← Løgtingsmál

52-103/2019

TROM og Føroyar sum filmsland

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. jun. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
103.19 Svar fra H. Abrahamsen til B. Samuelsen - Trom og Foroyar sum filmsland.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 24. jun. 2020

Sjá útdrigin tekst
1 / 2
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður
Svar
uppá
fyrispurning frá Bjørt Samuelsen, løgtingsmanni, eftir Tingskipanini § 52a um at tryggja at
TROM og aðrir filmar og filmsrøðir kunnu framleiðast í Føroyum.
Spurningurin var soljóðandi:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at framleiðslan av TROM verður í Føroyum?
2. Ætlar landsstýrismaðurin at hækka upphæddina til afturbering fyri útreiðslur í sambandi
við filmsframleiðslu í Føroyum?
3. Hvørji tøk metir landsstýrismaðurin verða neyðug fyri at eggja fleiri filmsframleiðarum
komandi árini at velja at gera spælifilm og filmsrøðir í Føroyum?
Svar:
Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2020 eru 200.000 kr. játtaðar til afturbering til filmsframleiðslu, og lagt
er sostatt ikki upp fyri, at verkætlanir koma í árinum, ið hava tørv á fleiri ferðir hesa upphædd. Tað
ber tí ikki landsstýrismanninum til at tryggja, at henda framleiðslan verður í Føroyum.
Sendirøðin TROM er nýggjasta dømi um, at játtanin til skipanirnar, sum Løgtingið hesi seinastu
árini hevur sett í verk, fyri at skunda undir føroysku filmsvinnuni, ikki hevur fylgt við stóru
menningini í vinnuni.
Eg fari tí at virka fyri, at játtanin til afturbering til filmsframleiðslu verður hægri. Ikki bara í teirri
vón, at TROM kortini kann verða framleidd í Føroyum, men eisini fyri at tað ikki skal vera
landsstýrið, sum frá ferð til ferð skal gera av, um hesin ella hasin filmurin skal fáa stuðul. Avgerðin,
um hvørjar framleiðslur lúka treytirnar fyri at fáa afturbering, eigur at vera hjá Filmshúsinum, sum
eisini staðiliga hevur mælt til, at játtanin til afturbering verður økt.
Filmsvinnan skal takast í álvara, og hon má fáa karmar, sum gera hana kappingarføra við
filmsvinnuna í grannalondunum. Júst sum skipasmíð verður stuðlað við parti av byggikostnaðinum
fyri at tryggja kappingarførið, er neyðugt, at treytirnar fyri at framleiða film í Føroyum líkjast
teimum, sum eru í londunum, sum vit kappast við.
Í kappingini um filmsframleiðslur er afturberingarskipanin eitt tað týdningarmesta amboðið. Og ja -
afturbering er ein stuðul, men tað er ein stuðul, sum gevur stórt samfelagsligt avlop. Fyri hvørja
krónu, sum verður afturborin, eru fýra krónur brúktar í Føroyum. Í døminum við TROM merkir tað,
at verða 4 milliónir afturbornar, eru 16 milliónir brúktar til m.a. lønir til sjónleikarar og filmsfólk,
gistingar, mat, leigu av hølum til upptøkur, bilaleigu o.a.

-- 1 of 2 --

2 / 2
Samanumtikið hava vit í Føroyum lógargrundarlagið og tær grundleggjandi skipanirnar, sum eru
neyðugar, fyri at filmsvinnan hevur karmar at mennast, men játtanin er ov tepur. Tað, sum krevst
fyri at eggja filmsframleiðarum til at velja Føroyar fram um onnur filmslond, er serliga, at játtanin
til film og til afturbering til filmsframleiðslu verður munandi økt.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 24. juni 2020
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
103.19 Spurningur til H. Abrahamsen fra B. Samuelsen - Trom og Foroyar sum filmsland.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 15. jun. 2020

