52-111/2019
Veruliga kostnaðin og mist størv av at flyta netbanka og peningaupplýsingarnar hjá føroyingum av landinum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. jul. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
111.19 Svar fra H. Abrahamsen til H. Hoydal - veruliga kostnadin og mist storv av at flyta netbanka og peningaupplsingarnar....pdfuppruna-PDF
Svar · — · 3. jul. 2020
Sjá útdrigin tekst
1 / 3 Helgi Abrahamsen landsstýrismaður Svar uppá fyrispurning frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, eftir Tingskipanini §52a, um veruliga kostnaðin og mist størv av at flyta netbanka og peningaupplýsingarnar hjá føroyingum av landinum Spurningurin var soljóðandi: 1. Hvussu nógv størv vóru á P/F Elektron hvørt árið frá og við 2004 til 2020? 2. Hvussu nógv hava føroysku peningastovnarnir rindað árliga í krónum og oyrum til útlendskar skipanir og fyritøkur fyri netbanka- og gjaldsskipanir hvørt árið frá og við 2004 til 2020? 3. Hvussu nógv kostaði sjálv flytingin og umleggingin av netbanka- og gjaldsskipanum í krónum og oyrum, tá ið skipanarraksturin varð fluttur í 2010 – fyri peningastovnarnar og fyri føroyskar fyritøkur? 4. Hvussu verða kostnaðurin og gjøldini til útlendsku netbanka- og gjaldsskipanirnar gjørd upp? T.e. tá ið landsstýrismaðurin áður hevur upplýst, at peningastovnarnir rinda 55 mió.kr. árliga til útlendsku skipanirnar, rindar so føroyski brúkarin harafturat eyka gjøld til útlendsku skipanirnar fyri hvørja einstaka tænastu og nýtslu? 5. Um svarið er játtandi til spurning 4, hvussu nógv verður goldið úr Føroyum tilsamans árliga til netbanka og gjaldsskipanir uttanlands (gjøld hjá peningastovnum + brúkaragjøld hjá vinnu og borgarum fyri hvørja tænastu og hvørja ítøkiliga nýtslu)? 6. Hvussu nógv hava føroysku peningastovnarnir bundið seg til at rinda til útlendsku fyritøkurnar í krónum og oyrum í dagsins prísum í mun til prosentbindingar í sáttmálum, um skipanirnar verða tiknar heimaftur? 7. Hvussu eru ognarviðurskiftini sett saman og broytt síðan 2010 í teimum fyritøkum uttanlands, sum føroysku peningastovnarnir hava sínar netbanka- og gjaldsskipanir í (M.a. SDC, NETS, BED, PBS, Visa og ATM-skipan, NEM-id, Porto to deildarnet og IBM- avgreiðsluskipanin)? 8. Hvørjar møguleikar hava føroyskir myndugleikar at tryggja føroyskum borgarum síni rættindi og møgulig endurgjøld, um svik ella villur fara fram í teimum útlendsku skipanunum, sum raka føroyskar borgarar og vinnufyritøkur? -- 1 of 3 -- 2 / 3 Svar: Til at svara fyrsta spurning, hevur Elektron sent niðanfyristandandi yvirlit, við talinum av starvsfólkum í árunum 2004 til 2019. Í roknskaparárinum 2012 løgdu fyritøkurnar Elektron og Sam-teld saman. Árið fyri í 2011 vóru tað ávikavist 85 starvsfólk í Elektron og 13 starvsfólk í Sam- teld. Ár 2004 2005 2006 2007 2008 2009 2010 2011 Starvsfólkatal (ársverk) 57 60 66 70 77 83 81 85 Ár 2012 2013 2014 2015 2016 2017 2018 2019 Starvsfólkatal (ársverk) 79 76 69 60 60 65 65 67 Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur sent Felagnum Peningastovnar spurningarnar frá Høgna Hoydal. Peningastovnarnir hava tó ikki svarað ítøkiligu spurningunum, og í hesum svarinum verður tí roynt at svara neyvari, enn í svarinum frá 5. juni til skrivliga fyrispurningin frá Høgna Hoydal, men framvegis við støði í forkanningini um heimtøku av peningastovnsskipanum, frá 2016. Til spurning 2 Í forkanningini um heimtøku av peningastovnsskipanunum varð komið fram til, at útreiðslurnar hjá føroysku peningastovnunum til útlendskar veitarar í 2007 og 2008 vóru í miðal 55 mió. kr. um árið. Spurning 3, 4 og 5 ber ikki til hjá landsstýrismanninum at svara, uttan at fáa ítøkiligar upplýsingar frá peningastovnunum. Til spurning 6 Sum arbeiðsbólkurin, sum gjørdi forkanningina um heimtøku av peningastovnsskipanunum, hevði fingið upplýst, skulu peningastovnarnir, um teir søgdu samstarvið við SDC upp, rinda SDC eina upphædd, sum svarar til fýra ára rakstur. Um metingin á 55 mió. kr. um árið er røtt, hava peningastovnarnir sostatt bundið seg til at gjalda SDC 220 mió. kr., um skipanirnar verða heimtiknar. Vart verður gjørt