← Løgtingsmál

52-100/2019

Virksemið í grótbrotinum í Porkeri

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 24. jun. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
100.19 Svar fra J. Niclasen til H. Old - virksemi i grotbrotinum i Porkeri.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 26. jun. 2020

Sjá útdrigin tekst
FÍ G GJ A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, 26. juni 2020
J. nr.: 20/00294
Svar upp á fyrispurning nr. 100/2019 eftir tingskipanini § 52a
Fyrispurningur frá Henrik Old, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í
fíggjarmálum, um virksemið í grótbrotinum í Porkeri
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu kundi tað bera til, at landsstýrismaðurin 20. mai onki kendi til niðurlagingina av
virkseminum í Porkeri, sjálvt um stóru broytingarnar longu tá vóru í gerð?
2. Hvør er orsøkin til, at mann bara niðurlagar tað eina av trimum grótbrotum í Føroyum, tá
mann samtíðis fær at vita, at grótið í grótbrotinum í Porkeri er sera væl egnað til nógv ymiskt
brúk í Føroyum?
3. Tá mann okkurt ár er farin upp um 200.000 tons av innfluttum tilfari, er tá ikki neyðugt at
hyggja eftir, um hesi mongu tons ikki kundi verið útvegað úr Føroyum heldur enn úr
Noregi?
Svar:
Landsstýrismaðurin hevur bíðað eftir frágreiðingini frá stjóranum á Landsverki um, hvussu hann mælir
til, at Landsverk í framtíðini skal virkað. 10. juni kom frágreiðingin. Í henni verður um skerv og
grótframleiðslu m.a. sagt:
“Framleiðslan av gróti og skervi fer til vanliga privatbrúkara og -virki, umframt ymsar
verkætlanir kring landið og ikki til stórar anleggsverkætlanir, har arbeiðstakarar vanliga sjálvir
veita sær neyðuga tilfeingið. Sum dømi kann nevnast útbygging av Tórshavnar Havn, ið fær grót
úr Glyvursnesi, tunnilsarbeiði ella størri kommunalar útstykkingar. Hinvegin verður asfalt
framleitt til arbeiði kring alt landið.
Framleiðslan hjá Landsverki er eitt sokallað inntøkufíggjað virksemi, og merkir hetta, at allar
fastar útreiðslur, herundir útreiðslur til millum annað tólbuna, avskrivingar, maskinur og løn til
starvsfólk, verður goldið av teimum inntøkum, ið fáast frá sølu av gróti, skervi og asfalti.”
Víðari stendur, at:
“Framleiðsla av gróti, skervi og asfalti var ein natúrligur partur av virkseminum hjá Landsverki,
tá stovnurin var arbeiðstakari á fleiri stórum verkætlanum. Men umráðandi er, at um Landsverk
framhaldandi skal reka virksemið, at tað verður so effektivt sum gjørligt, og at man er
kappingarførur, eisini í mun til tilfar, ið kemur uttanlands frá.“

