← Løgtingsmál

52-096/2019

Um støðuna á teimum trimum sjúkrahúsunum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 17. jun. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
096.19 Svar fra K.L.H. Johannesen til J. Mikkelsen o.fl. - stodan a teimum trimum sjukrahusunum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 16. jun. 2020

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 16. juni 2020
HMR J. nr. 20/00536-6
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
fyrispurning nr. 96/2019 eftir § 52a í tingskipanini um støðuna á teimum trimum
sjúkrahúsunum frá Jákupi Mikkelsen, Frimodt Rasmussen, Beinir Johannesen og Steffan
Klein Poulsen
Spurningurin var soljóðandi:
1. Hvat er samlaði kostnaðurin av at broyta nøvnini á teimum trimum sjúkrahúsunum?
2. Eru starvsfólk innan Sjúkrahúsverk Føroya í starvi hjá Sjúkrahúsverki Føroya, ella á tí sjúkrahúsi,
tey hava sín gerandisdag?
3. Hava allir tríggir stjórarnir beinleiðis tilvísing til landsstýrismannin?
4. Hví sendi umsitingin hjá landsstýrismanninum í februar mánaða í ár stjórunum fyri Klaksvíkar
Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús bræv við boðum um, at hesir báðir stjórar ikki longur skuldu
vera stovnsleiðarar í búskaparskipanini fyri ávikavist konturnar hjá Suðuroyar og Klaksvíkar
sjúkrahúsi?
5. Fer landsstýrismaðurin at endurskoða menningarætlanina fyri Sjúkrahúsverk Føroya, og taka
hana upp til nýggja politiska viðgerð?
Svar:
Til spurning 1
Beinleiðis kostnaðurin av navnakappingini er 81.600 krónur. Kostnaðurin er býttur sundur í virðisløn
á 10.000 krónur, framleiðslu av lýsingarátaki, tekstarbeiði, grafikk og lýsing (26.600 kr.) og
lýsingaherferð á øllum teimum stóru tíðindaportalunum yvir tríggjar vikur (45.000 kr.). Kostnaðurin
er uttan meirvirðisgjald.
Ætlanin er at fáa gjørt nýtt felags búmerki, sum verður felags fyri tey trý sjúkrahúsini og knýtir
sjúkrahúsverkið saman. Saman við búmerkinum verður gjørd nýggj sniðhandbók. Tað eru eisini aðrir
óbeinleiðis kostnaðir – eitt nú skal stóra skeltið uttanfyri Landssjúkrahúsið skiftast. Vit kenna ikki
neyva kostnaðin fyri hetta, men upplýsast kann, at kostnaðurin fyri verandi skelti var 100.000 krónur
við uppsetan.

-- 1 of 3 --

Evni Upphædd Viðmerking
Búmerki 42.000,00 kr. Serstøk játtan
Mini sniðhandbók 48.000,00 kr. Serstøk játtan
Lýsingaherferð 45.000,00 kr. Útreiðsla býtast
Lýsing og snið til navnakappingina 26.600,00 kr. Serstøk játtan
Virðisløn 10.000,00 kr. HMR
Samlað 171.600,00 kr.
Í broytingaruppskoti landsstýrisins til uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2020 í
løgtingsmáli 6/2019 stendur í mun til samantvinning av teimum trimum sjúkrahúsunum, at “Arbeiðið
við at sameina sjúkrahúsini hevur nakrar øktar útreiðslur við sær viðvíkjandi ferðaútreiðslum,
leiðslukunning og KT. Ætlanin er at framleiða eina felags heimasíðu, eitt felags búmerki og eina
felags visjón fyri sjúkrahúsverkið. Biðið verður um 500 tkr. til endamálið í 2020.”
Navnakappingin er sostatt ein liður í hesi ætlan at sameina tey trý sjúkrahúsini.
Sambært sjúkrahúsverkinum er og hevur tað ongantíð verið ætlanin at beina burtur brævbjálvar og
annað prent, seingjarklæðir og búnar orsakað av navnabroytingini. Tá tíðin er komin at bíleggja nýggj
prent ella pløgg, verða hesi við nýggja samleikanum.
Til spurning 2
Tað er landsstýrismaðurin, sum setur leiðsluna fyri sjúkrahúsverkið. Tað er sostatt
landsstýrismaðurin, ið setur forstjóra, stjórar og varastjórar. Setanarøkið hjá leiðsluni er
Heilsumálaráðið og stovnar undir tí við tænastu á einstaka sjúkrahúsinum og í Sjúkrahúsverkinum.
Flest øll starvsfólkini eru í starvi á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi ella Suðuroyar
sjúkrahúsi. Síðani tey trý sjúkrahúsini í 2018 formliga vórðu skipað undir eina felags leiðslu, eru fleiri
serlæknar settir í Sjúkrahúsverki Føroya, men við staðseting á ávísum depli á Landssjúkrahúsinum.
Áðrenn setanarmyndugleikin fyri tænastumenn í Sjúkrahúsverki Føroya í 2001 varð fluttur til
sjúkrahúsini, vórðu yvirlæknar á ávísum serøkjum eisini settir í Sjúkrahúsverki Føroya við tænastu á
Landssjúkrahúsinum.
Til spurning 3
Tá lýst varð eftir forstjóra fyri sjúkrahúsverkið í 2017, varð tað ásett, at forstjórin hevur endaligu
ábyrgdina av rakstrinum av sjúkrahúsverkinum mótvegis Heilsumálaráðnum. Henda skipan varð
formliga sett í verk 1. januar 2018.
Ovasta leiðsla er sostatt skipað við einum forstjóra og tveimum stjórum, og er tað forstjórin, sum
hevur seinasta orðið, tá talan er um tvístøður. Út yvir at vera stjórar í sjúkrahúsverkinum, eru stjórarnir
eisini dagligir stjórar á einstøku sjúkrahúsunum. Stjórarnir á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar
sjúkrahúsi vísa til forstjóran.
Til spurning 4
Orsakað av skiftandi leiðslum í sjúkrahúsverkinum og tekniskum avbjóðingum, dró tað út at seta í
verk henda partin av bygnaðarbroytingini.

