52-110/2019
Ávirkan á sjúklingar orsakað av koronu
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. jul. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
110.19 Svar fra K.L.H. Johannesen til S. Stenberg - avirkan a sjuklingar orsaka av korona.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 30. jun. 2020
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 30. juni 2020 HMR J. nr. 20/00581-6 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á fyrispurning nr. 110/2019 eftir § 52a í tingskipanini um ávirkan á sjúklingar orsakað av koronu frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu Spurningurin var soljóðandi: 1. Hvørja ávirkan hevur koronusmittan havt á virksemið í sjúkrahúsverkinum? 2. Hvussu nógvir sjúklingar hava verið noyddir at bíða eftir kanningum, viðgerðum, endurvenjing og øðrum? 3. Hvussu eru virksemistølini í sjúkrahúsverkinum higartil í ár sammett við somu tíð í fjør? 4. Hvat hevur verið gjørt fyri at byrgja fyri avleiðingum av útsettum sjúklingatænastum? 5. Verður nakað serligt gjørt frameftir fyri at innheinta bíðilistarnar í sjúkarhúsverkinum? Svar: Til spurning 1, 2 og 3 Sambært sjúkrahúsverkinum hevur koronasmittan í síni heild havt sera stóra ávirkan á virksemið í verkinum. Um miðjan mars vórðu munandi átøk gjørd fyri at minka um smittuvandan. Hetta merkti, at stórur partur av teimum viðgerðum og kanningum, sum kundu útsetast, vórðu útsettar. Koronasmittan hevði eisini við sær, at fólk ikki hættaðu sær at koma á sjúkrahúsið og viðhvørt bóru seg undan at koma til viðtalur. Tann 1. mai í ár fóru sjúkrahúsini varisliga upp aftur í ferð við virðing fyri almennu tilmælunum um reinføri og fjarstøðu. Tað er eitt sindur ójavnt, hvussu virksemið hevur verið ávirkað, tí samstundis sum ferðin varð sett niður, so vóru tað nøkur, ið fingu munandi meira at gera. Millum annað øll tey, ið hava staðið fyri at gera mongu kanningarnar fyri COVID-19. -- 1 of 3 -- Sjúkrahúsverkið hevur greinað tølini fyri virksemið í tíðarskeiðinum, tá koronasmittan av álvara gjørdi um seg samanborið við 2019. Í tíðarskeiðinum minkaði ambulanta virksemið samlað millum 35 og góð 40 prosent á teimum trimum sjúkrahúsunum. Yvirhøvur kann sigast, at koronasmittan serliga ávirkaði talið av planløgdum skurðviðgerðum á øllum trimum sjúkrahúsunum. Hesar minkaðu við millum 35 og 60 prosent og eitt nú hevði fysio- og ergoterapiin eina minking, sum lá millum 60 og 80 prosent í mun til sama tíðarskeið í 2019. Ambulanta virksemið á medisinska økinum minkaði ikki eins nógv, millum 10 og 35 prosent á teimum trimum sjúkrahúsunum – eitt nú tí, at fleiri viðtalur vórðu við telefon ístaðin. Sama mynstur ger seg galdandi í psykiatriini, har ambulanta virksemið minkaði við 8 prosentum í tíðarskeiðinum samanborið við 2019. Í psykiatriini minkaði talið av heimavitjanum við 80 prosentum, meðan telefonviðtalurnar vuksu við sløkum 60 prosentum. Tað er ilt at siga neyvt, hvussu nógvir sjúklingar hava verið noyddir at bíða eftir kanningum, viðgerðum, endurvenjing ella øðrum. Tá vit samanbera við virksemistølini í 2019, so er ambulanta virksemið minkað við umleið 6000 kanningum og viðgerðum hetta tíðarskeiðið. Hetta merkir ikki, at tað eru 6000 sjúklingar, sum eru ávirkaðir, tí sjúklingar ganga ofta aftur í fleiri kanningum og viðgerðum. Til spurning 4 og 5 Tað er umráðandi at gera greitt, at allir sjúklingar, sum høvdu tørv á viðgerð og ikki kundu bíða, fingu neyðugu viðgerðina. Aðrir sjúklingar upplivdu, at ætlaða tíðin varð útsett. Í hvørjum einstøkum føri var tað ein lækni, sum gjørdi metingina. Øll sjúkrahúsini løgdu nógv fyri, soleiðis at útsettu sjúklingarnir fingu eina tíð skjótast til bar, aftaná at samfelagið varisliga lat upp aftur, men tíðarskeiðið hevur sjálvsagt havt ávirkan á bíðilistarnar og bíðitíðirnar í sjúkrahúsverkinum. Sum