← Løgtingsmál

52-118/2019

Viðvíkjandi fyrireikingum og forkanningum í samband við undirsjóvartunnilin til Suðuroynna

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. jul. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
118.19 Svar fra J. Niclasen til B. Hammer - fyrireikingum og forkanningum i samband vid undirsjovartunnilin til Suduroynna.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 2. jul. 2020

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 1. juli 2020
J. nr.: 20/00309-2
Svar uppá fyrispurning nr. 118/2019 eftir tingskipanini §52a
Fyrispurningur frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, settur Jørgeni Niclasen,
landsstýrismanni í fíggjarmálum, viðvíkjandi fyrireikingum og forkanningum í sambandi
við undirsjóvartunnilin til Suðuroynna.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hevur landsstýrismaðurin sett forkanningarnar av Suðuroyartunlinum í gongd?
2. Um ja, hvussu verða fyrireikingarnar skipaðar og hvør er tíðarætlanin?
3. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin, at tær 5 mió. kr., sum eru settar av á fíggjarlógini fyri í ár, skulu
brúkast?
Svar til spurning 1
Arbeiðið við at gera forkanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin er sett í gongd. Tað mesta av
arbeiðinum verður gjørt í summar, har millum annað seismiskar kanningar vera gjørdar. Eftir
summarferiuna vera eisini gjørd borihol, har jarðfrøðin verður kannað.
Nakrar kanningar í sambandi við tunnilin eru gjørdar í 2018 og 2019. Aðrar verða gjørdar í ár og
2021. Ymiskir møguleikar eru kannaðir viðvíkjandi linjuføring. Jarðfeingi hevur gjørt eitt tilmæli til
Landsverk um, hvørjar jarðfrøðiligar kanningar eiga at verða gjørdar fyri at hava eitt haldgott
grundarlag fyri at fara undir verkætlanina.
Jarðfrøðiligar kanningar eru gjørdar á landi. Harafturat eru mátingar gjørdar av havbotninum allan
vegin millum Sandoy og Skúvoy, umframt sunnanfyri Skúvoy og norðanfyri Suðuroy. Hildið verður
fram við at gera forkanningar og at fyrireika tunnilin.
Svar til spurning 2
Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2020 eru játtaðar 5 mió. kr. til forkanningar og fyrireikingar av tunlinum.
Landsverk stendur fyri kanningunum og hevur ábyrgd av játtanini og tí vegatekniska partinum.
Jarðfeingið bæði ráðgevur við tí jarðfrøðiliga partinum og stendur fyri at gera nakrar av sjálvum
kanningunum, sum verða gjørdar.
Ætlanin er at gera tær seismisku kanningarnar millum 13 og 15 juli við Magnus Heinason. Í løtuni er
arbeiðið at gera jarðfrøðilig borihol í útboði, og eftir ætlan verða hesi arbeiðini gjørd eftir
summarferiuna.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Arbeitt verður eisini við at kanna tann fíggjarliga partin av verkætlanini við kostnyttu-greiningum
v.m. Í sambandi við tunnilin verður eisini neyðugt at gera eina trygdarmeting (váðameting).
Ein ætlan er eisini gjørd fyri, hvussu kanningarnar eiga at halda fram komandi árini. Um alt gongur
væl í sambandi við forkanningarnar og fyrireikingarnar í sambandi við tunnilin, og um ikki óvæntað
viðurskifti taka seg upp, verður miðað eftir, at arbeiðið verður mestsum liðugt í 2021 og at síðstu
forkanningarnar og fyrireikingarnar verða gjørdar í 2022.
Svar til spurning 3
Játtanin á løgtingsfíggjarlógini fyri 2020 á 5 mió. kr. til forkanningar og fyrireikingar av tunlinum
verður brúkt til at halda fram við jarðfrøðiligum kanningum og øðrum fyrireikandi kanningum av
verkætlanini eftir hesum leisti:
Seismikkur 2,0 mió. kr.
Royndarboringar 1,5 mió. kr.
Jarðfrøðilig frágreiðing 0,5 mió. kr.
Kostnyttu- og búskaparlig kanning 1,0 mió. kr.
Samlað 5,0 mió. kr.
Tinganes, 1. juli 2020
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
118.19 Spurningur til J. Niclasen fra B. Hammer - fyrireikingum og forkanningum i samband vid undirsjovartunnilin til Suduroynna.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 23. jun. 2020

Sjá útdrigin tekst
Nr. 118/2019
Bjarni Hammer
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur viðvíkjandi fyrireikingum og forkanningum í samband við
undirsjóvartunnilin til Suðuroynna, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum,
Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Hevur landsstýrismaðurin sett forkanningarnar av Suðuroyartunlinum í
gongd?
2. Um ja, hvussu verða fyrireikingarnar skipaðar og hvør er tíðarætlanin?
3. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin, at tær 5 mió. kr., sum eru settar av á
fíggjarlógini fyri í ár, skulu brúkast?
Viðmerkingar:
Tað er av alstórum týdningi, at klárt verður at byrja at bora undirsjóvartunnilin til
Suðuroynna, so skjótt Sandoyartunnilin er liðugt boraður.
Tí legði undirritaði fyri Løgtingið uppskot um at stovna partafelag at gera
undirsjóvartunnil til Suðuroynna (lm. nr. 43/2019). Uppskotið fall við 2. viðgerð.
Løgtingið bleiv undir viðgerðini kunnað um, at landsstýrismaðurin longu hevði
ætlanir um, at fyrireikingararbeiðið skuldi setast í gongd beinanvegin. Til at fyrireika
undirsjóvartunnilin til Suðuroynna vóru 5 mió. kr. settar av á fíggjarlógini fyri í ár,
sum m.a. skuldu brúkast til at gera seismiskar kanningar.
Landsstýrismaðurin metti tó ikki, at eitt alment partafelag skuldi gera
forkanningarnar. Ístaðin setti landsstýrismaðurin sítt álit á, at Landsverk var besta
boðið at standa fyri kanningunum. Landsstýrismaðurin upplýsti, at Landsverk skuldi
gera týdningarmiklu seismisku kanningarnar í summar.
Summarið er longu komið væl áleiðis, og tí er tað sera umráðandi at fáa staðfest, hvør
ætlanin er, hvussu gongur við fyrireikingunum og um klárt er at gera seismisku
kanningarnar, sum skulu verða lidnar í summar.
Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 23. juni 2020
Bjarni Hammer

-- 1 of 1 --