← Løgtingsmál

52-102/2019

Trygd og tilbúgving í Vága Floghavn

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 24. jun. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
102.19 Svar fra J. Niclasen til S. Stenberg - trygd og tilbugving a Vaga Floghavn.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 22. jun. 2020

Sjá útdrigin tekst
FÍ G GJ A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 22. juni 2020
J. nr.: 20/00299
Viðgjørt: MM/EC
Svar upp á fyrispurning nr. 102/2019 eftir tingskipanini § 52a
Fyrispurningur frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni
í fíggjarmálum, um trygd og tilbúgving í Vága Floghavn
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu fara uppsagnirnar av starvsfólkum í Vága Floghavn at ávirka trygdina og
tilbúgvingina ?
2. Er ætlanin at seta størvini aftur, nú flogferðslan økist aftur?
Svar:
Orsakað av COVID-19 smittuni varð stórtsæð øll millumlanda flúgving steðgað í mars 2020. Sum
avleiðing av íkomnu kreppuni varð grundarlagið fullkomiliga tikið undan inntøkunum hjá P/F Vága
Floghavn. Felagið segði tískil í mai 2020 umleið 20 fólk úr starvi. Hetta fyri at tryggja fíggjarliga
grundarlagið hjá floghavnini.
Vága Floghavn hevur neyðugu manningina til at lúka øll myndugleikaásett krøv um trygd og tilbúgving,
eisini eftir uppsagnirnar. Uppsagnirnar ávirka tí ikki trygd ella tilbúgving.
Vága Floghavn hevur mett um flogferðsluna fram til árslok 2021. Metingarnar byggja m.a. á samskifti
við tey flogfeløg, sum brúka Vága Floghavn, og á altjóða metingar av flogferðsluni komandi árini. Út
frá metingunum hevur floghavnin mannað seg til tann miðaltørv, sum kann væntast tað næsta hálvt-
annað árið.
Tørvurin á manning verður støðugt lagaður til flogferðsluna ymsu árstíðirnar. Men hóast ferðslan nú
spakuliga veksur aftur komandi summarmánaðirnar, hevur tað ikki við sær tørv á fleiri starvsfólkum
fyribils. Vanligt er, at flogferðslan er størri í juni til august enn restina av árinum. Soleiðis verður eisini
í ár, men havast skal í huga, at talið av flogførum verður munandi lægri enn somu tíð undanfarnu árini.
Afturgongdin í ferðafólkatalinum verður mett til eini 60-70% í mun til 2019.
Í løtuni er óvist, nær flogferðslan kann væntast at koma uppá støðið, sum líkist tí í undanfarnum árum.
Tað ber tí ikki til at siga, um og nær størv verða sett aftur.
Tinganes, 22. juni 2020
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
102.19 Spurningur til J. Niclasen fra S. Stenberg - trygd og tilbugving a Vaga Floghavn.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 12. jun. 2020

Sjá útdrigin tekst
Nr. 102/2019
Sirið Stenberg
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um trygd og tilbúgving í Vága Floghavn, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen (at svara skrivliga eftir
TS § 52a)
1. Hvussu fara uppsagnirnar av starvsfólkum í Vága Floghavn at ávirka trygdina
og tilbúgvingina ?
2. Er ætlanin at seta størvini aftur, nú flogferðslan økist aftur ?
Viðmerkingar:
Tað hevur verið alment frammi, at stórur partur av teimum uppsøgdu hjá Vága
Floghavn vóru fólk, sum starvaðust við trygd og tilbúgving. Til dømis varð nevnt
brunatrygd og trygdareftirlit sum heild. Tí er spurningurin, hvørja ávirkan hetta hevur
á tilbúgvingina og trygdina á flogvøllinum.
Nú flogferðslan tekur seg upp aftur kann væl roknast við, at tørvurin á
tilbúgving og trygd økist samsvarandi. Tí er spurningurin, um ætlanin er at seta
størvini aftur.
Á Løgtingi, 12. juni 2020
Sirið Stenberg

-- 1 of 1 --