-- 2 of 3 --

Eftir at ovasta leiðsla í sjúkrahúsverkinum aftur var fullmannað á heysti 2019, varð farið undir aftur
at broyta leiðslukunningarskipanina fyri at skipa stigveldisskipanina tekniskt, soleiðis at hon var í
samsvari við bygnaðin í sjúkrahúsverkinum. Sum ein liður í hesi ætlan sendi Heilsumálaráðið í
februar mánað boð um hesa broyting.
Til spurning 5
Arbeitt verður støðugt við at menna sjúkrahúsverkið við grundarlagi í menningarætlanini fyri
Sjúkrahúsverkið frá 2016.
Sjúkrahúsleiðslan hevur regluligar fastar fundir, har felags mál verða umrødd og viðgjørd.
Sjúkrahúsleiðslan hevur sett eina høvuðssamstarvsnevnd við umboðum fyri øll trý sjúkrahúsini, sum
hevur regluligar fundir um felags mál.
Harumframt verður skipað fyri umleið trimum menningarfundum um árið millum landsstýrismannin,
leiðsluna í Heilsumálaráðnum og yvirskipaðu leiðsluna fyri Sjúkrahúsverk Føroya. Endamálið við
hesum fundum er at fylgja við og tryggja, at tilmælini í menningarætlanini verða sett í verk, umframt
at onnur mál og avrik kunnu verða umrødd á hesum fundum.
Sum landsstýrismaður taki eg undir við tilmælunum í ætlanini, og er ætlanin framhaldandi at arbeiða
við tí, sum menningarætlanin leggur upp til.
Sjúkrahúsverkið er nú fullmannað við trimum stjórum og fýra fakligum varastjórum, sum í felag hava
ábyrgdina av at leggja til rættis viðgerðir og tænastur tvørtur um sjúkrahúsini, soleiðis at samlaða
tilfeingið í sjúkrahúsverkinum verður nýtt so skilagott sum gjørligt. Hetta vil við øðrum orðum siga,
at leiðslan hevur myndugleika til – innan fyri karmarnar í sjúkrahúslógini og teimum kørmum, sum
politiska skipanin setir – at skipa funktiónirnar upp á tvørs av sjúkrahúsunum.
Sum landsstýrismaður leggi eg stóran dent á og havi fult álit á, at leiðslan fer at megna at skipa og
samskipa arbeiðið, soleiðis at sjúkrahúsini í nógv størri mun fara at virka sum ein samanhangandi
virkislig eind, sum samstarvar í øllum lutum fyri at veita sjúklinginum bestu tænastu, og vit harvið
fáa tað mest optimala burturúr sjúkrahúsverkinum í okkara lítla landi.
Heilsumálaráðið, 16. juni 2020
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
096.19 Spurningur til K.L.H. Johannesen fra J. Mikkelsen o.fl. - stoduna a teimum trimum sjukrahusunum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 4. jun. 2020

