← Løgtingsmál

52-120/2019

Virði av kvotum latin til reiðarí í nýggju sjófeingislógini

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. jul. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
120.19 Svar fra J. Vestergaard til H. Hoydal - vird av kvotum latin til reidari i nyggju sjofeingislogini.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 3. jul. 2020

Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • F a x ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 5 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Postboks 208
110 Tórshavn
Stjórnarskrivstovan
3. juli 2020
Mál: 20/00298-3
(at tilskila í svari)
Svar til § 52a fyrispurning nr. 120/2019 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni
Fyrispurningur um virði av kvotum latin til reiðarí í nýggju sjófeingislógini, settur
landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard (at svara skrivliga eftir
TS § 52a)
1. Hvussu stórt er metta árliga avreiðingarvirðið (bygt á miðal avreiðingarvirði 2015-
2019) av teimum 20.000 tonsunum av norðhavssild, sum tey fýra størstu reiðaríini
fingu sum eginkvotu afturat við broytingini í sjófeingislógini 1. januar 2020?
2. Hvussu stórt er metta árliga avreiðingarvirði av teimum tonsum av norðhavssild, sum
tey reiðarí, ið keyptu 3 og 8 ára rættindi í 2018 og 2019, fáa afturat við lógarbroytingini,
ið er skotin upp í tingmáli 142/2019?
3. Hvør er sakliga og fyrisitingarliga grundgevingin fyri, at landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum hevur skotið upp hesar báðar lógarbroytingar?
4. Hvussu nógv hevði uppboðssølan givið landskassanum av ávikavist uppsjóvarfiski og
botnfiski í Barentshavinum í 2020, um lógin ikki varð broytt, og um miðalprísurin varð
tann sami sum í 2019?
5. Hvussu nógva kvotu í tonsum hava tey einstøku reiðaríini av botnfiski í
Barentshavinum við nýggju lógini í 2020 – og hvussu stórt er avreiðingarvirðið við
miðalprísum frá 2015-2019.
6. Hvussu stóra kvotu í tonsum og virði høvdu hesi somu reiðarí í Barentshavinum í
2005?
7. Hvussu stóra kvotu av botnfiski í Barentshavinum hava tey skip, ið hava mest í
ávikavist Noregi og Russlandi í 2020?
8. Hvussu nógva kvotu hava tey fýra størstu reiðaríini av makreli, norðhavssild og
svartkjafti (harundir feløg, ið tey eiga part av) í 2020, og hvat er avreiðingarvirðið av
hesum við miðalprísum frá 2015-2019).
9. Hvussu stóra kvotu av somu fiskasløgum høvdu hesi fýra størstu reiðaríini í 2009?
10. Hvussu stóra kvotu hava tey størstu reiðaríini árliga í ávikavist Noregi og Íslandi av
somu fiskasløgum í 2020?

-- 1 of 7 --

FISKIMÁLARÁÐIÐ
2/7
11. Hvussu nógv avreiðingarvirði hevur útróðrarflotin (bólkur 4 a og b og bólkur 5 a og b)
fingið av uppsjóvarfiski frá 2009-2019?
Svar:
Til spurning 1
Miðal avreiðingarprísurin fyri árini 2015-2019 er roknaður við støði í upplýsingum, sum
liggja á www.vorn.fo. Tilskilað er ikki, hvørt avreiðingarnar eru frá virkaðari vøru ella
óvirkaðari.
Fiskaslag	
tons kr/kg 2015-
2019
Mett
avreiðingarvirði
Norðhavssild 20.000 4,63 92.600
Til spurning 2
Lógarbroytingin í løgtingsmáli nr. 142/2019 viðvíkjandi hvussu uppboðssølukvoturnar, ið
vórðu keyptar í 2018 og 2019 við 3 og 8 ára gildistíð, hevur við sær, at 1.260 tons verða
meir at lata teimum rættindahavarum, ið keyptu hesi rættindini. Verður roknað við miðal
avreiðingarprísinum fyri árini 2015-2019, samsvarar tað við 5,834 mill. kr.
Fiskaslag	
tons kr/kg 2015-
2019
Mett
avreiðingarvirði
Norðhavssild 1.260 4,63 5.834
Til spurning 3
Í uppskotinum til løgtingslóg um sjófeingi (løgtingsmál nr. 15/2019) var skotið upp, at
markið í § 14, stk. 1, nr. 3 skal vera 65.000 tons. Undir viðgerðini í Løgtinginum varð hetta
markið, eftir uppskoti frá minnilutanum í Vinnunevndini (samgonguumboðini) hækkað til
85.000 tons; (lógartilvísingin varð samstundis broytt til § 15, stk. 1, nr. 3). Løgtingið tók
undir við hesi broyting.
Í viðmerkingunum til broytingina vísir Vinnunevndin á: “Ein onnur broyting í mun til
upprunauppskotið er, at lagt verður upp til, at markið fyri norðhavssild verður hækkað úr
65.000 tons upp í 85.000 tons. Við hesi broyting verða tær nøgdir, sum í
upprunauppskotinum skulu seljast, men við hesum uppskotinum partvíst verða lagdar um
til vinnuligar royndir og verkætlanir, minni.”
Í løgtingsmáli nr. 142/2019 verður greitt frá og grundgivið fyri, hví skotið verður upp at
broyta ásetingarnar í § 9, stk. 1, 1. og 2. pkt. Endamálið er at javnseta rættindahavararnar, ið
á uppboðssølum í 2018 og 2019 keyptu kvoturættindi av norðhavssild við 3 og 8 ára
gildistíð, við teir rættindahavarar, ið frammanundan hava eginkvotur av norðhavssild, tá
rættindini hjá hvørjum av hesum skulu stillast eftir heildarkvotuni/markinum. Her verður
endurgivið, hvat verður ført fram í viðmerkingunum:
“Til nr. 1
§ 9, stk. 1, 1. og 2. pkt.

-- 2 of 7 --

FISKIMÁLARÁÐIÐ
3/7
Í løgtingsmáli nr. 15/2019, uppskot til løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin), samtykti
Løgtingið eitt broytingaruppskot frá Vinnunevndini, so at markið fyri norðhavssild (í § 15)
varð broytt frá 65.000 tonsum til 85.000 tons. Hetta hevði við sær, at størri nøgd er at luta
út til tey, ið søguliga hava havt rætt at fiska norðhavssild. (broyting nr. 17).
Men tað hevur eisini havt við sær, at spurningur seinni hevur tikið seg upp, um tey, sum í
2018 og 2019 hava keypt sær uppboðssølukvotu, eiga at fáa lut í hesi hækking.
Av tí, at bygnaðurin er soleiðis, at 3 og 8 ára rættindini verða løgd um til egnar kvotur og
fáa støðu sum aðrar egnar kvotur eftir lógini, og av tí, at lógin annars leggur upp til, at
kvoturnar frameftir skulu flyta seg eins við broytingum í heildarkvotuni, eiga egnu
kvoturnar og uppboðssølukvoturnar at verða javnsettar og skulu fyrihalda seg til somu
mørk.
Broytingin leggur tí upp til, at 3 og 8 ára rættindini í 2020 verða útlutað við støði í
ásetingunum í § 19, stk. 5 í undanfarnu lóg (løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi), men at
nøgdirnar verða stillaðar soleiðis, at markið fyri norðhavssild er 85.000 tons og ikki 65.000
tons. Samstundis verður ásett, at gjøld fyri kvoturnar eru bert av teimum nøgdum, sum
keyptar eru sambært undanfarnu lóg. Tær nøgdir, sum verða tillutaðar við støði í hækkaða
markinum, verða sostatt ikki álagdar uppboðssølugjaldið, men tær vera ístaðin fevndar av
ásetingunum um veiðigjald í løgtingslóg um serstakar treytir.
Mett verður, at broytingin fer at gera umsitingina greiðari og gjøgnumskygdari við atliti at,
hvussu kvoturnar seinni flyta seg, tá heildarkvotan broytist.”
Til spurning 4
Var uppboðssølan fyriskipað sambært lógini um fyrisiting av sjófeingi, og roknað verður
við miðalprísunum frá uppboðssølunum í 2019, hevði sølan givið 226,1 mill. kr. Niðanfyri
er eitt yvirlit yvir nøgdir, ið høvdu verið seldar, miðal søluprísir í 2019 og mett søluvirði fyri
hvørt fiskaslag sær og samanlagt.
Fiskaslag	
tons kr/kg 2019	
Mett
avreiðingarvirði
Botnfiskur í
Barentshavinum
4.045 7,19 29.084
Makrelur 12.242 6,62 81.042
Norðhavssild 35.847 2,41 86.391
Svartkjaftur 70.455 0,42 29.591
Tilsamans 226.108
Til spurning 5
Kvoturnar, sum tey trý reiðaríini (P/F JFK Trol, P/F Enniberg og P/F Akraberg FD 10) í
2020 hava at fiska í Barentshavinum (norskum sjógvi, við Svalbard og í russiskum sjógvi)
hvørt reiðarí sær, eru lagdar saman fyri tær tríggjar leiðirnar. Talan er um eginkvoturnar,
sum reiðaríini fáa tillutað undantikin kvoturættindini, sum tey hvørt sær hava keypt á
uppboðssølu seinastu árini. Møgulig loyvd hjáveiða er ikki íroknað.

-- 3 of 7 --

FISKIMÁLARÁÐIÐ
4/7
Miðalprísirnir eru roknaðir grundað á avreiðingarvirði sambært upplýsingum á
www.vorn.fo og upplýsingar frá Vørn um faktiska veiðu sambært fráboðanarskipanini.
Til spurning 6
Kvoturnar, sum tey trý reiðaríini (P/F JFK Trol, P/F Enniberg og P/F Akraberg FD 10) í
2005 høvdu at fiska í Barentshavinum (norskum sjógvi, við Svalbard og í russiskum sjógvi)
hvørt reiðarí sær, eru lagdar saman fyri tær tríggjar leiðirnar. Møgulig loyvd hjáveiða er ikki
íroknað. Roknað er við somu miðalprísum sum undir svarinum til spurning 5).
Kvotur og avreið.virði í Barhav 2020 tons kr/kg 2015-2019 Mett avr.virði
P/F JFK Trol
Toskur 9.639 16,89 162.803
Hýsa 1.169 12,4 14.496
Hvassasprek 150 12,37 1.856
Annað 574 7,52 4.316
183.470
P/F Enniberg
Toskur 4.820 16,89 81.410
Hýsa 585 12,4 7.254
Hvassasprek 75 12,37 928
Annað 287 7,52 2.158
91.750
P/F Akraberg FD 10
Toskur 6.330 16,89 106.914
Hýsa 742 12,4 9.201
Hvassasprek 615 12,37 7.608
Annað 352 7,52 2.647
126.369

-- 4 of 7 --

FISKIMÁLARÁÐIÐ
5/7
Til spurning 7
Tað er skipið m/s Gadus, sum hevur størst kvotur av botnfiski í bæði russiskum sjógvi og í
norskum sjógvi – í norskum sjógvi 3.122 tons og í russiskum sjógvi 7.522 tons.
Til spurning 8
Yvirlitið niðanfyri vísir, hvørjar eginkvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti tey fýra
størstu reiðaríini hava í 2020. Við í kvoturnar er eisini roknaðar tann lutfalsligi parturin av
eginkvotunum, samsvarandi tann partin, sum hesi reiðaríini eiga í øðrum feløgum. Kvotur,
ið eru keyptar á uppboði, eru ikki við í yvirlitinum.
Miðal avreiðingarprísurin fyri árini 2015-2019 er roknaður við støði í upplýsingum, sum
liggja á www.vorn.fo. Tilskilað er ikki, hvørt avreiðingarnar eru frá virkaðari vøru ella
óvirkaðari vøru.
Kvotur og avr.virði í Barhav. 2005 tons kr/kg 2015-2019 Mett avr.virði
P/F JFK Trol
Toskur 6.313 16,89 106.627
Hýsa 911 12,4 11.296
Flatfiskur 230 12,37 2.845
Annað 680 7,52 5.114
125.882
P/F Enniberg
Toskur 3.157 16,89 53.322
Hýsa 455 12,4 5.642
Flatfiskur 115 12,37 1.423
Annað 340 7,52 2.557
62.943
P/F Akraberg FD 10
Toskur 4.613 16,89 77.914
Hýsa 667 12,4 8.271
Flatfiskur 655 12,37 8.102
Annað 529 7,52 3.978
98.265

-- 5 of 7 --

FISKIMÁLARÁÐIÐ
6/7
Til spurning 9
Yvirlitið niðanfyri vísir tær kvotur, sum tey 4 feløgini, ið umrødd eru í svarinum til
spurning 8, høvdu í 2009 av somu kvotum.
Uppsjóvarkvotur 2020 - eginkvotur
undantiknar kvotur keyptar á
uppboðssølu 	tons kr/kg 2015-2019 Mett avreiðingarvirði
P/F Varðin
Makrel 	20.482 7,06 144.603
Norðhavssild 	32.033 4,63 148.313
Svartkjaftur 	68.692 1,83 125.706
121.207 	418.622
Sp/f Framherji
Makrel 	10.276 7,06 72.549
Norðhavssild 	14.561 4,63 67.417
Svartkjaftur 	45.654 1,83 83.547
70.491 	223.513
P/F Palli hjá Mariannu
Makrel 	10.485 7,06 74.024
Norðhavssild 	20.385 4,63 94.383
Svartkjaftur 	45.655 1,83 83.549
76.525 	251.955
P/F Næraberg
Makrel 	697 7,06 4.921
Norðhavssild 	- 4,63 	-
Svartkjaftur 	48.613 1,83 88.962
49.310 	93.883
Uppsjóvarkvotur í 2009 	tons
P/F Varðin
Makrel 	8.599
Norðhavssild 	37.815
Svartkjaftur 	19.887
Sp/f Framherji
Makrel 	3.711
Norðhavssild 	17.189
Svartkjaftur 	15.136
P/F Palli hjá Mariannu
Makrel 	5.139
Norðhavssild 	24.064
Svartkjaftur 	14.833
P/F Næraberg
Makrel 	0
Norðhavssild 	0
Svartkjaftur 	16.571

-- 6 of 7 --

FISKIMÁLARÁÐIÐ
7/7
Til spurning 10
Fiskimálaráðið hevur ikki yvirlit yvir, hvørjar kvotur norsk og íslendsk reiðarí hava.
Til spurning 11
Útróðrarflotin er skrásettur at hava avreitt tilsamans 31 tons av makreli árini 2009 til 2019.
Hesar upplýsingar eru grundaðar á skrásetingar tøkar á www.vorn.fo undir
avreiðingarseðlar. Útróðrarflotin er ikki skrásettur at hava avreitt norðhavssild og
svartkjaft. Yvirlitið niðanfyri vísir tær felagskvotur, sum útróðrarflotin sambært
kunngerðum hevur kunnað fiskað av. Avreiðingarvirðið er gjørt upp grundað á miðal
avreiðingarprísin á makreli árini 2015-2019.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður
Ár
Kvota
tons kr/kg
Mett møguligt
avr. virði
Fiskað
tons
Avreiðingar-
virði (kr)
2009 	7,06 - 6 42.360
2010 	7,06 - 2 14.120
2011 41.450 7,06 292.637 1 7.060
2012 3.000 7,06 21.180 7 49.420
2013 2.000 7,06 14.120 0 -
2014 1.400 7,06 9.884 0 -
2015 	725 7,06 5.119 0 -
2016 	553 7,06 3.904 1 7.060
2017 	812 7,06 5.733 1 7.060
2018 	546 7,06 3.855 0 -
2019 	399 7,06 2.817 13 91.780
Útróðrarflotin kvotugrundarlag og skrásett avreiðingarvirði av makreli

-- 7 of 7 --
120.19 Spurningur til J. Vestergaard fra H. Hoydal - vird av kvotum latin til reidari i nyggju sjofeingislogini.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 23. jun. 2020

Sjá útdrigin tekst
Nr. 120/2019
Høgni Hoydal
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um virði av kvotum latin til reiðarí í nýggju sjófeingislógini,
settur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard (at svara
skrivliga eftir TS § 52a)
1. Hvussu stórt er metta árliga avreiðingarvirðið (bygt á miðal avreiðingarvirði
2015-2019) av teimum 20.000 tonsunum av norðhavssild, sum tey fýra størstu
reiðaríini fingu sum eginkvotu afturat við broytingini í sjófeingislógini 1.
januar 2020?
2. Hvussu stórt er metta árliga avreiðingarvirði av teimum tonsum av
norðhavssild, sum tey reiðarí, ið keyptu 3 og 8 ára rættindi í 2018 og 2019, fáa
afturat við lógarbroytingini, ið er skotin upp í tingmáli 142/2019?
3. Hvør er sakliga og fyrisitingarliga grundgevingin fyri, at landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum hevur skotið upp hesar báðar lógarbroytingar?
4. Hvussu nógv hevði uppboðssølan givið landskassanum av ávikavist
uppsjóvarfiski og botnfiski í Barentshavinum í 2020, um lógin ikki varð
broytt, og um miðalprísurin varð tann sami sum í 2019?
5. Hvussu nógva kvotu í tonsum hava tey einstøku reiðaríini av botnfiski í
Barentshavinum við nýggju lógini í 2020 – og hvussu stórt er avreiðingarvirði
við miðalprísum frá 2015-2019.
6. Hvussu stóra kvotu í tonsum og virði høvdu hesi somu reiðarí í
Barentshavinum í 2005?
7. Hvussu stóra kvotu av botnfiski í Barentshavinum hava tey skip, ið hava mest
í ávikavist Noregi og Russlandi í 2020?
8. Hvussu nógva kvotu hava tey fýra størstu reiðaríini av makreli, norðhavssild
og svartkjafti (harundir feløg, ið tey eiga part av) í 2020, og hvat er
avreiðingarvirði av hesum við miðalprísum frá 2015-2019).
9. Hvussu stóra kvotu av somu fiskasløgum høvdu hesi fýra størsu reiðaríini í
2009?
10. Hvussu stóra kvotu hava tey størstu reiðaríini árliga í ávikavist Noregi og
Íslandi av somu fiskasløgum í 2020?
11. Hvussu nógv avreiðingarvirði hevur útróðrarflotin (bólkur 4 a og b og bólkur 5
a og b) fingið av uppsjóvarfiski frá 2009-2019?
Viðmerkingar:
Við broytingum í sjófeingislógini eru stór virði latin til størstu reiðaríini.
Til tess bert at fáa eina hóming av summum av broytingunum, verður hesin
fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 23. juni 2020
Høgni Hoydal

-- 1 of 1 --