-- 1 of 2 --

FÍ G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
“Framleiðslan er ikki nóg effektiv í dag, m.a. tí at amboðsparkin er ov stór til endamálið, og tí at
virksemið ikki hevur verið nóg væl skipað.
Ætlanin er at brúka næstu fýra árini at optimera framleiðsluna við at minka munandi um
amboðsparkina, ið fyri ein part er niðurslitin og ótíðarhóskandi. Ætlanin er framhaldandi at
hava trý grótbrot – Hundsarabotnur, Hústoft og Porkeri. Tó vil man betra um lønsemið við at
niðurleggja grótframleiðsluna til asfalt í Porkeri, tí at til ber at keypa tilfar munandi bíligari
aðrastaðni. Vanlig grótframleiðsla til verandi nýtslu í Suðuroy heldur tó fram.”
Landsverk hevur aftaná, at frágreiðingin gjørdist almenn, upplýst, at grótið í Porkeri er væl egnað til
asfaltsnýtslu. Landsverk sigur, at av tí at framleiðslutólini í Hundsarabotni, ið skulu virka tilfarið úr
Suðuroy, eru so gomul og niðurslitin, er óvissan um framleiðsluna á verkinum í Hundsarabotni ein av
høvuðsorsøkunum til, at stovnurin hevur valt at steðga framleiðsluni til asfalt í Porkeri fyri fyrst.
Starvsfólkini, sum mannað grótbrotið, arbeiða við øðrum uppgávum í oynni, og útgerðin er enn í
Porkeri.
Samlaða nøgdin av gróti úr Porkeri, sum er farin til asfaltframleiðsleiðslu, hevur seinastu árini ligið um
eini 30.000 tons árliga.
Landsverk upplýsir, at tey eru farin undir at arbeiða við einari mobilari loysn, sum kann brúkast í øllum
grótbrotunum í landinum. Fyri at framleiðslan kann vera á einum haldbarum og tryggum støði, er
neyðugt, at skervverkini hjá Landsverki verða nútímansgjørd, m.a. við at útbyggja verkini til mobilu
loysnina. Metta samlaða íløgan er umleið 15 mió. kr.
Viðvíkjandi tí innflutta tilfarinum skal havast í huga, at ein partur av tilfarinum er ljósur skervur, sum
verður tilsettur asfaltinum, m.a. fyri at gera vegin ljósari. Tað kann føroyski skervurin ikki brúkast til.
Landsverk sigur, at ætlanin er framhaldandi at hava trý gró tbrot – í Hundsarabotni, á Hú stoft og í
Porkeri.
Sum tað stendur í viðmerkingunum frá Landsverki, eru avbjóðingar við grótbrotinum í Porkeri. Men
eingin ætlan er um at niðurleggja tað. Sum longu nevnt, er øll útgerðin í Porkeri, og ongin er uppsagdur.
Avbjóðingin við framleiðslu í Porkeri til asfaltsframleiðslu er eisini fíggjarlig, nevniliga, at innflutt vøra
er bíligari.
Landsstýrismaðurin hevur nú fingið frágreiðingar frá Landsverki og vil kanna møguleikan, um tað ber
til at finna eina loysn, fyri at vit framhaldandi kunnu nýta framleiðslu úr Porkeri til asfaltsframleiðslu.
Tinganes, 26. juni 2020
Jørgen Niclasen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
100.19 Spurningur til J. Niclasen fra H. Old - virksemi i grotbrotinum i Porkeri.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 12. jun. 2020

Sjá útdrigin tekst
Nr. 100/2019
Henrik Old
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um virksemið í grótbrotinum í Porkeri, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen (at svara skrivliga eftir
TS § 52a)
1. Hvussu kundi tað bera til, at landsstýrismaðurin 20. mai onki kendi til
niðurlagingina av virkseminum í Porkeri, sjálvt um stóru broytingarnar longu
tá vóru í gerð?
2. Hvør er orsøkin til, at mann bara niðurlagar tað eina av trimum grótbrotum í
Føroyum, tá mann samtíðis fær at vita, at grótið í grótbrotinum í Porkeri er
sera væl egnað til nógv ymiskt brúk í Føroyum?
3. Tá mann okkurt ár er farin upp um 200.000 tons av innfluttum tilfari, er tá ikki
neyðugt at hyggja eftir, um hesi mongu tons ikki kundi verið útvegað úr
Føroyum heldur enn úr Noregi?
Viðmerkingar:
Tann 20. mai í ár hevði undirritaði ein munnligan fyrispurning í Løgtinginum um
virksemið i grótbrotinum í Porkeri. Landsstýrismaðurin svaraði, at hann visti onki um,
at virksemið í grótbrotinum í Porkeri skuldi avmarkast til lítið og onki. Síðani er
niðurlagingin av virkseminum byrjað. Longu annan dagin eftir, at landsstýrismaðurin
svaraði, at hann onki visti, bleiv byrjað at taka niður anleggið á keiini í Porkeri, sum í
mong ár hevur verið nýtt í sambandi við grótflutning úr Suðuroynni.
Nú sæst í frágreiðingini Landsverk - avbjóðingar og átøk, at virksemið í grótbrotinum
skal avviklast til lítið og onki. Hetta sjálvt um útgerð fyri fáum árum síðan bleiv
keypt, so at grótbrotið í Porkeri kundi knúsa allan tann skerv og grót, sum brúk er fyri
í Føroyum. Merkiligt nokk velur mann at niðurlaga verksemið í Porkeri, sjálvt um
mann alla tíðina hevur fingið at vita, at góðskan av grótinum í Porkeri er serliga góð
og væl egnað til tað mesta, sum brúk er fyri í Føroyum. Tá mann okkurt ár er farin
upp um 200.000 tons av innfluttum tilfari, kundi tað hugsast at verið skilabetri at
útvegað hesi mongu tons úr Føroyum heldur enn úr Noregi.
Tí hesir spurningar til landsstýrismannin.
Á Løgtingi, 12. juni 2020
Henrik Old

-- 1 of 1 --