52-114/2019
Viðvíkjandi tiltøkum at styrkja Suðuroynna
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 3. jul. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
114.19 Svar fra B.S. Nielsen til H. Mortensen - tiltokum at styrkja Suduroynna.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 3. jul. 2020
Sjá útdrigin tekst
Løgtingið Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 114/2019 eftir tingskipanini § 52a til Bárð á Steig Nielsen, løgmann, frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tiltøkum at styrkja Suðuroynna Fyrispurningurin var soljóðandi: 1. Hvørji tiltøk ætlar landsstýrið at seta í verk til tess at venda gongdini í fólkatalinum í Suðuroynni? 2. Metir løgmaður, at hetta at seta gongd á Suðuroyartunnilin hevði verið eitt týdningarmikið átak í hesum høpi? 3. Um so er, nær ætlar løgmaður, at farast skal undir at gera Suðuroyartunnilin? Svar: Til nr. 1 og 2: Eitt væl útbygt og væl virkandi samferðslukervi, har oyggjarnar verða knýttar saman, hevur alstóran týdning fyri vinnuna og trivnaðin kring landið. Samgongan er samd um at tryggja hóskandi ferðasamband kring alt landið, herundir íløgur í tunlar og undirsjóvartunlar. Ein Suðuroyartunnil er ein týdningarmikil partur av komandi samferðsluútbyggingum í Føroyum. Búskaparframgongd og vinnuligur framburður, saman við fjøltáttaðum frítíðarlívi eru drivmegin í samfelagnum, og tað hava eisini suðuroyingar merkt seinnu árini. Veruligt lív er komið í aftur niðri á havnaløgunum kring oynna og frítíðartilboðini eru fleiri og spennandi. Við nýggju sjófeingislógini hevur samgongan givið fiskivinnuni tryggar karmar at virka undir, og fer ein enn betri gongd í fiskivinnuni eisini at merkjast í Suðuroynni, har størsta uppisjóvarvirki í landinum og eitt tað mest framkomna í heiminum er staðsett. Við sjófeingislógini eru eisini góðir møguleikar at stuðla nýggjum vinnuligum royndum og verkætlanum, og eru longu fleiri virkir, ið virka fisk í Suðuroynni, umframt onnur, sum hava ætlanir um royndir við øðrum framleiðslum ið virðisøkja fiskatilfeingi. Góðir ferðavinnumøguleikar eru í Suðuroynni, og eru møguleikar fyri vøkstri við fleiri tilboðum. Nógv átøk eru framd í Suðuroynni, sum skulu økja trivnaðin. Ítróttarháskúli í Vági og eftirskúli á Tvøroyri eru tvey tiltøk, sum fáa stóran part av fíggingini frá landinum. Kommunurnar hava harumframt sett nógv góð átøk í verk at skapa góðan trivnað í oynni. Undir corona hava vit lært, at fjarlestur og fjararbeiði ber væl til, og kann tað eisini gera at fleiri fara at velja at búseta seg í Suðuroynni, hóast arbeiðið ella skúlin eru aðrastaðni, ella suðuroyingar sleppa undan at flyta aðrastaðni har skúli ella arbeiðið er. -- 1 of 2 -- Meðan fólkatalið hevur verið vaksandi í landinum, hevur tað sum spyrjarin vísir á, staðið í stað í Suðuroynni í fleiri ár. Við tryggari karmum um fiskivinnuna, tíðarhóskandi samferðslu og trivnaðarátøkum, kann gongdin í fólkatalinum í Suðuroynni vónandi vendast til vøkstur. Til nr. 3: Ein arbeiðsbólkur skrivaði í 2019 ”Álit um møguleikar, fyrimunir og vansar, at gera ein Suðuroyartunnil”. Bólkurin mælti til, at byrjað verður at bora og spreingja Suðuroyartunnilin í 2023. Jarðfeingi hevur gjørt eitt tilmæli til Landsverk um, hvørjar jarðfrøðiligar kanningar eiga at verða gjørdar fyri at hava eitt haldgott grundarlag fyri at fara undir verkætlanina. Jarðfrøðiligar kanningar eru gjørdar á landi. Harumframt eru mátingar gjørdar av havbotninum allan vegin millum Sandoy og Skúvoy, umframt sunnanfyri Skúvoy og norðanfyri Suðuroy. Á fíggjarlógini fyri 2020 hava forkanningar og fyrireikingar til Suðuroyartunnil fingið sína egnu høvuðskontu, og hevur samgongan sett 5 mió. kr. av, soleiðis at hildið kann verða fram við at gera forkanningar og at fyrireika tunnilin. Tá hesar kanningar eru gjørdar, kunnu veruligu fyrireikingarnar til ein Suðuroyartunnil byrja. Í Tinganesi, 3. juli 2020 Bárður á Steig Nielsen løgmaður -- 2 of 2 --
114.19 Spurningur til B.S. Nielsen fra H. Mortensen - tiltokum at styrkja Suduroynna.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 22. jun. 2020
Sjá útdrigin tekst
Nr. 114/2019 Heðin Mortensen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur viðvíkjandi tiltøkum at styrkja Suðuroynna, settur løgmanni, Bárði á Steig Nielsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvørji tiltøk ætlar landsstýrið at seta í verk til tess at venda gongdini í fólkatalinum í Suðuroynni? 2. Metir løgmaður, at hetta at seta gongd á Suðuroyartunnilin hevði verið eitt týdningarmikið átak í hesum høpi? 3. Um so er, nær ætlar løgmaður, at farast skal undir at gera Suðuroyartunnilin? Viðmerkingar: Nýggjastu tølini frá Hagstovuni vísa, at sjálvt nú í góðum tíðum veksur fólkatalið í Suðuroynni ikki. Vøkstur er í øllum hinum høvuðsøkjunum í landinum, so úrslitið er, at í dag búgva einans 8,8 % av fólkinum í Suðuroynni, meðan 13 % búðu har í 1985. 1 Hyggja vit eftir aldurs- og kynssamansetingini, eru útlitini enn daprari. Glottar eru tó summastaðni í oynni, har gongdin ikki er so galin, og einstøk stór arbeiðspláss eru løgst aftrat. Skal fólkatalið og vinnugrundarlagið styrkjast, er tað helst neyðugt, at landið hjálpir til við miðvísum átøkum; bæði til at stuðla undir ítøkiliga menning og til at birta størri áræði og broyta ímyndina av Suðuroynni. Avmarkaðu og kostnaðarmiklu flutningsmøguleikarnir eru ofta lýstir sum ein stór avbjóðing í sambandi við trivnaðin í Suðuroynni. Ein Suðuroyartunnil hevði bøtt munandi um hesi viðurskifti. Tí er tað viðkomandi hjá løgmanni at boða fólki og vinnu frá, um ætlanin er at fara undir at gera Suðuroyartunnil. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 22. juni 2020 Heðin Mortensen 1 https://hagstova.fo/fo/tidindi/fólkatalið-nærkast-52500 -- 1 of 1 --