Sjá útdrigin tekst
Nr. 96/2019
Jákup Mikkelsen
Frimodt Rasmussen
Beinir Johannesen
Steffan Klein Poulsen
løgtingsmenn
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um støðuna á teimum trimum sjúkrahúsunum, settur
landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen (at svara
skrivliga eftir TS § 52a)
1. Hvat er samlaði kostnaðurin av at broyta nøvnini á teimum trimum sjúkrahúsunum?
2. Eru starvsfólk innan Sjúkrahúsverk Føroya í starvi hjá Sjúkrahúsverki Føroya, ella á tí
sjúkrahúsi, tey hava sín gerandisdag?
3. Hava allir tríggir stjórarnir beinleiðis tilvísing til landsstýrismannin?
4. Hví sendi umsitingin hjá landsstýrismanninum í februar mánaða í ár stjórunum fyri
Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús bræv við boðum um, at hesir báðir stjórar
ikki longur skuldu vera stovnsleiðarar í búskaparskipanini fyri ávikavist konturnar hjá
Suðuroyar og Klaksvíkar sjúkrahúsi?
5. Fer landsstýrismaðurin at endurskoða menningarætlanina fyri Sjúkrahúsverk Føroya, og
taka hana upp til nýggja politiska viðgerð?
Viðmerkingar:
Tað undraði almikið, tá Heilsumálaráðið brádliga boðaði frá, at sjúkrahúsini skuldu
hava nýggj nøvn. Fráboðanin hevur elvt til mikla øsing. Og tað er ikki uttan orsøk. Tað
tykist, sum myndugleikin ikki gevur sær far um, hvønn týdning sjúkrahúsini hava fyri
lokalsamfelagið. Talan er ikki bert um seingja- ella arbeiðspláss, men um sjálvan
samleikan í økinum. Eldsálir hava lagt lív og sál í arbeiðið, ættarlið eftir ættarlið, og tað
eru hesar eldsálir, sum hava gjørt sjúkrahúsini til tað, tey er í dag. Nøvnini eru kjarnin.
Tey nerta við kenslurnar. Talan er sostatt ikki bert um lítla og óskyldiga navnabroyting,
men um eina kollvelting, ið kveistrar lokala samleikan til viks. Tað undrar almikið, at
myndugleikin kemur við slíkari kollveltandi ætlan, tá spurningurin ikki hevur verið
umrøddur politiskt. Nøvnini á sjúkrahúsunum eru tryggjað við lóg. Skulu tey broytast,
skal lógin broytast. Til tess krevst ein politiskur meiriluti, og politiska skipanin er slett
ikki spurd eftir.
Tá aðalorðaskifti var um Menningarætlanina í seinasta valskeiði, var ongin ivi um, at
politiski viljin var, at stjórarnir á teimum trimum sjúkrahúsunum skuldu hava fulla
ábyrgd av rakstrinum og játtanini á fíggjarlógini. Men tá stjórarnir vórðu settir, vórðu
teir settir á einum sjúkrahúsi, men eisini hjá Sjúkrahúsverki Føroya. Tí er neyðugt at
fáa greiðu á, um stigvís broyting er farin fram, har endin er, at øll starvsfólk verða sett
í starv hjá Sjúkrahúsverki Føroya. Um so er, eru sjálvstøðugu sjúkrahúsini beind burtur.
Tað var ikki politiska ætlanin. Hon stríðir beinleiðis í móti tingsins vilja.

-- 1 of 2 --

Menningarætlanin leggur upp til, at Sjúkrahúsverk Føroya verður skipað eftir bygnaði,
har sjúkrahússtjórarnir skulu samstarva, og á tann hátt finna fram til loysnir, og taka
avgerðir til frama fyri okkara borgarar og samlaða sjúkrahúsverkið. Eingin ivi má vera
um, hvussu leiðslubygnaðurin virkar.
Tá broytingar vórðu gjørdar fyri Suðuroyar og Klaksvíkar Sjúkrahús í búskaparskipan
landsins í februar mánaða, elvdi tað til stóra mótstøðu, m.a. frá løgtingslimum, ið hevði
við sær, at broytingarnar vórðu tiknar aftur. Eftir stendur tó spurningurin, ið ikki varð
svaraður, og aftur er blivin aktuellur í sambandi við navnakappingina, hví umsitingin
tók avgerðina av sínum eintingum.
Síðan menningarætlanin varð sett í verk, eru fleiri ivamál. Harumframt eru viðurskiftini
í bygnaðinum ógreið. Tað er ivasamt, hvørjar heimildir eru galdandi hjá øllum
stjórunum, tá talan er um tey trý sjúkrahúsini. Av tí sama kenna stjórar og starvsfólk
seg ótrygg. Tískil er áhugavert at vita, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at
endurskoða menningarætlanina fyri Sjúkrahúsverk Føroya. Ein menningarætlan, ið
higartil hevur elvt til eina sera ivasama navnakapping, ógreiðar stjóraheimildir, ógreiðar
fíggjarligar heimildir hjá stjórunum og mangt annað.
Á Løgtingi, 4. juni 2020
Jákup Mikkelsen
Frimodt Rasmussen
Beinir Johannesen
Steffan Klein Poulsen

-- 2 of 2 --