← Løgtingsmál

52-004/2020

Karlstad-skipanin á Sernámi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. aug. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
004.20 Svar fra J. av Rana til D. Joensen - Karlstad.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 20. aug. 2020

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
100 Tórshavn
Dagfesting: 19. august 2020
Tygara ref.:
Máltal.: 19/00017-70
Svar
upp á
fyrispurning nr. 4/2020 frá Djóna Nolsøe Joensen, løgtingsmanni, um Karlstad-skipanina
á Sernámi, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, Jenisi av Rana (at
svara skrivliga eftir TS §52a).
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Heldur landsstýrismaðurin, at Karlstad-skipanin í nóg stóran mun verður raðfest á
Sernámi?
2. Heldur landsstýrismaðurin tað vera í lagi, at tað er ójavnt, í hvønn mun fólk fáa tilboðið,
alt eftir hvar í landinum tey búgva?
3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera nakað meira ítøkiligt við málið?
4. Hvørjar eru framtíðarætlanirnar við Karlstad-skipanini?
5. Hevur landsstýrismaðurin eitt nú ætlanir um at útbúgva fleiri ráðgevar á økinum?
Svar
Svar til 1: Fyrst er at siga, at ongar ætlanir hava verið um, sum spyrjarin førðir fram, at
niðurraðfesta Karlstad-skipanina- tvørtur ímóti. Karlstad-tænastan er uppraðfest síðani 2019,
játtanin til økið er økt, og starvsfólk á Sernámi er farið undir eftirútbúgving innan Karlstad-
modellið. Mett verður, at Karlstad-tænastan í dag er í einari tryggari legu, enn hon hevur verið.
Sostatt verður mett, at Karlstad-tænastan verður raðfest á Sernámi.
Svar til 2: Sambært upplýsingum frá Sernámi eru 10 virkandi Karlstad netverk runt um í
landinum, og málið er, at tænastan verður veitt eins, uttan mun til, hvar í landinum ein býr.
Svar til 3: Sum upplýst á løgtingsfundi 3. august kallaði landsstýrismaðurin beinanvegin
áhugabólkar, sum gjørdi vart við, at trupulleikar vóru á hesum tíðandi øki, og øðrum viðkomandi
pørtum til fundar fyri at greina málið nærri og loysa møguligar trupulleikar.
Fyrsti fundurin varð 8. juli, har landsstýrismaðurin og aðalstjórin møttu umboðum fyri Sernám,
Javna, Autismufelagnum og foreldrabólkin fyri børnum við Down syndrom. Fundurin var
upplýsandi og gevandi og avtalað varð, hvussu farast skal fram, til nýggjur fundur verður.
Á hesum komandi fundi er ætlanin, at eisini onnur, ið varða av økinum, og sum hava biðið um at
kunna verða við, taka lut.

-- 1 of 2 --

U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Svar til 4: Aftaná ófrið á økinum í 2018/ 2019 tók Uttanríkis- og mentamálaráðið avgerð um, at
Sernám skal veita tænastu innan Karlstad-skipanina til alt landið. Uttanríkis- og mentamálaráðið
játtaði fígging til útbúgving av fleiri starvsfólkum og ætlanin er, at skipanin verður ment, sum
tørvurin er.
Svar til 5: Sum landsstýrismaður við ábyrgd av skúlaverkinum og harvið eisini serøkinum, fari
eg at virka fyri, at øll børn í Føroyum fáa ta hjálp teimum tørvar. Sernám hevur starvsfólk undir
útbúgving innan økið, og málið er at kunna útbúgva fleiri.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
004.20. Spurningur til J. av Rana fra D. Joensen - Karlstad.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 11. aug. 2020

Sjá útdrigin tekst
Nr. 4/2020
Djóni Nolsøe Joensen
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir tingskipanini §52a
Fyrispurningur um Karlstad-skipanina á Sernámi, settur landsstýrismanninum í
uttanríkis- og mentamálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS §52a).
1. Heldur landsstýrismaðurin, at Karlstad-skipanin í nóg stóran mun verður raðfest á
Sernámi?
2. Heldur landsstýrismaðurin tað vera í lagi, at tað er ójavnt, í hvønn mun fólk fáa
tilboðið, alt eftir hvar í landinum tey búgva?
3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera nakað meira ítøkiligt við málið?
4. Hvørjar eru framtíðarætlanirnar við Karlstad-skipanini?
5. Hevur landsstýrismaðurin eitt nú ætlanir um at útbúgva fleiri ráðgevar á økinum?
Viðmerkingar:
Vit frættu áðrenn summarfrítíðina um nøkur foreldur, sum vóru sera kedd um, at ein
vælvirkandi tænasta til børn teirra á Sernámi skuldi niðurraðfestast.1 Talan er um sonevndu
Karlstad-skipanina, ið er eitt amboð, sum stuðlar undir menningina av mál-, talu- og
samskiftishættum hjá børnum og vaksnum. Avleiðingarnar vóru sambært foreldrunum, at tað
í dag eru fleiri børn, sum onga hjálp fáa eftir Karlstad-skipanini, og at tey fáu, sum fáa hjálp,
fáa ov fáar tímar.
At kunna samskifta verður ofta sætt sum ein tann mest grundleggjandi førleikin, vit sum
menniskju hava, og hevur hann tí stóra ávirkan á lívsvirðið hjá tí einstaka. Tí verður hesin
fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 11. august 2020
Djóni Nolsøe Joensen
1 Kringvarp Føroya, 2020, Hjálpin frá Sernámi er sera vánalig. Leinki:
http://kvf.fo/netvarp/sv/2020/06/29/20200629hjalpinfrasernamierseravanalig

-- 1 of 1 --