← Løgtingsmál

52-106/2019

Kyn og útbúgving

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. jun. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (3)
Kynsbytid bytt a utbugvingar 2010-2019.xlsxuppruna-PDF

Spurningur · — · 30. jun. 2020

106.19 Svar fra J. av Rana til J. Joensen - kyn og utbugving.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 30. jun. 2020

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G ME N T A MÁ L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinnghúsveg 1-3
100 Tórshavn
Dagfesting: 28. juni 2020
Tygara ref.:
Máltal.: 19/00017-59
Svar
upp á
fyrispurning frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, nr. 106/2019 eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur viðvíkjandi kyni og útbúgving , settur landsstýrismanninum í uttanríkis-
og mentamálum, Jenis av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu var kynsbýtið á ávikavist studentaskúlunum, handilsskúlunum, teknisku
skúlunum og HF-skeiðunum í Føroyum fyri hvørt ár sær í tíðarskeiðnum 2010-2019?
2. Hvussu var kynsbýtið millum náttúruvísindaligu, handaligu, málsligu og hugvísindaligu
fakini á miðnámi fyri hvørt ár sær í tíðarskeiðnum 2010-2019?
3. Hvussu fullu próvtølini á omanfyrinevndu fakum og útbúgvingum, skift á kyn fyri hvørt
ár sær í tíðarskeiðnum 2010-2019?
4. Hvussu var kynsbýtið í 2019 fyri miðnámsfakini støddfrøði, evnafrøði, alisfrøði og
lívfrøði á ávikavist A og B støði, og hvussu fullu próvtølini í somu fakum, skift á kyn?
5. Hvussu var kynsbýtið á teimum einstøku útbúgvingunum á Fróðskaparsetri Føroya fyri
hvørt ár sær í tíðarskeiðnum 2010-2019?
6. Hvussu fullu próvtølini innan einstøku fakini á Fróðskaparsetri Føroya fyri hvørt ár sær í
tíðarskeiðnum 2010-2019 skift á kyn?
Svar
Svar til spurning 1: Talva 1: Lutfallið av kvinnum á ymiskum útbúgvingunum í tíðarskeiðnum
2010-2019

-- 1 of 4 --

U T T A N R Í K I S - O G ME N T A MÁ L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Svar til spurning 2 og 3: Í dag hava vit ikki nakra megin umsitingarskipan fyri skúla- og
útbúgvingarverkið. Skrásetingar eru, partvís manuellar, partvís í fleiri ymiskum skipanum á
ymisku skúlunum og útbúgvingarstovunum. Trupult er at savna hetta tilfar saman, uttan at hetta
krevur arbeiðsorku í fleiri mánaðir. Tí er ikki gjørligt at geva neyvt svar til allar spurningarnar í
fyrispurninginum innan fyri tíðarkarmin, og hagtøl, sum lýsa kynsbýtið ella próvtøl býtt á kyn í
ymisku lærugreinunum í tíðarskeiðnum, spurt verður um, eru ikki tøk.
Undirvísingarstýrið hevur sett arbeiðið í gongd, at fáa fullgóða skipan ella skipanir tilvega í
skúlaverkinum, soleiðis at frameftir kann talgrundarlagið gerast munandi betur.
Svar til spurning 4: Talva 2 og 3 vísa kynsbýti og próvtøl í nevndu lærugreinum í 2019. Fyri tal
av næmingum fevnir uppgerðin um yvir 90% av virkseminum, men fyri próvtøl fevnir uppgerðin
um Glasir, Miðnám í Suðuroy og TSK. Havast skal í huga, at 3 ára gymnasialu
miðnámsútbúgvingarnar, har umrøddu lærugreinar kunnu lesast, fevna um í minsta lagi 9
próvtøkur, og næmingarnir fara ikki til próvtøku í øllum lærugreinum, teir hava. Miðal próvtal er
ikki upplýst fyri tær próvtøkur, har 4 ella færri eru við.
%-partur av kvinnum á útbúgving
Kvinna
Útbúgving 	2010/11 2011/12 2012/13 2013/14 2014/15 2015/16 2016/17 2017/18 2018/19 2019/20
Kosmetikatstøðingur 	100 	- 	- 	- 	- 	- 	- 	- 	- 	-
Klædaatstøðingur 	100 	100 	- 	- 	90 	100 	100 	100 	100 	95
Yrkisnám hár 	- 	- 	- 	- 	97 	100 	100 	100 	96 	95
Heilsuhjálpari 	96 	95 	96 	99 	100 	97 	95 	94 	98 	98
Tilvirkisatstøðingur 	- 	- 	- 	- 	86 	86 	100 	100 	93 	100
Heilsurøktari 	89 	87 	90 	90 	91 	96 	98 	98 	96 	92
Hugbreyt 	81 	80 	80 	79 	78 	78 	79 	80 	80 	83
Fyrireikingarbreyt 	64 	59 	64 	74 	77 	73 	75 	77 	75 	72
Tilfeingisbreyt 	47 	58 	55 	71 	60 	54 	50 	58 	76 	74
FHS 	58 	53 	60 	57 	55 	57 	58 	52 	53 	42
Nátturubreyt 	55 	53 	55 	53 	53 	50 	55 	54 	56 	56
Matvøruútbúgving 	54 	54 	- 	- 	45 	33 	58 	40 	56 	45
Serflokkar 	- 	- 	- 	- 	- 	64 	48 	46 	40 	32
Búskaparbreyt 	50 	51 	50 	48 	44 	40 	41 	43 	42 	44
Tøknibreyt 	26 	26 	26 	20 	18 	19 	20 	27 	32 	37
Yrkisnám Bil 	- 	- 	- 	0 	13 	0 	15 	20 	25 	50
SIT 	14 	14 	20 	0 	- 	- 	- 	- 	- 	-
Yrkisnám Timbur 	- 	- 	- 	21 	0 	13 	8 	10 	13 	0
Yrkisnám metal 	- 	- 	- 	3 	2 	7 	13 	6 	5 	20
Yrkisnám el 	- 	- 	- 	- 	5 	6 	4 	2 	2 	3
Yrkisnám 4 	- 	- 	- 	- 	0 	0 	7 	0 	- 	-
Tilsamans 	57 	56 	57 	61 	59 	58 	59 	60 	62 	61
Fleiri kvinnur enn menn lesa hesar útbúgvingar
Áleið eins nógvar kvinnur og menn lesa hesar útbúgvingar
Færri kvinnur enn menn lesa hesar útbúgvingar
- Útbúgvingin ikki boðin út
* Breytaskipanin byrjaði í 2013. Útbúgvingar eru knýttar soleiðis:
Hugbreyt og málsligur studentur
Nátturubreyt og matematiskur studentur
Búskaparbreyt I og II og Hægri handilsskúla
Tilfeingisbreyt og hægri próvtøku innan fiskivinnu
Tøknibreyt og hægri próvtóku innan tøkni
Fyrireikingarbreyt og HF
Dømi: Á Búskaparbreyt skúlaárið 2010/11 vóru 50% av teimum lesandi kvinnur
Kelda: Studni 2020
Háttur: Lesandi sum í skúlaárinum hevur móttikið lestrarstuðul í minst ein mánaða

-- 2 of 4 --

U T T A N R Í K I S - O G ME N T A MÁ L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Talva 2: Kynsbýti fyri ávísar lærugreinar á miðnámsskúlunum.
Kelda: Miðnámsskúlarnir.
Lærugrein Støði Maður Kvinna Tilsamans % Maður % Kvinna
Alisfrøði A 19 5 24 79,2 20,8
B 88 111 199 44,2 55,8
Alisfrøði tilsamans 107 116 223 48,0 52,0
Evnafrøði A 14 12 26 53,8 46,2
B 67 78 145 46,2 53,8
Evnafrøði tilsamans 147 169 316 46,5 53,5
Lívfrøði A 39 77 116 33,6 66,4
B 37 93 130 28,5 71,5
Lívfrøði tilsamans 165 324 489 33,7 66,3
Støddfrøði A 73 84 157 46,5 53,5
B 130 192 322 40,4 59,6
Støddfrøði tilsamans 332 461 793 41,9 58,1

-- 3 of 4 --

U T T A N R Í K I S - O G ME N T A MÁ L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Talva 3: Próvtøl í ávísum lærugreinum á miðnámsskúlunum í 2019 býtt á kyn.
Próvtal
Maður Kvinna
Lærugrein Støði Próvtøka Tal Miðal Tal Miðal
Alisfrøði A Munnligt 17 7,4 1 -
Skrivligt 26 4,3 4 -
B Munnligt 5 6,8 11 7,5
Evnafrøði A Munnligt 4 - 5 8,4
Skrivligt 9 1,2 9 4,2
B Munnligt 21 4,7 15 10,7
Lívfrøði A Munnligt 5 11,6 10 9,6
Skrivligt 21 5,3 32 5,3
B Munnligt 14 8,6 15 11,9
Støddfrøði A Munnligt 29 6,7 25 5,6
Skrivligt 63 5,1 69 3,8
B Munnligt 12 1,8 26 7,3
Skrivligt 28 3,5 42 3,1
Kelda: Miðnámsskúlarnir.
Svar til spurning 5: Kynsbýtið býtt á allar útbúgvingarnar seinastu 10 árini sæst á viðlagda
skjali. Av teimum 938 lesandi, sum í løtuni eru skrásett sum virkin, so eru 627 kvinnur og 311
menn, sum í prosentum er 67% kvinnur og 33% menn. Hetta sæst aftur á nógvum av
útbúgvingunum, har flest lesandi eru kvinnur. Summar útbúgvingar eru, har langt fleiri kvinnur
enn menn eru á útbúgvingunum. Sum dømi kann bachelorútbúgvingin í sjúkrarøktarfrøði
nevnast, har eingin maður er innskrivaður til lestur í løtuni. Eisini á bachelorútbúgvingini í
námsfrøði eru frá 2010-2019 millum 81% og 97% av teimum lesandi á árgangunum kvinnur. Á
nøkrum fáum útbúgvingum eru fleiri menn enn kvinnur. Sum dømi kann nevnast
bachelorútbúgvingin í KT-verkfrøði, har yvir 90% av øllum árgangunum eru menn.
Svar til spurning 6: Fróðskaparsetrið liggur ikki inni við hagtølum yvir, hvussu próvtøl fella
býtt á kyn. Kynið á teimum lesandi verður skrásett, men skipanin gevur ikki hagtøl yvir, hvussu
próvtølini fella býtt á kyn. Hagtølini kunnu gerast manuelt við at farið verður inn at hyggja eftir
hvørjum einstøkum próvtali. Talan er um hundraðtals próvtøkur frá 2010 til 2019 við væl yvir
5.000 próvtølum, so til ber ikki at veita hesi tøl innan svarfreistina. Mett verður, at hetta arbeiðið
tekur einum fólki 6-8 vikur at gera. Arbeitt verður fram ímóti at betra um hagtalsframleiðsluna á
Fróðskaparsetrinum, so neyðug hagtøl altíð eru til taks.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 4 of 4 --
106.19 Spurningur til J.av Rana fra J. Joensen - kyn og utbugving.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 16. jun. 2020