Sjá útdrigin tekst
Nr. 103/2019
Bjørt Samuelsen
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um at tryggja at TROM og aðrir filmar og filmsrøðir kunnu
framleiðast í Føroyum, settur landsstýrismanninum í umhvørvis- og
vinnumálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at framleiðslan av TROM verður í
Føroyum?
2. Ætlar landsstýrismaðurin at hækka upphæddina til afturbering fyri útreiðslur í
sambandi við filmsframleiðslu í Føroyum?
3. Hvørji tøk metir landsstýrismaðurin verða neyðug fyri at eggja fleiri
filmsframleiðarum komandi árini at velja at gera spælifilm og filmsrøðir í
Føroyum?
Viðmerkingar:
Filmsrøðin TROM er seld fleiri útlendskum sjónvarpsrásum – longu áðrenn
upptøkurnar eru byrjaðar. TROM byggir á skaldsøgu eftir Jógvan Isaksen, og hevur
Torfinnur Jákupsson skrivað til sjónvarpsrøð. Útlendingar hava longu sett 30 milliónir
krónur í sjónvarpsrøðina. Samlaða fíggjarætlanin er 37 milliónir krónur. Tað er
føroyska KYK Pictures hjá Jón Hammer, ið stendur fyri framleiðsluni.
“Sjónvarpsrøðin TROM kann gerast størsta føroyska filmsframleiðslan og
sølufremjandi átak nakrantíð – fyri søguliga lítla upphædd. Nú er neyðugt, at Løgtingið
játtar 4 milliónir krónur til sjónvarpsrøðina. Hetta eru pengar, sum útlendskir íleggjarar
fara at bera aftur fýrfaldað”, soleiðis sigur Tina Wagner, stjóri fyri Filmshúsið, ið
umsitur afturberingarskipanina, í tíðindaskrivi.
Á fíggjarlógini standa í ár einans 200 túsund krónur til “afturbering av útreiðslum til
filmsframleiðslu í Føroyum”. Hetta røkkur stutt. Umframt afturberingarskipan er
sonevndi filmsgrunnurin, sum er ein konta undir Mentamálaráðnum. Stórt trýst er á hesi
játtan, tí flestallir filmar, sum verða framleiddir í Føroyum, søkja um pening haðani.
Og her er ikki veruliga peningur til størri spælifilmar og filmsrøðir.
Herfyri viðgjørdu Løgtingið og Vinnunevndin eitt uppskot um menning av
filmsvinnuni, sum millum annað vísti á, hvussu neyðugt tað er at fáa
afturberingarskipanina og filmsgrunnin upp á lutfalsliga sama støði, sum líknandi
skipanir í grannalondunum. Hóast uppskotið frá Tjóðveldi varð felt, so fekk tað eina
serstakliga jaliga viðgerð.
Landsstýrismaðurin segði seg vilja arbeiða fyri hægri játtan til filmsframleiðslu.
Spurningarnir verða settir fyri at vita, hvussu tað gongur at fáa undirtøku fyri hægri
játtan, so tryggjast kann, at slíkar arbeiðgevandi og førleikamennandi filmsverkætlanir
sum TROM kunnu framleiðast í Føroyum. Og hvørjar hugsanir og æltanir
landsstýrismaðurin hevur í mun til frameftir at menna møguleikarnar fyri
filmsframleiðslum her á landi.
Spælifilmar og filmsrøðir sum TROM eru sera kostnaðarmiklar framleiðslur. Tí
eru góðar stuðulsskipanir neyðugar, skal valið falla á Føroyar fram um onnur

-- 1 of 2 --

lond, sum eisini eggja framleiðarum at velja tey – til dømis Ísland, Norra,
Skotland ella Írland. Lítil ivi er um, at pengarnir koma fleirfalt aftur í landskassan,
sleppur føroyskur filmur at mennast á einum kappingarførum og altjóða støði.
Á Løgtingi, 15. juni 2020
Bjørt Samuelsen

-- 2 of 2 --