← Løgtingsmál

52-105/2019

Fornminnum og friðaðum bygningum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. jun. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
105.19 Svar fra J. av Rana til H. Mortensen- Fornminni.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 30. jun. 2020

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G ME N T A MÁ L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
100 Tórshavn
Dagfesting: 29. juni 2020
Tygara ref.:
Máltal.: 19/00017-61
Svar
upp á
fyrispurning frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, nr. 105/2019, eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur viðvíkjandi fornminnum og friðaðum bygningum, settur
landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana (at svara skrivliga eftir
TS § 52a)
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hevur landsstýrismaðurin nakra ætlan um friðaðar bygningar, sum hava almennan áhuga
at vitja og síggja, til dømis bygningar og umhvørvi við serbygningum so sum í Kirkjubø,
úti í Koltri og prestagarðurin í Sandagerði?
2. Eru aðrir líknandi friðaðir bygningar kring landið, sum kundu havt almennan áhuga at
vitja og síggja?
3. Hvat inniber tað, at bygningar eru friðaðir, og at fólk býr har? Er reglugerð fyri hesum,
og veitir landskassin fígging til viðlíkahald og rakstur?
4. Er eftirlit við friðingini og røkt av hesum søguligu bygningum - ogn Føroya fólks?
5. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at stuðla søvnum og bygningum kring landið, sum lýsa
og varðveita siðsøgu og mentanararv okkara?
6. Ætlar landsstýrismaðurin at lata upp fyri føroyingum og ferðafólki at vitja og síggja
friðaðar bygningar, og um so er, hvussu ætlar landsstýrismaðurin at gera tað?
7. Eru nakrar ætlanir og framtíðar nýhugsanir um prestagarðin í Sandagerði, Kirkjubø og
Koltur? Verður peningur settur av til hesar møguligu verkætlanir?
Svar
Til 1: Tað er Tjóðsavnið, sum umsitur friðaðu bygningarnar hjá landinum, og fleiri størri
verkætlanir eru í gongd í løtuni.
Í Kirkjubø verður arbeitt eftir eini ætlan, ið er lýst í áliti um Kirkjubømúrin frá 2008, og sum
fevnir um øll fornminnini frá miðaldar bispasætinum í Kirkjubø. Verkætlanin fór í gongd í 2012,
og síðan hevur fyrst og fremst verið arbeitt við at umvæla Kirkjubømúrin. Nú umvælingin av
múrverkinum í Kirkjubømúrinum er komið væl ávegis, er í ár farið undir at umvæla múrverkið
úti í Líkhúsi. Játtanin til Kirkjubømúrin hevur seinastu árini verið 1 mió. kr. árliga.
Í Koltri er mest víðfevnda friðing av bygningum og umliggjandi øki í landinum. Arbeitt hevur
verið í nógv ár við umvælingum av bygningunum heima í Húsi. Í 2013 varð avgerð tikin um at

-- 1 of 3 --

U T T A N R Í K I S - O G ME N T A MÁ L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
taka Koltur úr festiskipanini við tí endamáli at gera eina antikvariska serskipan fyri oynna. Um
sumrarnar hava nógv fólk vitjað í Koltri.
Friðaði prestagarðurin í Sandágerði hevur síðani 1996 verið leigaður út sambært leigusáttmála
millum landsstýrið og privatan leigara. Í leigusáttmálanum er ásett, at landið stendur fyri
viðlíkahaldinum av friðaða havanum. Landsverk stendur fyri viðlíkahaldinum av bygningunum,
og hevur áður eisini staðið fyri viðlíkahaldinum av havanum í Sandágerði. Tíverri hevur einki
viðlíkahald verið av havanum seinastu 3 árini, men í summar verður havin settur í stand aftur.
Tjóðsavnið arbeiðir eisini við øðrum verkætlanum at umvæla og varðveita friðaðar bygningar og
fornminni. Í ár hevur verið arbeitt við at umvæla ein av vollunum við Havnar skansa. Vollarnir
eru í ringum standi, og neyðugt er við stórum ábøtum komandi árini.
Arbeitt hevur eisini verið við varðveiting av hvalastøðini við Áir í nøkur ár, og nú er farið undir
at skipa betri umstøður fyri tey vitjandi. Tjóðsavnið arbeiðir eisini við at umvæla og varðveita
fleir aðrar bygningar kring landið.
Arbeiðið við friðaðu fornminnunum og bygningunum fer fram innan teir karmar, ið fíggjarlógin
setur, og alt kann ikki verða gjørt í senn.
Til 2: 88 bygningar eru skrásettir á listanum yvir friðaðar bygningar hjá Tjóðsavninum. Umframt
fleiri kirkjur eru handilsbygningar, prestagarðar, bóndagarðar, gróthús, úthús, hjallar, myllur og
neyst, sum hava tað til felags, at tey umboða tað besta og mest eyðkenda fyri teirra slag og
tíðarskeið, og at teir tí hava týdning fyri søgu okkara.
Nakrir av hesum bygningum eru ogn hjá landinum, nakrir eru ogn hjá bygdasøvnum, aðrir eru
ogn hjá stovnum og feløgum, og uppaftur aðrir eru ogn hjá privatfólki.
Afturat friðaðu bygningunum eru fornminni, sum eru friðað við lóg.
Allir hesir friðaðu bygningar og øll hesi fornminni hava almennan áhuga. Tað er tó ymiskt,
hvussu langt Tjóðsavnið er komið við ymsu verkætlanunum at varðveita og miðla bygningar og
fornminni, men málið er, at friðaðir bygningar og fornminni í mest møguligan mun skulu verða
atkomuligir hjá teimum vitjandi, og at kunnað verður um einstøku bygningarnar og fornminnini
á staðnum.
Til 3: Bygningar verða friðaðir eftir § 3 í løgtingslóg nr. 19 frá 16. september 1948 um friðan av
fornminnum og bygningum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 11 frá 19. apríl 1972.
Tá bygningar eru friðaðir, hevur eigarin sambært § 6 í lógini skyldu at halda hann í góðum
standi.
Krøv verða eisini sett um, at eigarin boðar Tjóðsavninum frá, um ætlanir eru um at seta arbeiði í
gongd, sum ganga út um vanligt viðlíkahald.
Hevur hetta við sær útreiðslur, sum eru størri orsakað av herdum krøvum til arbeiðið, kann
eigarin fáa útreiðsluøkjanina endurgoldna frá tí almenna, um hann ikki fær hetta aftur í hægri
nyttuvirði.

-- 2 of 3 --

U T T A N R Í K I S - O G ME N T A MÁ L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Landið veitir ikki stuðul til rakstur, og stuðulin til viðlíkahald er avmarkaður. Í árinum 2013 -
2018 var stuðulin millum kr. 0 og knappar kr. 35.000 árliga. Stuðulin verður goldin av
rakstrarjáttanini hjá Tjóðsavninum.
Til 4: Tjóðsavnið hevur eftirlit við friðaðu bygningunum og rekur teir við rakstrarjáttan hjá
stovninum. Við tí endamáli at fáa meiri burtur úr og at arbeiða meiri skynsamt fyri tøku
játtanina, hevur Tjóðsavnið júst sett fólk í starv at taka sær av umvæling av friðaðu
bygningunum.
Til 5: Bygdasøvn kunnu fáa stuðul til rakstur av savninum og til keyp av savnsbygningum. Fleiri
bygdasøvn eiga og reka friðaðar bygningar sum part av savnsvirksemi teirra. Hetta verður gjørt í
samstarvi við Tjóðsavnið, sum eisini umsitur stuðulin til bygdasøvn
Til 6: Bæði føroyingar og ferðafólk hava atgongd til fleiri av friðaðu bygningunum kring landið.
Eitt nú ber til at vitja flestu friðaðu kirkjurnar, og í fleiri av friðaðu bygningunum hava
bygdasøvn skipað fyri framsýningum og í øðrum er matstovuvirksemi. Í teimum bygningum, ið
eru í privatari ogn, er tað upp til eigaran, um skipað verður fyri, at fólk kunnu koma á gátt.
Tjóðsavnið arbeiðir áhaldandi fyri at skipa savnsvirksemi í teimum bygningum, ið savnið varðar
av. Eitt nú varð hvalastøðin við Áir latin upp fyri vitjandi í fjør, og í Koltri ber til at vitja í
friðaðu bygningunum har. Dúvugarðar í Saksum hava eisini opið fyri vitjandi.
Til 7: Nú verkætlanin hjá Tjóðsavninum at varðveita miðaldar fornminnini í Kirkjubø er komin
so væl ávegis, verður farið undir næstu stigini, har lunnar verða lagdir undir eini skipaðari ætlan
fyri Kirkjubø, m.a. í sambandi við ferðavinnuna. Hetta verður gjørt í samstarvi við bóndahjúnini
á Kirkjubøargarði.
Í Koltri arbeiðir Tjóðsavnið við eini varðveitingarætlan fyri bæði náttúru og mentan. Ætlanin er
at skapa betri umstøður fyri tey vitjandi, eitt nú við móttøkuhúsi, framsýningum, matstovu og
setursskúla.
Prestagarðurin í Sandágerði er leigaður út til privatfólk, so í løtuni inngongur hann ikki í
ætlanirnar hjá Tjóðsavninum. Tó verður friðaði havin settur í stand í summar, og í tí sambandi er
hugsandi, at havin kann verða latin upp fyri vitjandi.
Umsitingin av friðaðum bygningum og fornminnum fer av rakstrarjáttanini hjá Tjóðsavninum.
Harafturat eru serligar játtanir til verkætlanirnar í Kirkjubø, hvalastøðina við Áir og til
Koltursætlanina. Til tær størru ætlanirnar verður arbeitt við at fáa stuðul úr grunnum.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
105.19 Spurningur til J.av Rana fra H. Mortensen - Fornminni.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 16. jun. 2020

