← Løgtingsmál

52-099/2019

Atkomuviðurskiftum í almennum bygningum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 24. jun. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
099.19 Svar fra J. Niclasen til J. Joensen - atkomuvidurskiftum i almennum bygningum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 24. jun. 2020

Sjá útdrigin tekst
FÍ G GJ A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 23. juni 2020
J. nr.: 20/00295
Viðgjørt: BAB
Svar upp á fyrispurning nr. 99/2019 eftir tingskipanini § 52a
Fyrispurningur frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen,
landsstýrismanni í fíggjarmálum, viðvíkjandi atkomuviðurskiftum í almennum bygningum
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu nógvir almennir bygningar eru, har rørslutarnað, t.d. fólk í koyristóli, ikki hava góð
atkomuviðurskifti?
2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at oyramerkja pening á fíggjarlógini til at betra um
atkomuviðurskiftini í landsins bygningum komandi árini?
Svar:
Fleiri almennir bygningar lúka ikki krøv um nøktandi atkomuviðurskifti. Landsverk sigur seg
altíð raðfesta lógarkrøv til landsins bygningar frammarlaga, tá ið viðlíkahald og umraðfestingar
verða gjørdar á landsins bygningum.
Lógarkrøv spenna vítt og fevna um alt frá atkomu, bruna og inniklima (komfort og krøv frá
arbeiðseftirlitinum), umframt mangt annað. Játtanin til viðlíkahald er avmarkað, og tí er trupult
at náa øllum. Tað verður í hvørjum ítøkiligum føri mett, hvussu játtanin skal nýtast. Í
høvuðsheitum verður játtanin nýtt til viðlíkahald, so umstøðurnar hjá brúkarum og starvfólkum
er á einum tryggum støði.
Svar til spurning 1:
Landsverk upplýsir, at 40 bygningar hava góð atkomuviðurskifti. 10 bygningar hava minni góð
atkomuviðurskifti og krevja minni ábøtur. 89 bygningar hava ikki nóg góð atkomuviðurskifti og
krevja størri ábøtur.
Svar til spurning 2:
Ásannast má, at neyðugt verður at raðfesta atkomuviðurskiftini. Eg fari at taka spurningin upp
við Landsverk um, hvussu vit kunnu náa hesum komandi árini.
Tinganes, 23. juni 2020
Jørgen Niclasen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
099.19 Spurningur til J. Niclasen fra Johannis Joensen - atkomuvidurskiftum i almennum bygningum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 12. jun. 2020

Sjá útdrigin tekst
Nr. 99/2019
Jóhannis Joensen
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur viðvíkjandi atkomuviðurskiftum í almennum bygningum, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen (at svara skrivliga eftir
TS § 52a)
1. Hvussu nógvir almennir bygningar eru, har rørslutarnað, t.d. fólk í koyristóli,
ikki hava góð atkomuviðurskifti?
2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at oyramerkja pening á fíggjarlógini til
at betra um atkomuviðurskiftini í landsins bygningum komandi árini?
Viðmerkingar
Góð atkomuviðurskifti hava avgerandi týdning fyri lívsgóðskuna hjá borgarum
okkara, sum hava rørslutarn. Men tíverri eru hesi viðurskifti ikki altíð í lagi, hvørki í
privatum ella almennum bygningum, og tí uppliva hesi stórar avmarkingar í lívinum.
Tá nýggir bygningar verða bygdir í dag, verða krøv sett um góð atkomuviðurskifti.
Men tá ið gamlir bygningar verða gjørdir um, eru ongar treytir um góð
atkomuviðurskifti, og fleiri av landsins bygningum standa ódagførdir við vánaligum
atkomumøguleikum.
Landsverk varðar av landsins bygningum, 185 í tali, sum samanlagt fevna um 240
túsund fermetrar. Á fíggjarlógini fyri 2020 eru 21 milliónir kr. settar av til at umvæla,
viðlíkahalda og bjálva landsins bygningar. Í fíggjarlógini stendur eisini at lesa, at
bygningar landsins yvirhøvur eru í ringum standi, tí alt ov lítið hevur verið játtað til
viðlíkahald í nógv ár. Landsverk metir, at eftirsleipið bara við at umvæla og
viðlíkahalda landsins bygingar er 270 milliónir kr., og tí er trupult at síggja fyri sær, at
peningur til bøtt atkomuviðurskifti skal finnast á hesi játtan.
Tørvur er á at fáa eitt yvirlit yvir trupulleikan. Og tørvur er somuleiðis á eini meting
frá politiska myndugleikanum um, nær fólk við rørslutarni kunnu vænta sær betri
atkomuviðurskifti.
Á Løgtingi, 12. juni 2020
Jóhannis Joensen

-- 1 of 1 --