52-115/2019
Avtalur við privatar fyritøkur um at kanna ferðafólk fyri COVID-19, lógarheimild, kostnað, ognarviðurskifti v.m.
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 3. jul. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
115.19 Svar fra B.S. Nielsen til H. Hoydal - avtalur vid privatar fyritokur um at kanna ferdafolk fyri Covid-19.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 3. jul. 2020
Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 3 -- -- 2 of 3 -- -- 3 of 3 --
115.19 Spurningur til B.S. Nielsen fra H. Hoydal - avtalur vid privatar fyritokur um at kanna ferdafolk fyri Covid-19.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 22. jun. 2020
Sjá útdrigin tekst
Nr. 115/2019 Høgni Hoydal løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um avtalur við privatar fyritøkur um at kanna ferðafólk fyri COVID-19, lógarheimild, kostnað, ognarviðurskifti v.m., settur løgmanni, Bárði á Steig Nielsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvør hevur samráðst og gjørt avtalur við tvær privatar fyritøkur um at áleggja ferðafólki at lata seg kanna fyri COVID-19 á flogvøllinum og við havnir? 2. Hvør hevur undirskrivað sáttmálarnar, hvør landsmyndugleiki ella heilsufakligur myndugleiki hevur góðkent teir – og kann løgmaður senda løgtingsfólki avrit av øllum viðkomandi skjølum og upplýsingum í málinum? 3. Hvørjar fyritøkur er talan um, hvør eigur fyritøkurnar, hvør situr í nevndunum fyri hesar fyritøkur, hvørji læknafaklig/heilsufaklig fólk eru knýtt at fyritøkunum og hava fakliga ábyrgd? 4. Nær, hvar og hvussu er arbeiðið boðið út? 5. Hvør er lógarheimildin fyri hesum avtalum, og hvør er lógarheimildin fyri at krevja, at fólk at taka royndirnar? 6. Hvør hevur ásett kostnaðin – og hvat verður mett, at ferðafólk fara at gjalda tilsamans í milliónum krónum fyri royndirnar, um kravið til dømis verður galdandi frá 27. juni 2020 til 1. oktober 2020? 7. Hvussu stórur er vinningurin hjá fyritøkunum fyri hvørja roynd – og hvussu nógv verður vinningurin mettur at verða tilsamans hjá fyritøkunum fram til 1. oktober 2020? 8. Hvør heilsumyndugleiki hevur góðkenning, eftirlit við trygdini hjá borgarum um persónupplýsingar, og uppfylging mótvegis borgarum um hendi – og hvørjar avtalur og skjøl eru gjørd um hetta og nær? 9. Hvør er støðan hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og sjúkrahúsmyndugleikunum til hesar avtalur, og um Heilsufrøðiliga Starvsstovan og sjúkrahúsini fingu tann pening, ið nú skal til privatar fyritøkur, hvussu kundu tey tá ment seg og staðið fyri kanningunum? 10. Ætlar løgmaður at fremja fráboðaðu ætlanina, og hvør hevur landsstýrismannaábyrgd fyri avgerðunum? -- 1 of 2 -- Viðmerkingar: Løgmaður hevur alment boðað frá, at ferðafólki verður álagt at brúka tvær privatar fyritøkur til at kanna seg fyri COVID-19. Løgtingið hevur ikki sæð nakað skjal ella hevur fingið upplýst nakað um hesar avtalur. M.a. um, hvør hevur samráðst og gjørt avtalurnar, lógarheimild, kostnað, støðuna hjá heilsumyndugleikum, hvør eigur feløgini v.m. Tí verður fyrispurningurin settur løgmanni. Á Løgtingi, 22. juni 2020 Høgni Hoydal -- 2 of 2 --