Sjá útdrigin tekst
Nr. 105/2019
Heðin Mortensen
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur viðvíkjandi fornminnum og friðaðum bygningum, settur
landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana (at svara
skrivliga eftir TS § 52a)
1. Hevur landsstýrismaðurin nakra ætlan um friðaðar bygningar, sum hava
almennan áhuga at vitja og síggja, til dømis bygningar og umhvørvi við
serbygningum so sum í Kirkjubø, úti í Koltri og prestagarðurin í Sandagerði?
2. Eru aðrir líknandi friðaðir bygningar kring landið, sum kundu havt almennan
áhuga at vitja og síggja?
3. Hvat innber tað, at bygningar eru friðaðir, og at fólk býr har? Er reglugerð fyri
hesum, og veitir landskassin fígging til viðlíkahald og rakstur?
4. Er eftirlit við friðingini og røkt av hesum søguligu bygningum - ogn Føroya
fólks?
5. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at stuðla søvnum og bygningum kring landið,
sum lýsa og varðveita siðsøgu og mentanararv okkara?
6. Ætlar landsstýrismaðurin at lata upp fyri føroyingum og ferðafólki at vitja og
síggja friðaðar bygningar, og um so er, hvussu ætlar landsstýrismaðurin at
gera tað?
7. Eru nakrar ætlanir og framtíðar nýhugsanir um prestagarðin í Sandagerði,
Kirkjubø og Koltur? Verður peningur settur av til hesar møguligu verkætlanir?
Viðmerkingar:
Fyri mong er tað einastandandi at koma út í Koltur og uppliva hesa náttúruvøkru
oyggj, har alt umhvørvið lýsir føroyska søgu og siðir fleiri øldir aftur í tíðina.
Friðsælt, hugnaligt og tó so ómetaliga stórbært. Her hava eina ferð búð hálvthundrað
fólk á fýra bóndagørðum. Upprunaliga var bara ein garður, sum tíðliga í tíðini varð
býttur í tveir, tann upprunaligi - Heima í Húsi - sum nú verður varðveittur, og hin
yngri - Norðuri í Gerðum - har bóndafólkini nú hava búð.
Bygdin sigst hava størsta teigalendi, sum varðveitt er í Føroyum. Hetta vísir eitt stórt
arbeiði, sum í fornum er lagt í føroyskt jarðarbrúk. Og nú er gamli føroyski býlingurin
so varðveittur fyri eftirtíðina. Eitt á so mangan hátt einastandandi arbeiði og avrik,
sum okkara bestu handverkarar dúgliga hava renoverað. Flest øll hús og fornminni eru
friðað sambært lóg, og tað sama er galdandi fyri stóran part av teigalendinum.
Prestagarðurin í Sandagerði umfatar bygningar og lendi við bygningum: sethús, fjós,
hjallur og torvhús umframt lendi við hava og urtagarði. Bygningarnir eru reistir árið
1789, sum prestagarður og bústaður hjá prestunum fyri Suðurstreym, og virkaðu teir
sum hetta fram til 1944.
Sostatt hava bygningarnir í dag meira enn 200 ár á baki og standa óbroyttir í sínum
upprunaliga líki. Tí kundi spyrjarin hugsað sær at vitað, hvørjar ætlanir

-- 1 of 2 --

landsstýrismaðurin hevur við hesum. Um bygningarnir og økið í Sandagerði skulu
haldast virðiliga, kann vera neyðugt at seta pening av til endamálið.
Ein heildarætlan skal gerast fyri friðaðu fornminnini í Kirkjubø, sigur
landsstýrismaðurin. Men spurningurin er, hvussu langt henda heildarætlan er
komin, hvørjar partar av Kirkjubø hon umfatar og um peningur er settur av til
hesa verkætlan, so hon kann fremjast. Við hesum kundu Føroya fólk og
ferðafólk fingið gleði og eina uppliving av at vitja og síggja henda søguliga
stað. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 16. juni 2020
Heðin Mortensen

-- 2 of 2 --