við, at parturin hjá føroysku peningastovnunum av óítøkiligu ognunum hjá SDC verður mótroknaður hesum, um samstarvið verður sagt upp. Eingin meting varð gjørd í forkanningini um, hvussu endaliga úrslitið tá hevði verið. Um spurning 7 veit landsstýrismaðurin at siga, at: - PBS er blivið til NETS. Felagið var í 2004 selt til ATP og tveir amerikanskar kapitalgrunnar og í 2017 varð NETS selt til amerikanska kapitalgrunnin Hellman & Friedman. - Bankarnir eiga SDC og BEC. SDC eigur ATM-skipanina - NETS eigur NEM-id - Tað, sum í forkanningini um heimtøku av peningastovnsskipanunum verður nevnt Porto og deildarnet, fevnir serliga um tænastur frá Posta og Føroya Tele. - IBM avgreiðsluskipanin er niðurløgd -- 2 of 3 -- 3 / 3 Til spurning 8 er at siga, at tað sum broyttist í 2010 var, at skipanarraksturin varð fluttur frá Elektron til SDC, sum peningastovnarnir eru medeigarar í, men rættarstøðan hjá føroysku borgarunum má metast at vera óbroytt. Tað eru, nú sum áður, føroysku peningastovnarnir, sum mugu ábyrgdast fyri feilir, sum henda í teirra skipanum. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 3. juli 2020 Helgi Abrahamsen landsstýrismaður -- 3 of 3 --
111.19 Spurningur til H. Abrahamsen fra H. Hoydal - veruliga kostnadin og mist storv av at flyta netbanka og peningaupplsingarnar....pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 19. jun. 2020
Sjá útdrigin tekst
Nr. 111/2019 Høgni Hoydal løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um veruliga kostnaðin og mist størv av at flyta netbanka og peningaupplýsingarnar hjá føroyingum av landinum, settur landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvussu nógv størv vóru á P/F Elektron hvørt árið frá og við 2004 til 2020? 2. Hvussu nógv hava føroysku peningastovnarnir rindað árliga í krónum og oyrum til útlendskar skipanir og fyritøkur fyri netbanka- og gjaldsskipanir hvørt árið frá og við 2004 til 2020? 3. Hvussu nógv kostaði sjálv flytingin og umleggingin av netbanka- og gjaldsskipanum í krónum og oyrum, tá ið skipanarraksturin varð fluttur í 2010 – fyri peningastovnarnar og fyri føroyskar fyritøkur? 4. Hvussu verða kostnaðurin og gjøldini til útlendsku netbanka- og gjaldsskipanirnar gjørd upp? T.e. tá ið landsstýrismaðurin áður hevur upplýst, at peningastovnarnir rinda 55 mió.kr. árliga til útlendsku skipanirnar, rindar so føroyski brúkarin harafturat eyka gjøld til útlendsku skipanirnar fyri hvørja einstaka tænastu og nýtslu? 5. Um svarið er játtandi til spurning 4, hvussu nógv verður goldið úr Føroyum tilsamans árliga til netbanka og gjaldsskipanir uttanlands (gjøld hjá peningastovnum + brúkaragjøld hjá vinnu og borgarum fyri hvørja tænastu og hvørja ítøkiliga nýtslu)? 6. Hvussu nógv hava føroysku peningastovnarnir bundið seg til at rinda til útlendsku fyritøkurnar í krónum og oyrum í dagsins prísum í mun til prosentbindingar í sáttmálum, um skipanirnar verða tiknar heimaftur? 7. Hvussu eru ognarviðurskiftini sett saman og broytt síðan 2010 í teimum fyritøkum uttanlands, sum føroysku peningastovnarnir hava sínar netbanka- og gjaldsskipanir í (M.a. SDC, NETS, BED, PBS, Visa og ATM-skipan, NEM- id, Porto to deildarnet og IBM-avgreiðsluskipanin)? 8. Hvørjar møguleikar hava føroyskir myndugleikar at tryggja føroyskum borgarum síni rættindi og møgulig endurgjøld, um svik ella villur fara fram í -- 1 of 2 -- teimum útlendsku skipanunum, sum raka føroyskar borgarar og vinnufyritøkur? Viðmerkingar: 15. juni 2020 svaraði landsstýrismaðurin skrivligum fyrispurningi frá undirritaða um kostnaðin og mist størv av at flyta netbanka- og gjaldsskipanir hjá peningastovnunum av landinum. Í svarinum kom fram, at Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevði biðið peningastovnarnar um at greina kostnaðirnar, ið spurt varð um, men at hetta ikki hevði verið møguligt áðrenn freistina at svara spurninginum. Undirritaði gjørdi undir orðaskiftinum greitt, at svarini vóru ikki fullfíggjað, og at nýggir spurningar fóru at verða settir til tess at lýsa málið til fulnar. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 19. juni 2020 Høgni Hoydal -- 2 of 2 --