← Løgtingsmál

52-108/2019

Endurskoðan av eldraøkinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 30. jun. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
108.19 Svar fra E.M. Gunnleygsdottur til H. Mortensen- endurskodan av eldraokinum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 30. jun. 2020

Sjá útdrigin tekst
ALMANNAM ÁL ARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
110 Tórshavn
Nr. 108/2019
Svar uppá fyrispurning eftir tingskipanini § 52a
Fyrispurningur viðvíkjandi endurskoðan av eldraøkinum, settur landsstýrismanninum
í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Nær ætlar landsstýrismaðurin at seta gongd á arbeiðið við at eftirmeta eldraøkið
saman við kommununum, soleiðis sum lógin um heimatænastu og eldrarøkt frá 2015
ásetir?
2. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at leggja hetta arbeiðið til rættis, soleiðis at
eftirmetingin á ein skipaðan hátt greinar og lýsir allar viðkomandi tættir, grundað á
tær royndir, sum eru gjørdar, síðani kommunurnar yvirtóku ábyrgdina av økinum?
Viðmerkingar:
Tá ið ábyrgdin fyri eldraøkinum var áløgd kommununum 1. januar 2015, varð ásett, at
lógirnar, sum skipa eldraøkið, skuldu endurskoðast fimm ár eftir, at lógirnar vóru settar í
gildi. Tað vil siga í 2020. Metast skal m.a. um, hvørt afturberingarleisturin er nøktandi, um
markamótini millum kommunur og millum land og kommunur eru nóg greið, og um
kommunalu samstørvini virka eftir ætlan, so tey eldru fáa nøktandi tænastur um alt landið.
Arbeiðið við nýggjari vælferðarlóg reisti eisini fleiri spurningar m.a. um avleiddan tørv á at
gera broytingar í eldralógini.
Sambært lóg um heimatænastu og eldrarøkt er beinleiðis ásett, at lóggávan skal endurskoðast
í 2020. Og í serligu viðmerkingunum til hesa áseting stendur, at endurskoðanin skal fara fram
í samstarvi við Kommunufelagið. Tí eiga broytingar í eldralógini fyrst og fremst at verða
gjørdar í framhaldi av eini eftirmeting, har fakligi førleikin, innlitið og áhugamálini í
kommununum eisini eru umboðað, og ikki sum einvís stig frá landsstýrinum.
Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 18. juni 2020
Heðin Mortesen
29. juni 2020
Mál: 20/00575-2
Tygara skriv:
Viðgjørt: Barbara Álvsdóttir Thomsen

-- 1 of 2 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Síða 2 av 2
Svar:
Til nr. 1
Tá ið avgjørt varð at leggja heimatænastu og eldrarøkt út til kommununar at umsita, varð
eisini avgjørt at ein eftirmeting skuldi gerast av lógini. Hendan eftirmetingin skuldi gerast 5
ár eftir at lógin var komin í gildi.
Sambært viðmerkingunum, í álitinum frá Trivnaðarnevndini, til lógina um heimatænastu og
eldrarøkt v.m. skal eftirmetingin fara fram í samstarvi við Kommunufelagið og møguligar
aðrar partar í málinum.
Almannamálaráðið hevur havt innleiðandi fundir við Kommunufelagið, sum vit skulu
samstarva við um eftirmetingina.
Landsstýriskvinnan hevur eisini havt fund við landsstýrismennirnir í fíggjarmálum og
umhvørvis- og vinnumálum viðvíkjandi eftirmetingini av lógini um heimatænastu og
eldrarøkt v.m., lógini um kommunalt samstarv um heimatænastu og eldrarøkt v.m. og
fíggjarleistin.
Til nr. 2
Arbeiðið verður lagt til rættis í samráð við hinir luttakandi partarnir. Áðrenn ein
arbeiðssetningur er endaliga viðgjørdur og semja er um hann, kann landsstýriskvinnan ikki
útgreina, hvussu arbeiðið verður lagt til rættis.
Tórshavn 29. juni 2020
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
108.19 Spurningur til E.M. Gunnleygsdottur fra H. Mortensen - endurskodan av eldraokinum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 18. jun. 2020

Sjá útdrigin tekst
Nr. 108/2019
Heðin Mortensen
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur viðvíkjandi endurskoðan av eldraøkinum, settur
landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at
svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Nær ætlar landsstýrismaðurin at seta gongd á arbeiðið við at eftirmeta eldraøkið
saman við kommununum, soleiðis sum lógin um heimatænastu og eldrarøkt frá
2015 ásetir?
2. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at leggja hetta arbeiðið til rættis, soleiðis at
eftirmetingin á ein skipaðan hátt greinar og lýsir allar viðkomandi tættir,
grundað á tær royndir, sum eru gjørdar, síðani kommunurnar yvirtóku
ábyrgdina av økinum?
Viðmerkingar:
Tá ið ábyrgdin fyri eldraøkinum var áløgd kommununum 1. januar 2015, varð ásett, at
lógirnar, sum skipa eldraøkið, skuldu endurskoðast fimm ár eftir, at lógirnar vóru settar
í gildi. Tað vil siga í 2020. Metast skal m.a. um, hvørt afturberingarleisturin er nøktandi,
um markamótini millum kommunur og millum land og kommunur eru nóg greið, og
um kommunalu samstørvini virka eftir ætlan, so tey eldru fáa nøktandi tænastur um alt
landið.
Arbeiðið við nýggjari vælferðarlóg reisti eisini fleiri spurningar m.a. um avleiddan tørv
á at gera broytingar í eldralógini.
Sambært lóg um heimatænastu og eldrarøkt er beinleiðis ásett, at lóggávan skal
endurskoðast í 2020. Og í serligu viðmerkingunum til hesa áseting stendur, at
endurskoðanin skal fara fram í samstarvi við Kommunufelagið. Tí eiga broytingar í
eldralógini fyrst og fremst at verða gjørdar í framhaldi av eini eftirmeting, har fakligi
førleikin, innlitið og áhugamálini í kommununum eisini eru umboðað, og ikki sum
einvís stig frá landsstýrinum.
Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 18. juni 2020
Heðin Mortesen

-- 1 of 1 --