52-097/2019
Heimleys
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. jun. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
097.19 Svar fra K.L.H. Johannesen til U. Rasmussen - Heimleys.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 19. jun. 2020
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 19. juni 2020 HMR J. nr. 20/00538-5 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á fyrispurning nr. 97/2019 eftir § 52a í tingskipanini um heimleys frá Una Rasmussen, løgtingsmanni Spurningurin var soljóðandi: 1. Hvussu nógv heimleys liggja og hava ligið á teimum trimum sjúkrahúsunum seinastu trý árini? 2. Hvussu gomul eru tey heimleysu, ið liggja á sjúkrahúsunum kring landið? 3. Hvussu leingi liggja tey heimleysu í miðal á sjúkrahúsunum, áðrenn tey verða útskrivað? Svar: 1. Hvussu nógv heimleys liggja og hava ligið á teimum trimum sjúkrahúsunum seinastu trý árini? Sambært sjúkrahúsverkinum eru síðani 2017 tilsamans 19 borgarar skrásettir sum innlagdir á teimum trimum sjúkrahúsunum longri enn neyðugt, tí onki heim var at útskriva til. Her skal tó fyrivarni takast fyri, at summar deildir ikki hava skrásett systematiskt fyrr enn nú, og tí kann tað veruliga talið vera nakað hægri. Í løtuni eru 2 borgarar innlagdir, sum eru liðugt viðgjørdir, men sum tað ikki ber til at útskriva, tí ongin bústaður er. 2. Hvussu gomul eru tey heimleysu, ið liggja á sjúkrahúsunum kring landið? Tann yngsti borgarin, sum hevur ligið á sjúkrahúsinum longri enn neyðugt orsakað av vantandi bústaði, var fyrst í 40’unum. Tann elsti var 64 ár. Miðalaldurin er 56 ár. -- 1 of 2 -- 3. Hvussu leingi liggja tey heimleysu í miðal á sjúkrahúsunum, áðrenn tey verða útskrivvað? Miðal dagatalið, eftir at heimleysu borgarnir vóru medisinskt liðugt viðgjørdir, er 76 dagar. Tann, sum hevur verið innlagdur longst eftir at viðgerðin varð liðug, var innlagdur í 361 dagar, meðan onkur bert hevur verið innlagdur í styttri tíð, áðrenn ein loysn var funnin. Heilsumálaráðið, 19. juni 2020 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
097.19 Spurningur til K.L.H. Johannesen fra U. Rasmussen - Heimleys.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 10. jun. 2020
Sjá útdrigin tekst
Nr. 97/2019 Uni Rasmussen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um heimleys, settur landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvussu nógv heimleys liggja og hava ligið á teimum trimum sjúkrahúsunum seinastu trý árini? 2. Hvussu gomul eru tey heimleysu, ið liggja á sjúkrahúsunum kring landið? 3. Hvussu leingi liggja tey heimleysu í miðal á sjúkrahúsunum, áðrenn tey verða útskrivað? Viðmerkingar: Í samrøðu við Kringvarp Føroya 18. mai 2020 segði Sonja Nielsen, leiðari á B6 á Landssjúkrahúsinum, at tað kemur fyri, at fólk enda við at liggja á deildini í upp til 10 mánaðir. Talan er um fólk, sum av ymiskum orsøkum eru so mikið illa fyri, at tey hava ongastaðni at fara, tá viðgerðin er av. Tað tykist, sum eingin hevur ábyrgdina. Hvørki Heilsumálaráðið ella Almannamálaráðið. Av tí sama detta tey heimleysu niðurímillum í skipanini. Sum vælferðarsamfelag hava vit til uppgávu at hjálpa teimum, ið koma illa fyri, og tí er tað umráðandi at finna út av, hvussu stórur og umfatandi trupulleikin er. Tískil verður spurt um, hvussu nógv heimleys liggja á teimum trimum sjúkrahúsunum, hvussu gomul tey eru, og hvussu leingi tey liggja á sjúkrahúsunum í miðal, áðrenn tey verða útskrivað. Á Løgtingi, 10. juni 2020 Uni Rasmussen -- 1 of 1 --