52-002/2020
Ferðsluviðurskiftir
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 21. aug. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
002.20 Spurningur til J. Niclasen fra J. Joensen - ferdsluvidurskifti.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 10. aug. 2020
Sjá útdrigin tekst
Jóhannis Joensen Nr. 2/2020 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir tingskipanini §52 a Fyrispurningur um ferðsluviðuskiftir, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS §52 a). 1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið viðvíkjandi farleiðini til flogvøllin? 2. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið á vegastrekkinum við Leynatunnilin hvat viðvíkur trygd fram við landsvegi? 3. Hvørjar ætlanir eru í samband við trygd og ferðslu í Vágum? Her verður hugsað um rundkoyringar o.a. 4. Er samstarv við kommunurnar í Vágum um at tálma ferðsluni og virka fyri tryggum ferðsluviðurskiftum á vegastrekkinum til og frá flogvøllinum? 5. Hvør er ætlanin við landsvegnum í Sørvági og út til Bø og Gásadals hvat viðvíkur trygd og ferðslu? Viðmerkingar Kommunurnar hava ábyrgdina av kommunalum vegi í bygdum øki. Í Vágum gongur landsvegur av Fútakletti til Gásadals, tó við kommunalum veganeti í einum parti av Miðvági og Sørvági. Ferðslan økist alsamt, serliga til flogvøllin, tó at koronafarsóttin náttúrliga hevur minkað um ferðsluna vegna tað, at nógv minni av flúgving er júst nú. Vágar og Mykines eru sera náttúruvakrar oyggjar, og tí er eisini nógvur vøkstur av útlendskum ferðafólki, sum vilja síggja ferðamál í Vágum. Hesi vitja serliga Trøllkonufingur, Trælanípu, Bø, Múlafoss í Gásadali, Mykines og Tindhólm. Ofta eru tað stórir bussar við vitjandi, og tað krevur góðan logistik. Hetta er einamest ein lokal kommunal uppgáva, men har veganetið er alment, má landið eisini vera við. Tí er tað avgerandi, at landið og kommunurnar hava felags átøk at tálma ferðsluni og tryggja tryggar ferðslukarmar fyri ferðandi og serliga tey, sum búgva í Vágum. Nevnast kann til dømis, at á vegastrekkjunum við Leynatunnilin er einki hegn fram við vegnum, og tað hevur við sær, at seyður ofta loypur út á vegin. Eisini skal viðmerkjast, at skúlabyggingin á -- 1 of 2 -- Giljanesi, sum skjøtil er settur á, er neyvt tengd at eini rundkoyring, sum Landsverk hevur lovað at gera. Tørvur er á at fáa nærri at vita, hvørjar ætlanir eru á hesum økjunum. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 7. august 2020 Jóhannis Joensen -- 2 of 2 --
002.20 Svar fra J. Niclasen til J. Joensen - ferdsluvidurskifti.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 21. aug. 2020
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 20. august 2020 J. nr.: 20/00363 Viðgjørt: MM Svar upp á fyrispurning nr. 2/2020 eftir tingskipanini § 52a Fyrispurningur frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýris- manni í fíggjarmálum, um ferðsluviðurskiftir í Vágum Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið viðvíkjandi farleiðini til flogvøllin? 2. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið á vegastrekkinum við Leynatunnilin hvat viðvíkur trygd fram við landsvegi? 3. Hvørjar ætlanir eru í samband við trygd og ferðslu í Vágum? Her verður hugsað um rundkoyringar o.a. 4. Er samstarv við kommunurnar í Vágum um at tálma ferðsluni og virka fyri tryggum ferðsluviðurskiftum á vegastrekkinum til og frá flogvøllinum? 5. Hvør er ætlanin við landsvegnum í Sørvági og út til Bø og Gásadals hvat viðvíkur trygd og ferðslu? Svar: Spurningur 1: Strandfaraskip Landsins upplýsir, at í samband við nýggja 7 ára sáttmálan hjá Bygdaleiðum og at Eysturoyartunnilin verður liðugur, hevur verið umhugsað at umskipa ferðaætlanina, bussar og bussførarar, herundir økja um tænastuna á leiðunum 300 og 400 og møguliga skapa eina snarleið til flogvøllin. Harumframt verða ymisk rakstrarmennandi átøk sum nýggj bíleggingarskipan og prísskipan roynt komandi ár. Spurningur 2: Landsverk upplýsir, at í løtuni eru ikki ávísar ætlanir viðvíkjandi vegastrekkinum við Leynatunnilin. -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 Spurningur 3: Ferðslan á landsvegnum við Sørvágsvatn er økt frá 2010 til 2019 við uml. 40% ella uml. 3.200 bilar um samdøgri, men í ár er hon minkað til uml. 2.300 bilar um samdøgri orsakað av COVID- 19, sum millum annað hevur viðført minni ferðslu til flogvøllin. Í Samferðsluætlanini fyri 2018 – 2030 er greitt frá nøkrum batum á landsvegunum í Vágum, og umhugsað hevur verið at gera eina rundkoyring við Giljanes. Í løtuni eru tó ikki ávísar ætlanir hesum viðvíkjandi. Spurningur 4: Seinastu 10 árini hava verið gjørd fleiri ferðslutrygdarátøk í Sandavági, Miðvági og Sørvági. Síðsta verkætlanin var at bøta um skúlavegin millum Sandavág og Nesveg við Giljanes. Hetta er gjørt í samráð við kommunurnar. Spurningur 5: Landsverk upplýsir, at í løtuni eru ikki ávísar ætlanir viðvíkjandi hesum teininum. Tinganes, 20. august 2020 Jørgen Niclasen landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --