52-113/2019
Starvssetan av læknum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 3. jul. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
113.19 Svar fra K.L.H. Johannesen til J. Joensen - Starvssetan av laeknum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 3. jul. 2020
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 3. juli 2020 HMR J. nr. 20/00583-8 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á fyrispurning nr. 113/2019 eftir § 52a í tingskipanini viðvíkjandi starvssetan av læknum frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni Spurningurin var soljóðandi: 1. Ætlar landsstýrismaðurin at hækka játtanina til introstørv? 2. Heldur landsstýrismaðurin, at tað hevði borið til at stytt bíðitíðirnar í heilsuverkinum og havt meira støðugar læknar í økjum, har tað mangla læknar, um starvsfólkatilfeingið bleiv gagnnýtt betur? Svar: Til spurning 1 Í 2004 varð serstøk játtan sett á stovn til útbúgving av yngri læknum í føroyska heilsuverkinum. Endamálið við játtanini var at styrkja útbúgvingina av kommunulæknum og sjúkrahúslæknum í Føroyum. Landssjúkrahúsið umsitur kontuna, og í leiðbeining frá Heilsumálaráðnum er sett, at í minsta lagi tvey høvuðsútbúgvingarstørv verða sett um árið innan almen medisin (kommunulæknar) – og trý fimta hvørt ár. Skipanin við útbúgving av kommunulæknum hevur virkað sera væl, síðani hon varð sett í gildi. Hesi árini eru útbúnir 29 kommunulæknar í Føroyum. Hinvegin hava Landssjúkrahúsið og Heilsutrygd víst á, at tørvur er á enn fleiri høvuðsútbúgvingarstørvum umframt introstørvum bæði innan almen medisin og aðrar sergreinar innan Sjúkrahúsverkið. Eg viðurkenni, at tørvur er á fleiri útbúgvingarstørvum í skipanini, tí fari eg at taka málið upp við avvarðandi partar í sambandi við fíggjarlógararbeiðið fyri 2021. Við fleiri introstørvum innan aðrar sergreinar á sjúkrahúsunum, høvdu fleiri føroyskir yngri læknar havt møguleika at koma til Føroyar at arbeiða millum lestur og høvuðsútbúgvingina. Royndir hava víst, at tað at knýta bond við læknar undir útbúgving, økir heilt vist um møguleikan fyri, at hesir velja at koma til Føroyar aftur seinni á teirra starvsleiðum. Til spurning 2 Roynt verður alsamt at menna útbúgvingarstøðini, bæði á Landssjúkrahúsinum og í Kommunulæknaskipanini. Hesi átøk hava borið ávøkstur, og er áhugin hjá føroyskum læknalesandi at venda aftur til Føroyar eftir loknan lestur nú ovurstórur. -- 1 of 2 -- Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri sergreinar góðkendar til introstørv og partar av høvuðsútbúgvingarstørvum. Tað vil siga, í løtuni eru bæði umsøkjarar og tøk útbúgvingarpláss, men í verandi játtan til útbúgving av yngri læknum, er ikki fígging til fleiri útbúgvingarstørv. Fleiri útbúgvingarstørv á Landssjúkrahúsinum høvdu havt við sær meiri orku til kanningar og viðgerðir, og harvið hevði verið møguligt at stytt um bíðilistarnar. Tað eru 34 kommunulæknaviðtalur í Føroyum. 26 av kommunulæknaviðtalunum eru mannaðar við kommunulæknum í føstum starvi; meðan hinar 8 kommunulæknaviðtalurnar eru mannaðar við avloysarum. Havandi í huga aldurin hjá kommunulæknunum og talið av læknum undir útbúgving, sum verða lidnir næstu trý árini, eru ikki útlit fyri, at fleiri av leysu størvunum verða mannaði við føstum lækna komandi árini. Tí vil eg frameftir arbeiða fyri, at fleiri læknar koma í útbúgvingarstørv. Til kunningar eru í útbúgvingarskipanini í løtuni: 16 KBU-læknar (Klinisk Basis Uddannelse), 8 læknar í introstørvum innan ymiskar sergreinar og 10 læknar undir høvuðsútbúgving til kommunulækna. Heilsumálaráðið, 3. juli 2020 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
113.19 Spurningur til K.L.H. Johannesen fra J. Joensen - Starvssetan av laeknum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 22. jun. 2020
Sjá útdrigin tekst
Nr. 113/2019 Jóhannis Joensen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur viðvíkjandi starvssetan av læknum, settur landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Ætlar landsstýrismaðurin at hækka játtanina til introstørv? 2. Heldur landsstýrismaðurin, at tað hevði borið til at stytt bíðitíðirnar í heilsuverkinum og havt meira støðugar læknar í økjum, har tað mangla læknar, um starvsfólkatilfeingið bleiv gagnnýtt betur? Viðmerkingar: Heilsuverkið í Føroyum manglar læknar. Nógvir borgarar hava ongan fastan kommunulækna, og bíðtíðirnar til serlæknaviðtalur eru langar. Fyri at gerast serlækni eru nøkur stig ella størv, tú skalt í gjøgnum. Fyrsta stigið er KBU starv; hetta tekur eitt ár, og har hava vit fingið eina skipan, sum ger, at føroyingar hava framíhjárætt til størvini her. Næsta stigið er introstarv, sum er eitt hálvt til eitt heilt ár innan valdu serlæknagrein. Fleiri læknar taka meira enn eitt introstarv, um tey ivast í serlæknagreinini. Í Føroyum hava vit í nógv ár snakkað um, at vit vilja hava fleiri serlæknar í heilsuverkið, og tí er spurningurin, um vit ikki skulu gera alt, vit eru ment til tess at útbúgva serlæknar. Í løtuni eru 15 føroyskir yngri læknar í Føroyum, men tað eru bert trý introstørv lýst leys. Tað vil siga, at vit hava 10-12 yngri læknar, sum mugu aftur til Danmarkar, um tey skulu koma nærri eini serlæknaútbúgving. Eru læknarnir fyrst farnir av landinum, er vandi fyri, at teir búseta seg uttanlands og ikki koma aftur. Um tað eru fleiri kommunulæknar kring landið, sum eru áhugaðir í at taka ímóti læknum í introstørvum, hevði hetta samstundis økt um læknatilfeingið í teimum økjunum, har tørvur er á læknum. Á Løgtingi, 22. juni 2020 Jóhannis Joensen -- 1 of 1 --