52-001/2020
Kringvarpsgjald
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 21. aug. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
001.20. Svar fra J. av Rana til B. Johannesen - Kringvarpsgjald.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 20. aug. 2020
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 100 Tórshavn Dagfesting: 19. august 2020 Tygara ref.: Máltal.: 19/00017-69 Svar upp á fyrispurning nr. 1/2020 um kringvarpsgjald til landsstýrismannin í uttanríkis- og mentamálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52a) frá Beini Johannesen, løgtingsmanni. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu nógvir landsstovnar, sjálvsognarstovnar, interkommunalir felagsskapir, kommunalir stovnar og vinnufeløg rindaðu kringvarpsgjald fyri 2019? 2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um broytingar í gjaldinum hjá hesum? Svar Svar til spurning 1: Eg havi spurt meg fyri hjá TAKS, sum í 2019 sendi rokningar fyri kringvarpsgjald til: • 158 almennar stovnar • 100 kommunur og kommunalar stovnar • 1.351 vinnufeløg Landsstovnar og sjálvsognarstovnar eru undir almennum stovnum. Onkur sjálvsognarstovnur rekur barnagarð, hesir eru undir kommununum. Interkommunalir felagsskapir sum SEV og IRF eru undir landsstovnum, meðan onnur interkommunal samstørv so sum samstørv um eldraøkið v.m. eru undir kommununum. Svar til spurning 2: Samgongan fer at endurskoða kringvarpslógina í hesi tingsetu, herundir kringvarpsgjøldini. Ætlanin er m.a., at gjaldið hjá smærru vinnufyritøkum verður lækkað. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 1 of 1 --
001.19. Spurningur til J. av Rana fra B. Johannesen - Kringvarpsgjald.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 4. mar. 2021
Sjá útdrigin tekst
Beinir Johannesen nr. 1/2020 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um kringvarpsgjald, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvussu nógvir landsstovnar, sjálvsognarstovnar, interkommunalir felagsskapir, kommunalir stovnar og vinnufeløg rindaðu kringvarpsgjald fyri 2019? 2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um broytingar í gjaldinum hjá hesum? Viðmerkingar: Í 2015 vórðu broytingar gjørdar í kringvarpslógini, og skuldu allir teir omanfyrinevndu stovnar og feløg nú gjalda kringvarpsgjald. Fyrispurningurin er settur fyri at fáa greiðu á, hvussu nógvir teir eru í tali, ið gjalda kringvarpsgjald, og um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um broytingar viðvíkjandi tí. Á Løgtingi, 7. august 2020 Beinir Johannesen -- 1 of 1 --