← Løgtingsmál

52-109/2019

Málsviðgerð hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. jul. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
109.19 Svar fra B.S. Nielsen til H. Mortensen - Malsvidgerd hja landsstyrismanninum i figgjarmalum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 2. jul. 2020

Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 2 --



-- 2 of 2 --
109.19 Spurningur til B.S. Nielsen fra H. Mortensen - Malsvidgerd hja landsstyrismanninum i figgjarmalum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. jun. 2020

Sjá útdrigin tekst
Nr. 109/2019
Heðin Mortensen
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur viðvíkjandi málsviðgerð hjá landsstýrismanninum í
fíggjarmálum, settur løgmanni, Bárði á Steig Nielsen (at svara skrivliga eftir TS
§ 52a)
1. Metir løgmaður, at tað ber til at hava álit á landsstýrismanninum í fíggjarmálum,
soleiðis sum hann kolldømdi sáttmálan millum Starvsmannafelagið og
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið?
2. Metir løgmaður, at gongdin í málinum higartil bendir á, at landsstýrismaðurin,
sum evsti fyrisitingarligi myndugleiki á økinum, hevur hildið seg til endamálið
við § 5, stk. 5 í Kommunustýrislógini?
Viðmerkingar:
Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, hevur kolldømt sáttmálan millum
Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Kommunufelagið finst í
almennum skrivi hvassliga at avgerðini og sigur millum annað, at avgerðin ikki einans
er í stríði við alla siðvenju á økinum, men eisini er beinleiðis í andsøgn við greitt
orðaða endamálið við § 5 í Kommunustýrislógini.1 Endamálið við hesi greinini er, at
landsstýrismaðurin skal tryggja javna millum lønarlagið hjá landinum og
kommununum.2 Kortini hevur landsstýrismaðurin valt at kolldøma sáttmálan. Hetta
hóast sáttmálin gevur starvsfólki hjá kommununum nett sama lønarvøkstur sum
starvsfólki hjá landinum.
Kolldømingin av sáttmálanum kom tvey samdøgur eftir, at partarnir høvdu
undirskrivað sáttmálan.3 Landsstýrismaðurin hevur enn ikki svarað formligu
atfinningunum hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, men hevur biðið um longda
freist at svara.
Meðan bíðað verður eftir svari frá landsstýrismanninum, hevði verið gott at
fingið greiðu á hesum málinum. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 19. juni 2020
Heðin Mortensen
1 Kommunufelagið, 10.06.20, http://www.kf.fo/figgjarmalara%C3%B0harrin-brytur-
styrisskipanarlogina-og-kommunustyrislogina
2 Uppskot til løgtingslóg um kommunustýri, s. 19, serligar viðmerkingar til §5,
https://www.logting.fo/files/casestate/8503/082.99%20um%20kommunulogina.pdf
3 Kringvarp Føroya 05.06.20, https://kvf.fo/greinar/2020/06/05/godkennir-ikki-sattmalan

-- 1 of 1 --