nevnt í svarinum til undanfarna spurning, so vóru fleiri viðtalur framdar við telefon, heldur enn at sjúklingurin møtti á sjúkrahúsinum. Hetta var gjørt, tá ið tað var mett ráðiligt og hevur havt við sær, at færri viðtalur serliga á medisinska – og lutvíst á psykiatriska økinum – vórðu útsettar. Størsta avbjóðingin er tí á skurðøkinum, har bíðilistarnir og harvið bíðitíðin er nógv longd. Samstundis er í løtuni mangul uppá serlæknar í føstum starvi innan ortopedi í føroyska sjúkrahúsverkinum, m.a. tí at fólk eru farin í annað starv. Tað hevur við sær, at færri skurðviðgerðir verða framdar. Sjúkrahúsleiðslan hevur tikið málið upp til viðgerðar og arbeiðir í løtuni við ymsum møguligum uppskotum til loysnir. Tá hetta arbeiðið er liðugt, verður málið tikið upp við undirritaða landsstýrismann. -- 2 of 3 -- Leggjast kann aftrat, at sjúkrahúsverkið arbeiðir við einari loysn við at hýsa sjúklingum, beint uttanfyri intensivu deild á Landssjúkrahúsinum, sum hava COVID-19, ella hava illgruna um smittuna. Hetta er ein góð og dygg loysn, sum minkar um smittuvandan, og vil hava við sær, at vanliga virksemið á sjúkrahúsinum ikki verður eins nógv ávirkað, um farsóttin tekur seg uppaftur. Í Klaksvík og á Tvøroyri verður tað helst framvegis soleiðis, at sjúklingar við illgruna um smittu sum útgangsstøði verða innlagdir á lokalu sjúkrahúsini. Verður sjúklingur staðfestur sjúkur við COVID- 19, verður hann fluttur beinanvegin á Landssjúkrahúsið. Heilsumálaráðið, 30. juni 2020 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 3 of 3 --
110.19 Spurningur til K.L.H. Johannesen fra S. Stenberg - avirkan a sjuklingar orsaka av korona.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 19. jun. 2020
Sjá útdrigin tekst
Nr. 110/2019 Sirið Stenberg løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um ávirkan á sjúklingar orsakað av koronu, settur landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvørja ávirkan hevur koronusmittan havt á virksemið í sjúkrahúsverkinum ? 2. Hvussu nógvir sjúklingar hava verið noyddir at bíða eftir kanningum, viðgerðum, endurvenjing og øðrum ? 3. Hvussu eru virksemistølini í sjúkrahúsverkinum higartil í ár sammett við somu tíð í fjør ? 4. Hvat hevur verið gjørt fyri at byrgja fyri avleiðingum av útsettum sjúklingatænastum ? 5. Verður nakað serligt gjørt frameftir fyri at innheinta bíðilistarnar í sjúkarhúsverkinum ? Viðmerkingar: Koronu støðan er serstøk og hevur avleiðingar á samfelagið alt. Eisini í sjúkrahúsverkinum hevur koronutilbúgvingin kravt nógv, og vanliga virksemið hevur verið bæði ávirkað og skert. Vit hava frætt, at fólk hava hildið seg aftur at fara til lækna, samstundis sum virksemið hevur verið skert í sjúkrahúsverkinum. Fyri nakrar sjúkubólkar er óivað okkurt, sum kann bíða, hóast tað hevur avleiðingar fyri fólk. Í øðrum førum kann størri vandi óivað verða, um álvarsom sjúka ikki verður funnin í rættari tíð, og neyðug viðgerð sett í verk. Eisini kunnu stórar avleiðingar verða av eitt nú manglandi endurvenjing, har førleikamissur í ringasta føri ikki kann endurvinnast. Umframt hetta koma sálarligu avleiðingar, sum eru av støðuni sum heild. Spurningurin er, hvussu sjúkrahúsverkið, nú virksemið er økt aftur, kann innheinta bíðilistarnar, og hvørja tænastu fólk kunnu vænta at fáa. Eisini er áhugavert at fáa at vita, hvat hevur verið gjørt í koronutíðini fyri at byrgja fyri avleiðingum av niðursetta virkseminum í sjúkarahúsverkinum, og hvat verður gjørt frameftir hesum viðvíkjandi. Í eykajáttan herfyri er víst á, at Almannaverkið tørvar eyka pening fyri at fáa bøtt tey afturstig, sum teirra borgarar hava verið fyri orsakað av koronu. Spurningurin er tí eisini, um nøkur líkandi skipan er fyri sjúklingar, sum eisini hava verið fyri afturstigi. Á Løgtingi, 19. juni 2020 Sirið Stenberg -- 1 of 1 --