52-098/2019
Tannviðgerð
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. jun. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
098.19 Svar fra K.L.H. Johannesen til I.D. Strom - tannvidgerd.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 24. jun. 2020
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 23. juni 2020 HMR J. nr. 20/00555-9 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á fyrispurning nr. 98/2019 eftir § 52a í tingskipanini um tannviðgerð frá Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinnu Spurningurin var soljóðandi: 1. Hvør kann í dag fáa serligt fíggjarligt ískoyti til tannviðgerð? 2. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er rímiligt, at fólk við tannsjúkum ella tannskaðum sum fylgja av aðrari sjúku, sjálv skulu rinda fyri tannviðgerð? 3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera nakrar broytingar á hesum økinum? Svar: Til spurning 1 Tá ið tað viðvíkur ískoyti til tannviðgerð, er talan um ymiskir myndugleikar og ymiskar skipanir. Umframt heilsuøkið fevna skipanirnar eisini um almannaøkið og tað kommunala økið. Heilsutrygd Tá ið tað viðvíkur heilsuøkið, er tað Heilsutrygd, ið veitir ískoyti til gjald fyri tannlæknahjálp eftir sáttmála millum Tannlæknafelagið og Fíggjarmálaráðið. Í sáttmálanum, sum liggur alment frammi – t.d. heimasíðuni hjá Heilsutrygd – er ein talva um veitingar og gjøld. Henda tannlæknahjálp er eisini ásett í kunngerð við heimild í løgtingslóg um almenna heilsutrygd. Persónar, sum eru búsitandi í Føroyum, eru fevndir av løgtingslóg um almenna heilsutrygd og hava tí rætt til ískoyti til gjald fyri viðgerð hjá tannlækna. Sjúkrahúsverkið Tannviðgerð verður eisini veitt í Sjúkrahúsverkinum og er vanliga treytað av, at sjúklingurin skal hava fulla doyving. Sjúkrahúsverkið hevur ongan tannlækna, og tí koma tannlæknar aðrastaðnis frá og viðgera sjúklingin inni á sjúkrahúsinum. -- 1 of 3 -- Sjúkrahúsverkið sær vanliga fylgjandi bólkar av sjúklingum: Børn, t.d. við hol í tonnunum (karies), ella sum av einhvørjari orsøk ikki kunnu viðgerast hjá skúlatannlækna og tí verða doyvd á sjúkrahúsinum fyri at fáa tannviðgerð. Tað er tannlækni frá Tórshavnar Kommunu, sum kemur inn á Landssjúkrahúsið at fremja hesar tannviðgerðirnar. Kommunan sendir eftirfylgjandi rokning til sjúkrahúsverkið fyri arbeiðið, ið teirra tannlækni hevur gjørt á Landssjúkrahúsinum. Fólk við menningartarni. Tað er føroyskur tannlækni úr Danmark, ið kemur á Landssjúkrahúsið einaferð um mánaðin at fremja tannlæknaviðgerð til fólk við menningartarni. Hetta er fíggjað av normeringini, sum Skurðdepilin hevur til tannlæknavirksemi. Skaðatilburðir (trauma), sum krevja skurðviðgerð, verða viðgjørdir inni á Landssjúkrahúsinum ella sendir til serdeild uttanlands. Sjúkrahúsverkið fíggjar viðgerðina. Harumframt eru kjálkaskurðlæknar “kæbekirurgar” á Landssjúkrahúsinum áleið 2 ferðir árliga, sum hava ambulatorievirksemi viðvíkjandi “størri skeivleikum”, sum t.d. munandi undir- ella yvirbit. Kommunurnar Tað eru kommunurnar sum, sambært løgtingslóg um barna- og ungdómstannrøkt, hava ábyrgdina av at tryggja øllum børnum og ungum undir 18 ár, sum búgva í kommununi, møguleika fyri ókeypis fyribyrgjandi og viðgerðandi tannrøkt. Almannaverkið Eisini Almannaverkið veitir stuðul til tannviðgerð eftir almannalóggávuni. Av tí at Heilsumálaráðið ikki varðar av hesi lóggávu ella stuðulsskipan, hevur Heilsumálaráðið heitt á Almannamálaráðið um at gera eitt ískoytissvar um hendan partin, sum verður endurgivið niðanfyri. “Stuðul eftir almannalóggávuni kann býtast í tvey: 1. Stuðul eftir § 15 í forsorgarlógini og § 12 í almannapensjónslógini. Hetta eru tey, sum hava fíggjarliga trong kor, og sum ikki hava møguleika sjálvi at gjalda fyri viðgerð. 