← Løgtingsmál

52-107/2019

Innflutningi av hundum, kettum o.ø.

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 30. jun. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
107.19 Svar fra H. Abrahamsen til H. Mortensen - innflutningi av hundum og kettum o.o.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 24. jun. 2020

Sjá útdrigin tekst
1 / 2
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður
Svar
uppá
§ 52a-spurning nr. 107/2019 frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi innflutningi av
hundum, kettum o.ø.
Spurningurin var soljóðandi:
1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu nógv djór ferðast árliga til og úr Føroyum?
2. Metir landsstýrismaðurin, at óttin fyri at fáa djórasjúku til Føroya er so stórur nú, at totalt
forboð skal setast í verk fyri innflutningi av djórum?
3. Um so er, hvørjum ítøkiligum sjúkum er hesin óttin fyri?
4. Hvørt ár fara hundar til útlond til viðgerðar og kanningar, tí vit í Føroyum ikki hava neyðuga
útgerð ella servitan til hetta. Hvat er ætlanin hjá landsstýrismanninum at gera við henda
trupulleika?
5. Nógv djór ferðast uttanlands í sambandi við ymiskar kappingar. Hevur landsstýrismaðurin ætlan
um at steðga hesum í framtíðini?
Svarað verður undir einum:
Áðrenn galdandi kunngerð kom í gildi í 2004, var talið av hundum og kettum, sum vórðu innflutt til
Føroya, sera lágt. Í 2002 og 2003 var talið av innfluttum hundum og kettum ávikavist 34 djór og 90
djór. Í 2019 vóru omanfyri 300 djór (hundar og kettur) innflutt/endurinnflutt til Føroya. Talan er
sostatt um eina ógvusliga øking hesi 16 árini, kunngerðin hevur verið í gildi.
Innflutningur av hundum og kettum úr útlondum hevur søguliga verið lítil og eingin, og tí eru fleiri
djórasjúkur, sum eru vanligar aðrastaðni, ikki at finna í Føroyum. Føroyar eru harafturat
landafrøðiliga avbyrgdar og tí rættiliga væl vardar fyri einari røð av djórasjúkum, sum eru vanligar í
øðrum londum. Nakrar av hesum sjúkum kunnu smitta bæði djór og fólk, og av tí at summar av
sjúkunum kunnu smitta fleiri djórasløg, kunnu tær lættliga spjaðast og eru tá ringar at basa. Økti
flutningurin av djórum økir vandan fyri, at slíkar djórasjúkur koma til Føroya.
Ferðamynstrið er munandi broytt, og tí er neyðugt at broyta reglurnar um innflutning av djórum
soleiðis, at djórasjúkustøðan í Føroyum verður verandi góð. Ferðslan við djórum økist, og djórini
koma úr alt meira fjarskotnum londum, eisini úr londum við ivasamari ella vánaligari
djóraheilsustøðu. Sama mynstrið sæst í okkara grannalondum, har ferðslan økist munandi. Flestu
djór, sum koma til Føroya, koma úr Danmark, men evropeiska meginlandið er at meta sum eitt
veterinert øki, og tað merkir, at vandin fyri djórasjúkum eisini økist við djórum, sum koma úr
Danmark. Frammanundan hevur ferðing við djórum verið avmarkað, og tí hava reglurnar fyri at
ferðast við djórum verið lagaligar. Hetta er tó ikki ráðiligt longur, nú ferðslan við djórum er økt
munandi.
Uppskot til kunngerð um innflutning av hundum, kettum og gitnaðarevnum er í løtuni til hoyringar
hjá viðkomandi pørtum. Endamálið við hoyringini er júst at fáa fram allar viðkomandi

-- 1 of 2 --

2 / 2
viðmerkingar, og tá hoyringarfreistin er av, verða innkomnar viðmerkingar viðgjørdar neyvt saman
við landsdjóralæknanum.
Tá henda viðgerð er av, ber til at svara settu spurningunum neyvari.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 24. juni 2020
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
107.19 Spurningur til H. Abrahamsen fra H. Mortensen - innflutningi av hundum kettum o.o.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 18. jun. 2020

Sjá útdrigin tekst
Nr. 107/2019
Heðin Mortensen
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur viðvíkjandi innflutningi av hundum, kettum o.ø, settur
landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum, Helga Abrahamsen (at
svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu nógv djór ferðast árliga til og úr
Føroyum?
2. Metir landsstýrismaðurin, at óttin fyri at fáa djórasjúku til Føroya er so stórur
nú, at totalt forboð skal setast í verk fyri innflutningi av djórum?
3. Um so er, hvørjum ítøkiligum sjúkum er hesin óttin fyri?
4. Hvørt ár fara hundar til útlond til viðgerðar og kanningar, tí vit í Føroyum ikki
hava neyðuga útgerð ella servitan til hetta. Hvat er ætlanin hjá
landsstýrismanninum at gera við henda trupulleika?
5. Nógv djór ferðast uttanlands í sambandi við ymiskar kappingar. Hevur
landsstýrismaðurin ætlan um at steðga hesum í framtíðini?
Viðmerkingar:
Ferðing og innflutningur av djórum hevur verið loyvt í mong ár, og higartil er mett, at
fyribyrgjandi viðgerðir hava verið nøktandi. Gamla skipanin, har hundar skuldu í
sóttarhald, varð broytt í 1996. Landsstýrið ætlar nú at rulla skipanina aftur og gera hana
enn strangari. Broytingaruppskot til kunngerð um innflutning og ferðing við hundum
v.m. er sent til hoyringar. Verður nýggja kunngerðin sett í verk, fer ikki longur at bera
til hjá føroyskum hundaeigarum at fara uttanlands og hava hundin við.
Hvørt ár fara hundar til útlond til viðgerðar og kanningar. Hetta umfatar m.a. átrokandi
viðgerðir og skurðviðgerðir fyri kroniskar sjúkur. Um broytingaruppskotið kemur í
gildi, so verða kanska nógv djór, sum ikki fáa neyðuga viðgerð. Spyrjarin ivast í, um
tað er nøktandi djóravælferð, at djór í Føroyum ikki fáa neyðugar viðgerðir og
kanningar. Harafturat kann talan vera um eina skerjing í nútímans mátanum hjá fólki at
halda djór. Hundar og kettur eru ikki longur djór, sum bara búgva í kjallaranum. Hjá
fleiri eru tey nú partur av einum nútímans familjulívi, og fyri hesi er tað púra natúrligt
at hava djórini við sær at ferðast.
Eisini ferðast nógv djór uttanlands í sambandi við kappingar. Kappingar hava stóran
týdning fyri bæði fólk og djór. Tær kunnu roknast sum ítróttur og eru til frama fyri
djóravælferð. Um ætlaða broytingaruppskotið kemur í gildi, kunnu vit vænta, at
hundafeløg sum Seyðahundasamband Føroya og Hundaeigarafelag Føroya detta niður
fyri, tí kappingar uttanlands eru orsøkin til, at feløgini eru til. Hetta vildi verið harmilgt,
tí feløgini virka fyri djóravælferð heima í Føroyum við at veita kunning og venjing.
Á Løgtingi, 18. juni 2020
Heðin Mortensen

-- 1 of 1 --