← Løgtingsmál

52-112/2019

Innkoyringarnar til Norðragøtu

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. jul. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
112.19 Svar fra J. Niclasen til U. Rasmussen - innkoyringarnar til Nordragotu.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 2. jul. 2020

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 1. juli 2020
J. nr.: 20/00303
Svar upp á fyrispurning nr. 112/2019 eftir tingskipanini § 52a
Fyrispurningur frá Una Rasmussen, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýris-
manni í fíggjarmálum, um innkoyringarnar til Norðragøtu
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera nakað fyri at bøta um ferðslutrygdina við
innkoyringarnar til Norðragøtu?
Svar:
Á vegastrekkinum millum rundkoyringina í Gøtudali og Gøtugjógv koyra umleið 6.000 bilar dagliga.
Landsverk hevur greinað tær vanlukkur, ið eru skrásettar av løgregluni í tíðarskeiðinum 2014 – 2017.
Í hesum tíðarskeiði vóru 11 vanlukkur á hesum teini. Av hesum vanlukkum var ein fólkaskaði, fimm
stakvanlukkur og tríggjar vanlukkur í sambandi við vegamótið.
Í 2020 hava verið nakrar krossvanlukkur við Mortansstovubrekku og við Ánna. Sambært kanningum
hjá Landsverki bendir einki á, at yvirlitið í vegamótinum var orsøkin til vanlukkurnar. Vegakrossarnir
lúka donsk yvirlitskrøv fyri vegamót.
Samanborið við landsveganetið sum heild er vanlukkutættleikin (vanlukkur fyri hvønn km) á
fyrrnevnda teini beint yvir miðal. Ì 2018 var tí gjørdur ein ferðslulummi á vegamótinum við
Mortansstovubrekku.
Landsverk upplýsir, at bilverjan millum Mortansstovubrekku og Gøtugjógv verður skift út ella tikin
niður. Orsøkin er, at skráin á bilverjuni hevur lutfalsliga lítið hall, og tí er bilverjan óneyðug á pørtum
av hesum teini.
Landsverk kannar við jøvnum millumbilum um fleiri ferðslutrygdartiltøk skula setast í verk við
innkoyringarnar til Norðagøtu, herundir um hámarksferðin skal setast niður. Støða verður síðani
tikin til úrslitið av hesum kanningum.
Tinganes, 01. juli 2020
Jørgen Niclasen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
112.19 Spurningur til J. Niclasen fra U. Rasmussen - innkoyringarnar til Nordragotu.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. jun. 2020

Sjá útdrigin tekst
Nr. 112/2019
Uni Rasmussen
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um innkoyringarnar til Norðragøtu, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen (at svara skrivliga eftir
TS § 52a)
1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera nakað fyri at bøta um
ferðslutrygdina við innkoyringarnar til Norðragøtu?
Viðmerkingar:
Norðragøtu bygd hevur tríggjar innkoyringar frá landsvegnum. Hesar innkoyringar
eru ofta íblandaðar ferðsluóhapp, harav flest øll ferðsluóphappini henda við tær báðar
sunnaru innkoyringinar til Norðragøtu.
Ferðsluóhappini, sum henda við innkoyringarnar til Norðragøtu, eru ofta ógvuslig.
Hetta kemst helst av, at talan er um vegastrekki, har ið tað er loyvt at koyra 80 km/t.
Hóast onkrar ábøtur eru gjørdar á strekkinum, so henda framvegis nógv ferðsluóhapp
við hesar innkoyringar. Tað tykist, at tað er bert ein spurningur um tíð, til at ein
ferðsluvannlukka fer at henda, sum fer at kosta mannalív.
Meiningarnar, um hvat skal gerast, eru nógvar. Ynski eru um at bøta uppmerkingina,
bøta um útsýnið við innkoyringarnar, at seta hámarksferðina niður á hesum
strekkinum v.m.
Spyrjarin ynskir at fáa at vita, um nakrar ætlanir eru um at bøta um
ferðsluviðurskiftini við innkoyringarnar til Norðragøtu fyri at kunna forða fyri
ferðsluóhappum í framtíðini. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 19. juni 2020
Uni Rasmussen

-- 1 of 1 --