← Løgtingsmál

52-101/2019

Upplating av landamørkum uttan COVID-19 kanningar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 24. jun. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
101.19 Svar fra B.S. Nielsen til Kristinu Hafoss - upplating av landamorkum uttan Covid-19 kanningar.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 24. jun. 2020

Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 3 --



-- 2 of 3 --



-- 3 of 3 --
101.19 Spurningur til B.S. Nielsen fra Kristinu Hafoss - upplating av landamorkum uttan Covid-19 kanningar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 12. jun. 2020

Sjá útdrigin tekst
Nr. 101/2019
Kristina Háfoss
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um upplating av landamørkum uttan COVID-19 kanningar,
settur løgmanni, Bárði á Steig Nielsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Hví verða landamørkini latin upp 15. juni uttan at COVID-19 kanna øll, ið
koma til Føroya?
2. Er ætlanin ikki at seta lógarkrav um, at øll, sum koma til Føroya, skulu
COVID-19 kannast?
3. Um valt verður at kanna øll, ið koma til Føroya, hvussu skjótt kann hetta vera
klárt – og hvussu nógv skulu ferðafólk vænta at rinda fyri tílíka kanning?
4. Hví verður latið upp fyri somu londum sum Danmark – heldur enn at
landsstýrið sjálvt tekur støðu til, hvørjum londum latið verður upp fyri?
5. Í juni mánaði lata flest øll ES-lond mørkini upp hvør fyri øðrum – ætlar
løgmaður, at allir borgarar í ES tá eisini kunnu koma til Føroya?
6. Hvat hevur løgmaður gjørt fyri at tryggja, at føroyskir myndugleikar sjálvir
taka avgerð um, hvørjum londum Føroyar lata upp fyri?
Viðmerkingar
Landsstýrið hevur boðað frá, at 15. juni verða landamørkini í Føroyum latin upp fyri
Íslandi, Grønlandi og Danmark. Eftir 15. juni verður ikki neyðugt við sóttarhaldi fyri
borgarar úr hesum londum.
Tá Danmark boðaði frá, at nú fór Danmark at lata upp fyri borgarum úr Týsklandi og
Noregi, varð fráboðað frá landsstýrinum, at nú vóru borgarar úr Týsklandi og Noregi
eisini vælkomnir til Føroya, uttan sóttarhald, 15. juni.
Í dag hevur Finnland boðað frá, at tey lata upp fyri Norðurlondum og Baltisku
londunum – tó ikki Svøríki. ES hevur eisini boðað frá, at ynskt verður, at øll ES lond
lata upp fyri hvørjum øðrum 15. juni. Sjálvt Spania hevur fingið áheitan um at lata teirra
mørk upp fyri øðrum ES londum 15. juni. Sum kunnugt er Danmark eitt ES land, og
verður tí væntandi opið til Danmarkar úr flestu europeisku londunum fyrsta dagin.
Harvið verður eisini opið til Føroya – um landsstýrið heldur somu kós sum higartil.
Samstundis hevur landsstýrið onki lógaruppskot lagt fyri Løgtingið um at krevja, at øll,
ið koma til Føroya, skulu COVID-19 kannast. Hinvegin er lógaruppskot lagt fyri tingið
um at útvega heimild at kunna stongja matstøð og skeinkistøð.
Sum skilst hevur landsstýrið enn onga loysn, tá umræður at fremja COVID-19
kanningar av øllum, ið koma til Føroya. Eisini er boðað frá, at latið verður upp 15. juni
uttan at kanna øll, ið koma til Føroya. Hetta er ein váði fyri okkara fólk og samfelag.
Kostnaðurin kann gerast stórur bæði menniskjansliga og búskaparliga. Vit hava annars
kanningarstovur, starvsfólk og vitan í Føroyum. Umframt Heilsufrøðiligu
starvsstovuna, hava eisini privat feløg víst á, at tey eru til reiðar at fremja COVID-19
kanningar av øllum, ið koma til Føroya, um hetta verður umbiðið. Hetta kundi verið
gagnnýtt og harvið minkað um váðan fyri okkara fólk.

-- 1 of 2 --

Fyri at fáa lýst málið verður hesin spurningur settur løgmanni. Av tí, at landamørkini
verða latin upp 15. juni, er vónin, at tað ber til at fáa svar skjótast tilber.
Á Løgtingi, 12. juni 2020
Kristina Háfoss

-- 2 of 2 --