52-116/2019
Persónsupplýsingar í samband við Covid-19 kanningar
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. jul. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
116.19 Svar fra B.S. Nielsen til B.L. Jacobsen - peronsupplysingar i samband vid Covid-19 kanningar.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 3. jul. 2020
Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 2 -- -- 2 of 2 --
116.19 Spurningur til B.S. Nielsen fra B.L. Jacobsen - peronsupplysingar i samband vid Covid-19 kanningar.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 23. jun. 2020
Sjá útdrigin tekst
Nr. 116/2019 Beinta Løwe Jacobsen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um persónsupplýsingar í samband við Covid-19 kanningar, settur løgmanni, Bárði á Steig Nielsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hevur Dátueftirlitið ella annar myndugleiki góðkent, at privatar fyritøkur taka Covid-19 royndir av ferðandi og ferðafólki, ið koma til Føroya og handfara persóns- og heilsuupplýsingar hjá hesum fólkum? 2. Um ikki Dátueftirlitið ella annar myndugleiki hevur góðkent hetta, hvørji atlit hevur tað almenna tikið fyri at tryggja persóns- og heilsuupplýsingar hjá ferðafólki, sum verða kannað? 3. Hvussu er tryggjað, at hesir persóns- og heilsuupplýsingar ikki verða varðveittir hjá privatu fyritøkunum og ikki verða latnir ella seldir øðrum fyritøkum? 4. Um ferðandi, ið hava bústað í Føroyum, nokta at lata seg kanna, hvør er so avleiðingin fyri hesi ferðandi? 5. Hevur landsstýrið spurt Heilsufrøðiligu starvsstovuna um tey hava møguleika at kanna ferðandi, ið koma til landið? 6. Um Heilsufrøðiliga starvsstovan er spurd, hvat er so svarið hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni? Viðmerkingar: Nógv ivamál hava tikið seg upp við m.a. handfaring av persónsupplýsingum nú privatar fyritøkur skulu kanna ferðandi, ið koma til landið, fyri Covid-19. Eisini hevur ivi stungið seg upp um, hvørt heimild er fyri at krevja royndir av ferðafólki og ferðandi. Harumframt stinga nógv ivamál seg upp um, hví privatar fyritøkur eru settar at gera hesar kanningar. Fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftum, verður hesin fyrispurningur settur løgmanni. Á Løgtingi, 23. juni 2020 Beinta Løwe Jacobsen -- 1 of 1 --