← Løgtingsmál

52-117/2019

Um føroyskar borgarar, sum ikki sleppa heim vegna Koronafarsóttina

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. jul. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
117.19 Svar fra J. av Rana til B. Sandoy - Foroyskar borgarar sum ikki sleppa heim vegna korona farsottina.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 5. jul. 2020

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
100 Tórshavn
Dagfesting: 4. juli 2020
Tygara ref.:
Máltal.: 19/00017-65
Svar
upp á
fyrispurning nr. 117/2019 frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni, eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um føroyskar borgarar, sum ikki sleppa heim vegna Koronafarsóttina,
settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, Jenisi av Rana (at svara
skrivliga eftir TS § 52a)
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu nógvar føroyskar borgarar veit Uttanríkis- og mentamálaráðið um, sum eru
strandaðir uttanlands vegna Koronafarsóttina?
2. Hvat ger Uttanríkis- og mentamálaráðið fyri at hjálpa teimum, sum eru komin í
hesa støðuna?
3. Hvussu nær er ein loysn fyri hesar borgarar, ið ikki sleppa heim til teirra kæru?
4. Hevur landsstýrið umrøtt alternativar møguleikar hjá hesum borgarum at sleppa
heim til Føroya?
Svar
Svar til 1-4: Spurningarnir verða svaraðir undir einum.
Í skrivandi løtu hevur Uttanríkis- og mentamálaráðið ikki kunnleika um føroyingar, sum
eru strandaðir vegna koronafarsóttina.
Tá ið avmarkingar vórðu lagdar á ferðing millum lond til tess at forða fyri smittuspjaðing
í mars í ár, heitti landsstýrið á føroyingar, t.e. øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum,
um at koma heim sum skjótast. Eftir at landamørkini stongdu, sluppu bara FO-DK
ríkisborgarar og útlendingar, sum eru skrásettir at búgva í Føroyum, til landið, umframt
onkrir undantaksbólkar. Treytin fyri innferð var enn sum áður galdandi innferðar- og/ella
uppihaldsloyvi.
Boðað varð samstundis frá, at føroyingar, sum búgva aðrastaðni enn í Føroyum, ikki eiga
at ferðast, men at fylgja tilráðingum í teimum londum, har teir hava bústað.

-- 1 of 2 --

U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Uttanríkistænastan fekk nógvar fráboðanir og fyrispurningar frá føroyingum og frá
útlendingum, ið búgva í Føroyum, men sum vóru staddir uttanlands, og ráðgav um
ferðamøguleikar til Føroya. Í summum førum bar lutfalsliga skjótt til at finna eina
ferðaloysn, men í øðrum førum tók tað drúgvari tíð.
Ráðgevingin var samsvarandi galdandi ferðaleiðbeiningum. Í hesum sambandi hevur
Uttanríkistænastan verið í neyvum samskifti við danska uttanríkisráðið og eisini verið
partur av felags norðurlendskum samstarvi, sum hevur samskipað t.d. serflúgving, sum
fleiri føroyingar hava brúkt. Fleiri hava eisini verið í beinleiðis samskifti við danska
uttanríkisráðið.
Sum nevnt hava vit ikki kunnleika um føroyingar, sum ikki sleppa heim vegna
koronafarsóttina. Vit eru kortini vitandi um, at tað undir farsóttini hevur víst seg at vera
trupult hjá útlendskum makum, sum ikki búgva í Føroyum, at fáa/at søkja um
innferðarloyvi til Føroya. Uttan galdandi ríkisborgaraskap, uppihalds- ella innferðarloyvi
er ikki møguligt at ferðast til Føroya. Sum óivað kunnugt eru útlendingamál tó ikki partur
av uttanríkismálum, men hoyra útlendinga myndugleikunum til.
Uttanríkis- og mentamálaráðið veit eisini um føroyingar, sum hava valt at vera verandi,
har teir eru, til líkindini at ferðast til Føroya gerast betur.
Nú lond eru byrjað at lata mørk síni uppaftur, er sannlíkt, at ferðamøguleikarnir fara at
økjast.
Landsstýrið hevur ikki umrøtt egnar alternativar ferðamøguleikar, tí tey samstørv millum
m.a. Norðurlond, sum landsstýrið hevur verið partur av, hava virkað sum ætlað, – og
okkum kunnugt er ongin tørvur á hesum í løtuni til tess at fáa føroyingar heim.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
117.19 Spurningur til J. av Rana fra B. Sandoy - Foroyskar borgarar sum ikki sleppa heim vegna korona farsottina.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 23. jun. 2020

Sjá útdrigin tekst
Nr. 117/2019
Brandur Sandoy
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um føroyskar borgarar, sum ikki sleppa heim vegna
Koronafarsóttina, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum,
Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Hvussu nógvar føroyskar borgarar veit Uttanríkis- og mentamálaráðið um,
sum eru strandaðir uttanlands vegna Koronafarsóttina?
2. Hvat ger Uttanríkis- og mentamálaráðið fyri at hjálpa teimum, sum eru komin
í hesa støðuna?
3. Hvussu nær er ein loysn fyri hesar borgarar, ið ikki sleppa heim til teirra
kæru?
4. Hevur landsstýrið umrøtt alternativar møguleikar hjá hesum borgarum at
sleppa heim til Føroya?
Viðmerkingar:
Í miðlunum frættist javnan frá føroyingum uttanlands, ið ikki sleppa heim til Føroya
orsakað av, at viðurskiftini at sleppa inn til Danmarkar eru sera ógreið nú
Koronafarsóttin herjar. Hetta er á ongan hátt nøktandi, og tykist tað sum trupulleikin
liggur hjá donskum myndugleikum. Føroyar hava eins og Danmark alment staðiliga
heitt á allar landsmenn okkara um at koma til Føroya undan farsóttini. Tí tykist tað
løgið, at vit ikki gera meiri fyri at hjálpa hesum fólkum, nú tey allíkavæl ikki sleppa
heim til Føroya at verða saman við síni familju og næstringum. Bíðitíðin og óvissan er
ótolandi, og tí verður landsstýrismaðurin spurdur um landsstýrið hevur umrøtt
møguleikan alternativt at brúka flogfelag landsins at heinta hesar borgarar okkara, ið
eru strandaðir í ósjálvbodnari útlegd.
Á Løgtingi, 23. juni 2020
Brandur Sandoy

-- 1 of 1 --