Sjá útdrigin tekst
Nr. 106/2019
Jóhannis Joensen
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur viðvíkjandi kyni og útbúgving , settur landsstýrismanninum í
uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Hvussu var kynsbýtið á ávikavist studentaskúlunum, handilsskúlunum,
teknisku skúlunum og HF-skeiðunum í Føroyum fyri hvørt ár sær í
tíðarskeiðnum 2010-2019?
2. Hvussu var kynsbýtið millum náttúruvísindaligu, handaligu, málsligu og
hugvísindaligu fakini á miðnámi fyri hvørt ár sær í tíðarskeiðnum 2010-2019?
3. Hvussu fullu próvtølini á omanfyrinevndu fakum og útbúgvingum, skift á kyn
fyri hvørt ár sær í tíðarskeiðnum 2010-2019?
4. Hvussu var kynsbýtið í 2019 fyri miðnámsfakini støddfrøði, evnafrøði,
alisfrøði og lívfrøði á ávikavist A og B støði, og hvussu fullu próvtølini í somu
fakum, skift á kyn?
5. Hvussu var kynsbýtið á teimum einstøku útbúgvingunum á Fróðskaparsetri
Føroya fyri hvørt ár sær í tíðarskeiðnum 2010-2019?
6. Hvussu fullu próvtølini innan einstøku fakini á Fróðskaparsetri Føroya fyri
hvørt ár sær í tíðarskeiðnum 2010-2019 skift á kyn?
Viðmerkingar:
Tá ið ung velja útbúgvingarleið, kann vandi vera fyri, at tey lata siðbundnar
kynsfatanir avmarka møguleikarnar. Um tey ungu fylgja kynsleiklutunum fram um
førleikunum, kann tað í síðsta enda føra við sær, at samfelagið missir møgulig talent
og nýhugsan. Hetta kann eisini ávirka arbeiðsmarknaðin, sum verður í vanda fyri at
verða verandi kynsuppbýttur.
Tá langtíðarætlanir skulu leggjast, er gott við góðum hagtølum at grunda avgerðirnar
á. Um ein skal arbeiða fyri meira javnstøðu í samfelagnum, er tað tí umráðandi at fáa
innlit í, hvussu tey ungu velja, hvør útbúgvingarleið hóskar teimum best. Stundum
verður nevniliga róð framundir, at ávís fak eru ‘gentufak’, meðan onnur eru
‘dreingjafak’. Spyrjarin er tískil áhugaður í at fáa hagtøl fyri, hvussu kvinnur og menn
standa seg í miðnámsskúlunum og á Fróðskaparsetrinum, umframt hvussu kynsbýtið
er á teimum ymsu útbúgvingunum.
Serliga hevði verið áhugavert at sæð, hvussu próvtølini fella í náttúruvísindaligu,
handaligu, málsligu og hugvísindaligu fakunum á miðnámi, skift á kyn. Somuleiðis
hevði verið áhugavert at sæð, hvussu kynsbýtið er á áðurnevndu útbúgvingum og
fakum, umframt eitt yvirlit yvir kynsbýtið á ymsu útbúgvingunum á
Fróðskaparsetrinum. Við hesum upplýsingunum ber til at varpa ljós á hvar, ella um,
átøk skulu fremjast til frama fyri skúlaverkið og arbeiðsmarknaðin.
Á Løgtingi, 16. juni 2020
Jóhannis Joensen

-- 1 of 1 --