← Løgtingsmál

52-003/2020

Føroya Tele

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 21. aug. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
003.20 Spurningur til J. Niclasen fra J. Joensen - Foroya Tele.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 10. aug. 2020

Sjá útdrigin tekst
Nr. 3/2020
Henrik Old
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur viðvíkjandi Føroya Tele, settur landsstýrismanninum við
fíggjarmálum Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS §52 a).
1. Hvussu stórt vinningsbýti hevur landskassin fingið úr Føroya Tele samanlagt
síðan 2010?
Viðmerkingar:
Samgongan hevur gjørt greitt, at tað liggur frammarliga í ætlanunum at einskilja
almenn partafeløg. Í hesum sambandi hevur talan m.a. verið um almenna partafelagið
Føroya Tele. Um støða skal takast til, um tað er skilagott at einskilja felagið, er
neyðugt við upplýsingum um, hvussu stórt vinningsbýtið úr felagnum hevur verið
seinastu árini. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 10. august 2020
Henrik Old

-- 1 of 1 --
003.20 Svar fra J. Niclasen til J. Joensen - Foroya Tele.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 21. aug. 2020

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann 20. august 2020
J. nr.: 20/00368
Viðgjørt: EC
Svar upp á fyrispurning nr. 3/2020 eftir tingskipanini § 52a
Fyrispurningur frá Henrik Old, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í
fíggjarmálum, um Føroya Tele
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu stórt vinningsbýti hevur landskassin fingið úr Føroya Tele samanlagt síðan 2010?
Svar:
Vinningsbýtið verður vanliga latið eigarunum, eftir at roknskapurin fyri undanfarna roknskaparár er
góðkendur á aðalfundi. Fyri árini 2010-2020 hevur Føroya Tele latið landskassanum hesi vinningbýti:
Bókað í lands-
roknskapinum
Roknskaparár
hjá felagnum
Upphædd í
tús.kr.
2010 2009 6.000
2011 2010 6.000
2012 2011 9.000
2013 2012 30.000
2014 2013 30.000
2015 2014 32.000
2016 2015 25.000
2017 2016 20.000
2018 2017 20.000
2019 2018 35.000
2020 2019 34.000
Tinganes, 20. august 2020
Jørgen Niclasen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --