← Løgtingsmál

52-119/2019

Broytingar í nevndum og ráðum síðani løgtingsvalið 2019

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. jul. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
Svar upp a fyrispurning nr. 119.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 6. jul. 2020

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 6. juli 2020
J. nr.: 20/00310
Viðgjørt: EC
Svar upp á fyrispurning nr. 119/2019 eftir tingskipanini § 52a
Fyrispurningur frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni
í fíggjarmálum, um broytingar í nevndum og ráðum síðani løgtingsvalið 2019
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar limir í fastar almennar nevndir, ráð, stýri, grunnar, partafeløg og almenn partafeløg
v.m., sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum velur, hevur landsstýrismaðurin valt síðani
løgtingsvalið 2019 (navn, bústað, starv, starvsroyndir, royndir/útbúgving, onnur størv í
nevndum og ráðum v.m.)?
2. Hvørjar limir í almennum nevndum, ráðum, stýrum, grunnum og almennum partafeløgum
v.m. hevur landsstýrismaðurin skift út síðani løgtingsvalið 2019 (navn, bústað, starv,
starvsroyndir, royndir/útbúgving, onnur størv í nevndum og ráðum v.m.)?
3. Hvør er sakliga grundgevingin í hvørjum einstøkum føri fyri hvønn persón, ið
landsstýrismaðurin hevur valt/valt frá?
4. Hvør fyrisitingarlig viðgerð og skjalfesting av valinum er farin fram í hvørjum einstøkum
vali/frávali, og hvør hevur í hvørjum einstøkum føri tilmælt at velja ella velja teir ávísu
limirnar frá?
5. Hvussu leingi hava teir limir sitið, sum landsstýrismaðurin hevur vrakað?
6. Hvørjar eru samsýningarnar í hvørjum einstøkum føri til limirnar?
7. Vil landsstýrismaðurin senda Løgtinginum avrit av øllum viðkomandi fyrisitingarligum
skjølum og grundgevingum í hvørjum einstøkum máli?
8. Hvørjir og hvussu nógvir av teimum limum, ið landsstýrismaðurin hevur valt síðani
løgtingsvalið 2019, hava sitið á tingi fyri Fólkaflokkin, til hvat eru teir valdir og við hvørji
fyrisitingarligari grundgeving, og hvør varð ikki afturvald/ur í teirra stað?
9. Hvør hevur í fyrisitingarligu viðgerðini skotið upp og tilmælt teir limir, ið hava sitið á tingi
fyri Fólkaflokkin?
10. Er tað hent áður, at ein landsstýrismaður hevur valt fyrrverandi tingmenn úr egnum flokki í
nevndir, ráð, stýri, grunnar, partafeløg ella almenn partafeløg – og um so er, hvørjar?
Svar:
Sambært § 52a, stk. 1 í tingskipanini kunnu tingmenn seta løgmanni ella landsstýrismonnum skrivligar
spurningar, sum ikki eru settir á annan hátt, um almenn viðurskifti. Spurningar og svar skulu vera stutt
og greitt orðað, jb. stk. 2 og 4. Landsstýrismaðurin heldur, at spurningurin frá tingliminum ikki er stutt
og greitt orðaður, tá ið spurningurin fevnir um 10 undirspurningar, sum hvør sær eru víðfevndir í vavi.
Svarað verður í tann mun, tað ber til at svara stutt og greitt.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Í viðmerkingunum hjá spyrjaranum verður sagt, at fyrrverandi tingmenn hjá Fólkaflokkinum eru valdir
í týdningarmiklar nevndir, og at spyrjaranum vitandi er tað ikki hent áður undir stýrisskipanarlógini, at
ein landsstýrismaður hevur valt fyrrverandi tingmenn úr egnum flokki í týðandi nevndir, stýri ella ráð.
Tá ið limir verða valdir í nevndir, ráð, stýri o.a., verður tað gjørt út frá teimum treytum, sum galda fyri
einstøku eindina. Tað kann vera, at tað stendur í einari lóg, at limir skulu hava ávísar førleikar, ella at
landsstýrismaður skal hava tilmæli frá øðrum enn umsitingini um limir, sum hann skal velja ímillum.
Í øðrum førum eru tílíkar treytir ikki festar í lógir ella bindandi reglur. Tá galda vanlig atlit, t.d. at teir
mest viðkomandi førleikarnir eru umboðaðir í eina nevnd í einum partafelag. Onnur atlit kunnu vera,
at nevndin er hóskandi samansett persónliga, t.d. umboð fyri bæði kyn, ymiskar áskoðanir o.a. Í øðrum
førum kann talan vera um at tryggja javna tilgongd av nýggjum umboðum.
Tá ið limir verða valdir í nevndir o.a., ber heldur ikki til at seta ósakligar treytir fyri, hvør kann verða
vald/ur. Tað veri seg rasa, húðarlitur, tjóðskaparligur ella etniskur uppruni, kynsligur samleiki ella brek,
politisk sannføring o.s.fr. Tað er ein týðandi lutur í fólkaræðinum, at allir persónar hava frælsi at hava
eina politiska hugsan og arbeiða fyri henni, t.d. við at lata seg umboða á Tingi og har gera sína
borgaraskyldu.
Tað er ikki nýtt, at persónar, sum hava verið tingmenn ella virknir á annan hátt fyri politiskar flokkar,
eru ella hava verið valdir í nevndir o.a. Eg kann nevna nøkur dømi.
Undir Fíggjarmálaráðnum eru dømi um fyrrverandi løgmenn í stjórnini fyri Føroya Realkreditstovn
og stýrinum fyri Íleggingargrunnin fyri Føroyar.
Í nevndini fyri Posta er ein stjóri í vinnufyritøku, og sum áður hevur sitið á Tingi. Í nevndini fyri Vága
Floghavn er ein fyrrverandi flogskipari, sum eisini er útbúgvin løgfrøðingur, sum áður hevur sitið á
Tingi. Í Lívstryggingini er ein embætismaður, sum áður hevur stillað upp fyri tveir politiskar flokkar.
Tá ið nevnd varð skipað í sambandi við útluting av menningarkvotum, var eitt fyrrverandi valevni hjá
einum flokki valt til formann í nevndini.
Talan er um persónar, sum vegna dugnasemi og førleikar – og ikki vegna teirra ymisku politisku sann-
føringar – eru valdir í umrøddu nevndir. Spurningurin frá spyrjaranum tykist tí ikki sakligur, men havi
eg svarað spurninginum eftir bestu sannføring. Eftir mínum tykki má tað ongantíð henda, at ein
persónur verður útihýstur, bert tí viðkomandi hevur verið í politikki og har gjørt sína borgaraskyldu.
Tvørturímóti hevur viðkomandi tá eina dygd afturat tí, hann annars hevur í viðførinum.
Tinganes, 6. juli 2020
Jørgen Niclasen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
119.19 Spurningur til J. Niclasen fra H. Hoydal - setanir i nevndir og rad sidani logtingsvalid 2019.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 23. jun. 2020

Sjá útdrigin tekst
Nr. 119/2019
Høgni Hoydal
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um broytingar í nevndum og ráðum síðani løgtingsvalið 2019,
settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga
eftir TS § 52a)
1. Hvørjar limir í fastar almennar nevndir, ráð, stýri, grunnar, partafeløg og
almenn partafeløg v.m., sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum velur, hevur
landsstýrismaðurin valt síðani løgtingsvalið 2019 (navn, bústað, starv,
starvsroyndir, royndir/útbúgving, onnur størv í nevndum og ráðum v.m.)?
2. Hvørjar limir í almennum nevndum, ráðum, stýrum, grunnum og almennum
partafeløgum v.m. hevur landsstýrismaðurin skift út síðani løgtingsvalið 2019
(navn, bústað, starv, starvsroyndir, royndir/útbúgving, onnur størv í nevndum
og ráðum v.m.)?
3. Hvør er sakliga grundgevingin í hvørjum einstøkum føri fyri hvønn persón, ið
landsstýrismaðurin hevur valt/valt frá?
4. Hvør fyrisitingarlig viðgerð og skjalfesting av valinum er farin fram í hvørjum
einstøkum vali/frávali, og hvør hevur í hvørjum einstøkum føri tilmælt at velja
ella velja teir ávísu limirnar frá?
5. Hvussu leingi hava teir limir sitið, sum landsstýrismaðurin hevur vrakað?
6. Hvørjar eru samsýningarnar í hvørjum einstøkum føri til limirnar?
7. Vil landsstýrismaðurin senda Løgtinginum avrit av øllum viðkomandi
fyrisitingarligum skjølum og grundgevingum í hvørjum einstøkum máli?
8. Hvørjir og hvussu nógvir av teimum limum, ið landsstýrismaðurin hevur valt
síðani løgtingsvalið 2019, hava sitið á tingi fyri Fólkaflokkin, til hvat eru teir
valdir og við hvørji fyrisitingarligari grundgeving, og hvør varð ikki
afturvald/ur í teirra stað?
9. Hvør hevur í fyrisitingarligu viðgerðini skotið upp og tilmælt teir limir, ið
hava sitið á tingi fyri Fólkaflokkin?
10. Er tað hent áður, at ein landsstýrismaður hevur valt fyrrverandi tingmenn úr
egnum flokki í nevndir, ráð, stýri, grunnar, partafeløg ella almenn partafeløg –
og um so er, hvørjar?
Viðmerkingar:
Undir koronatíðini hevur spyrjarin heft seg við, at útskiftingar og val av limum í
nevndum, ráðum, partafeløgum og almennum partafeløgum eru farin fram. Men ongin
viðgerð ella grundgeving fyri hesum hevur verið at sæð í almenna rúminum. Millum
annað eru fyrrverandi tingmenn hjá Fólkaflokkinum valdir í týdningarmiklar nevndir.
Tað kunnu sjálvsagt vera týðandi sakligar og fyrisitingarligar grundgevingar fyri
øllum valum.
Spyrjaranum vitandi er tað tó ikki hent áður undir Stýrisskipanarlógini, at ein
landsstýrismaður hevur valt fyrrverandi tingmenn úr egnum flokki í týðandi nevndir,

-- 1 of 2 --

stýri ella ráð. Til tess at fáa upplýsing um alt hetta verður fyrispurningurin settur
landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 23. juni 2020
Høgni Hoydal

-- 2 of 2 --