan onnur málsøki, sum landsstýrismaðurin í
heilsumálum ikki umsitur. Hetta arbeiðið er enn ikki komið á mál.
Heilsumálaráðið, 21. august 2020
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
005.20 Spurningur til K. L. H. Johannesen fra J. Joensen - Koronakanningar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 11. aug. 2020

Sjá útdrigin tekst
Nr. 5/2020
Jóhannis Joensen
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir tingskipanini §52 a
Fyrispurningur viðvíkjandi koronakanningarstøðum, settur landsstýrismanninum við
heilsumálum Kaj Leo Holm Johannesen (at svara skrivliga eftir TS §52 a).
1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um framyvir at lata upp fleiri ókeypis
kanningarstøðir kring landið?
2. Heldur landsstýrimaðurin tað vera rætt, at føroyingar rinda fyri kanningarnar hjá
útlendingum? Og ætlar landsstýrismaðurin at broyta hetta?
Viðmerkingar
Røddir hava verið frammi um, at fleiri ókeypis kanningarstøðir áttu at verið í Føroyum m.a. í
Vágum og á Sandoynni. Hetta fyri at lætta um atkomuna hjá íbúgvum kring landið og
samstundis lætta trýstið og bíðitíðirnar í Tórshavn.
Ein privat kanningarstøð er á flogvøllinum, og har er kostnaðurin kr. 390 fyri hvørja kanning.
Skalt tú hava ókeypis kanning, skalt tú til Havnar. Sandoyingar skulu tvørtur um
Skopunarfjørð.
Harafturat er vert at nevna, at føroyingar skulu gjalda fyri koronakanningar hjá útlendskum
ferðafólki, og kostar hetta 2-3 mió. kr. um vikuna úr landskassanum. Samstundis skulu
føroyingar rinda kostnaðin fyri at lata seg kanna hjá somu fyritøku. Tað kann undra.
Koronafarsóttin verður væntandi verandi eina tíð afturat, og tí verður helst neyðugt at kanna
seg javnan. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á løgtingi 11. august 2020
Jóhannis Joensen

-- 1 of 1 --