2. Stuðul eftir § 18 b í forsorgarlógini, sum er stuðul til hjálparráð og § 18, stk. 1 í kunngerð um hjálparráð. Viðv. nr. 1 Stuðul verður veittur teimum, sum ikki sjálvi hava fíggjarliga orku at halda útreiðsluna. T.v.s., at stuðulin verður veittur við støði í eini tørvsmeting hjá tí einstaka. Tað er ikki í lóggávuni neyvt nágreinað, hvørjar viðgerðir stuðul verður veittur til, men í høvuðsheitum verður einans veitt til neyðviðgerð, fyribils viðgerðir og neyðugt viðlíkahald. Stuðul -- 2 of 3 -- til pensjonistar verður veitt sbrt. § 12 í almannapensjónslógini, meðan stuðul til ikki-pensjonistar verður veitt sbrt. § 15 í forsorgarlógini. Viðv. nr. 2 Stuðulin sbrt. § 18 b í forsorgarlógini verður veittur óheft av inntøku, ogn og sosialari støðu annars. Nærri reglur eru ásettar í kunngerð nr. 18 frá 22. mars 2010 um stuðul til hjálparráð. Stuðul verður bert veittur til tannprotesir og ortodontiska tannviðger, um talan er um funktionelt oyðileggjandi ella kosmetiskt misprýðandi avleiðingar av: 1) vanlukkutreytaðum skaða á tyggiorgan (tenn, munn, kjálkabein og umgevandi vevnað) 2) neyðugari læknaligari ella tannlæknaligari viðgerð, sum hevur við sær skaðar á tyggiorgan, ella 3) viðføddum álvarsligum skeivleikum, sum ávirka tyggigagnið.” Til spurning 2 og 3 Tá ið tað viðvíkur tannviðgerð, hevur skipanin altíð verið soleiðis, at fólk vanliga gjalda ein part sjálvi, meðan tað almenna eisini veitir eitt ískoyti ella ein stuðul til viðgerðina. Eg meti sjálvandi, at tann parturin, sum sjúklingurin sjálvur skal gjalda, skal verða rímiligur. Landsstýrismaður er ikki vitandi um, at fólk við tannsjúkum ella tannskaðum gjalda ein órímiligan prís. Í løtuni verður ikki arbeitt við ætlanum um at fremja broytingar á hesum øki. Heilsumálaráðið, 23. juni 2020 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 3 of 3 --
098.19 Spurningur til K.L.H. Johannesen fra I.D. Strom - tannvidgerd.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 12. jun. 2020
Sjá útdrigin tekst
Nr. 98/2019 Ingilín Didriksen Strøm løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur viðvíkjandi tannviðgerð, settur landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvør kann í dag fáa serligt fíggjarligt ískoyti til tannviðgerð? 2. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er rímiligt, at fólk við tannsjúkum ella tannskaðum sum fylgja av aðrari sjúku, sjálv skulu rinda fyri tannviðgerð? 3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera nakrar broytingar á hesum økinum? Viðmerkingar: Í ríka vælferðarsamfelag okkara hava vit møguleika fyri at fáa ókeypis sjúkrahjálp, tí viðgerðin verður fíggjað umvegis felagskassan. Men tað er ikki galdandi á øllum økjum. Verða vit sjúk í tonnunum ella fáa tannskaðar, eitt nú sum fylgja av aðrari sjúku, so mugu vit í allarflestu førum sjálv rinda rokningina. Summi hava ráð, men tað eru eisini nógv, sum merkja stóran fíggjarligan smeit aftaná tannlæknavitjan. Spurnartekin kann setast við, um tað er rætt, at hesin parturin av heilsuverkinum ikki í størri mun verður fíggjaður umvegis felagskassan. Serliga kann tað tykjast órættvíst fyri tey, sum orsakað av sjúku fáa avbjóðingar við tonnunum. Sum dømi kunnu nevnast fólk við epilepsi, ið sum avleiðing av herðindum aftur og aftur fáa skaða á tenninar, ella fólk, sum hava fingið staðfest sjúku í munninum ella svølginum, sum ger stóran skaða. Spyrjarin ynskir at fáa betri yvirlit yvir, hvør í dag hevur rætt til at fáa ískoyti til tannviðgerð, og um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at gera broytingar á hesum økinum. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 11. juni 2020 Ingilín Didriksen Strøm -- 1 of 1 --