52-104/2019
Lestrarpláss
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. jun. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
104.19 Svar fra J. av Rana til B. Johannesen - lestrarplass.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 30. jun. 2020
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G ME N T A MÁ L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsveg 1-3 100 Tórshavn Dagfesting: 28. juni 2020 Tygara ref.: Máltal.: 19/00017-60 Svar upp á fyrispurning nr. 104/2019 frá Beinir Johannesen, løgtingsmanni, eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um lestrarpláss, settur landsstýrismanninum í uttanríkis - og mentamálum, Jenis av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52a) Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu nógv tøk lestrarpláss eru til miðnáms-, yrkis- og hægri útbúgvingar fyri komandi skúlaár? 2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at økja um lestrarplássini innan hesar útbúgvingar? Svar Svar til spurning 1: Sambært upplýsingum frá Undirvísingarstýrinum eru tøk lestrarpláss á ymiskum breytum á miðnámsskúlunum kring landið. Talva 1: Tøk pláss á miðnámsskúlum og heilsuskúlanum. -- 1 of 4 -- U T T A N R Í K I S - O G ME N T A MÁ L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Á yrkisnámi eru umleið 250 næmingar tiknir upp. Bæði á Glasir og á Tekniska skúla í Klaksvík er talan um fyltar flokkar á øllum økjum. Møguliga kann rúm finnast fyri einstøkum næmingum á ávísum økjum, men talan er eisini um bíðilista á øðrum økjum. Á maritimu útbúgvingunum eru hesi pláss: Sjónám: 10 pláss eru enn tøk til skipara 6 pláss eru enn tøk til skipsatstøðara Vinnuháskúlin: 14 pláss eru enn tøk til skipara 10 pláss eru enn tøk til maskinmeistara 9 pláss eru enn tøk til maskinist 8 pláss eru enn tøk til skipsførara aspirant 5 pláss eru enn tøk til maskinmeistara aspirant Tøk pláss 3 7 12 8 0 13 13 0 10 5 0 15 12 6 7 7 5 12 16 151 Miðnámsskúlin í Suðuroy Miðnám í Vestmanna Tilfeingisbreyt Heilsuskúli Føroya Heilsuhjálpari Klaksvíkar HF-skeið Fyrireikingarbreyt Tekniski Skúlin í Klaksvík Tøknibreyt Fyrireikingarbreyt Hugbreyt Náttúrubreyt Miðnám á Kambsdali Búskaparbreyt I Búskaparbreyt I Búskaparbreyt II Námsfrøðiligur hjálpari Glasir Fyrireikingarbreyt Náttúrubreyt Hugbreyt Yrkisnám FHS Hugbreyt Yrkisnám FHS Náttúrubreyt Búskaparbreyt II -- 2 of 4 -- U T T A N R Í K I S - O G ME N T A MÁ L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Tá talan er um hægri útbúgvingar, er tað soleiðis, at umsóknarfreistin enn ikki er farin. Útbúgvingarstovnarnir hava upplýst, at hesi lestrarpláss eru tøk: Glasir: Fíggjarbúskapur 30 lestrarpláss Tænastubúskapur 30 lestrarpláss Byggifrøði 30 lestrarpláss (byrjar í januar) Harumframt bjóðar Glasir ymiskar hálvtíðarútbúgvingar, har tøk pláss eru. Hesar verða bodnar út móti gjaldi. Fróðskaparsetrið tekur í ár inn til hesar útbúgvingar: Bachelor í búskaparfrøði – 25 lestrarpláss Bachelor í undirvísing (Fólkaskúlalærari) – 35 lestrarpláss Bachelor í føroyskum – 25 lestrarpláss Bachelor í KT-verkfrøði – 40 lestrarpláss Bachelor í lívfrøði –12 lestrarpláss Bachelor í mýlalívsvísindum – 12 lestrarpláss Bachelor í námsfrøði – 35 lestrarpláss Bachelor í politikki og umsiting – 20 lestrarpláss Bachelor í sjúkrarøktarfrøði – 30 lestrarpláss Bachelor í samfelagsvísindum – 20 lestrarpláss Bachelor í søgu – 20 lestrapláss Master í føroyskum – 10 lestrarpláss Master í politikki og umsiting – 20 lestrarpláss Master í samfelagsvísindum – 20 lestrarpláss Master í søgu – 20 lestrarpláss Master í heilsuvísindum – 24 lestrarpláss Hjánám í føroyskum – 10 lestrarpláss Hjánám í søgu – 10 lestrarpláss Hjánám í samfelagsvísindum – 10 lestrarpláss Tilsamans 374 lestrarpláss í 2020. Harumframt bjóðar Setrið eisini út ískoytisútbúgvingar fyri lærarar og námsfrøðingar, og allar deildir bjóða eisini út stakskeið, har tøk pláss eru. Hesi verða bjóðað út móti gjaldi. Svar til spurning 2: Tað er rætt, sum spyrjarin vísir á, at “koronukreppan hevur havt nógvar avleiðingar”, og at landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum hevur víst á, at tann 12. mai 2020 var ein triðingur av teimum í COVID-19 stuðulsskipanini hjá ALS undir 30 ár. Síðani er tó tað gleðiliga hent, at tal teirra, ið eru í hesari skipan, er nógv minkað, frá 2735 h. 12. mai til 1516 h. 26. juni. Hesi tøl lækka enn dag frá degi, og kunnu vit ganga út frá, at tey ungu eiga góðan lut í hesari minking. -- 3 of 4 -- U T T A N R Í K I S - O G ME N T A MÁ L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Útbúgvingarstovnar hava upplýst, at teir hava fingið fyrispurningar frá ungum, sum hava broytt sínar ætlanir, og ynskja at fara undir útbúgving nú, og av yvirlitinum til svar uppá spurning 1. sæst, at í fleiri førum eru tøk pláss. Sum staðfest í samgonguskjalinum er mál samgongunar at menna og styrkja útbúgvingarmøguleikarnar, og er hetta arbeiðið komið væl í gongd. Sum dømi kann nevnast, at á Fróðskaparsetrinum verður arbeitt við eini ætlan um at taka inn til sjúkrarøktarfrøði 2 ferðir um árið, har 20 lesandi byrja á sumri og 20 á vetri, t.v.s. árliga 10 fleiri enn nú. Eisini verður arbeitt við at taka inn til bachelor í námsfrøði tvær ferðir um árið, so samlaða talið væntandi hækkar til 48 lesandi á hvørjum ári. Arbeiði okkara at økja talið av lestrarplássum fer at halda fram, og vón okkara er, at Løgtingið fer at játta neyðugu fíggingina, sum hetta krevur. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrimaður -- 4 of 4 --
104.19 Spurningur til J.av Rana fra B. Johannesen - lestrarplass.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 16. jun. 2020
Sjá útdrigin tekst
Nr. 104/2019 Beinir Johannesen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um lestrarpláss, settur landsstýrismanninum í uttanríkis - og mentamálum, Jenis av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvussu nógv tøk lestrarpláss eru til miðnáms-, yrkis- og hægri útbúgvingar fyri komandi skúlaár? 2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at økja um lestrarplássini innan hesar útbúgvingar? Viðmerkingar: Koronukreppan hevur havt nógvar avleiðingar. Tær merkjast eisini í búskapinum, og hevur tað havt uppsagnir við sær, serliga í tænastu- og ferðavinnuni. Ein aldursbólkur, ið er hart raktur, eru tey ungu. Í svari til § 52a fyrispurning nr. 82 kundi landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum t.d. vísa á, at tann 12. mai 2020 var ein triðingur av teimum í COVID-19 stuðulsskipanini hjá ALS undir 30 ár. Ein vandi kann nú verða, at ungfólk leita sær uttanlands at arbeiða ella lesa, orsakað av avmarkaðum møguleikum her heima. Í samgonguskjalinum hevur samgongan sett sær fyri, at vit skulu menna og styrkja útbúgvingarmøguleikarnar. Eisini hevur Løgtingið samtykt ein lærlingafrádrátt, ið samgongan eisini setti sær fyri í samgonguskjalinum, ið skal lætta um hjá lærlingum, og samstundis gera tað meira áhugavert at velja eina yrkisútbúgving. Tískil hevði verið áhugavert at fingið svar uppá, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at økja um lestarplássini, og tað innan allar greinar, og hvussu nógv eru tøk í løtuni til komandi skúlaár. Á Løgtingi, 16. juni 2020 Beinir Johannesen -- 1 of 1 --