52-095/2019
Rambøll støðumetingin av tunlunum norð um Fjall
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 17. jun. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
095.19 Svar fra J. Niclasen til S. K. Poulsen - Ramboll kanningin av tunlunum nordur um Fjall.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 16. jun. 2020
Sjá útdrigin tekst
FÍ G GJ A R M Á L A R Á Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 16. juni 2020 J. nr.: 20/00280 Svar upp á fyrispurning nr. 95/2019 eftir tingskipanini § 52a Fyrispurningur frá Steffan Klein Poulsen, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um Rambøll støðumetingina av tunlunum norð um fjall. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvør er niðurstøðan í støðumetingini hjá uttanhýsis serfrøðini, Rambøll av tunnlunum norð um fjall, sum bleiv gjørd í desember 2019? 2. Í hvørjum standi eru tunlarnir, og hvørji tilmæli hevur Rambøll fyri Hvannasundstunnulin og Árnafjarðartunnulin? 3. Er tað trygt og forsvarligt at koyra ígjøgnum tunlarnar norð um fjall sambært støðumetingini hjá Rambøll? Svar Landsverk hevur til uppgávu at umsita og viðlíkahalda alt samferðslukervið í Føroyum fyri tær upphæddir, sum Løgtingið setir av til hetta endamál. Ein týðandi partur av hesum eru landsvegirnir, soleiðis sum teir eru lýstir í landsvegaskránni. Árnafjarðartunnilin og Hvannasundstunnilin, undir einum nevndir tunlarnir Norður um Fjall, eru partar av landsvegakervinum. Uppgávan hjá Landsverki er alla tíðina at meta um, hvussu mest fæst fyri tær upphæddir, sum Løgtingið setir av til viðlíkahald, og hvørjar uppgávur á landsvegakervinum mugu raðfestast. Landsverk ger leypandi metingar av øllum landsvegakervinum fyri at vita, hvat hevur skund, hvat kann bíða og hvørji átøk skulu gerast í hvørjum einstøkum føri. Sum liður í hesum arbeiðnum brúkar Landsverk viðhvørt uttanhýsis fakliga hjálp til at skráseta og lýsa faktisk viðurskifti við landsveganetinum. Eina slíka kanning hevur Landsverk biðið Rambøll gera av tunlunum Norður um Fjall. Skjølini frá Rambøll innganga sum arbeiðsskjøl í tær metingar og raðfestingar, sum Landsverk so ger. Slíkar støðumetingar hava eisini ein leiklut sum ein eftirkanning av egnu metingunum hjá Landsverk. -- 1 of 2 -- FÍ G GJ A R M Á L A R Á Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 Svar til spurning 1 Landsverk hevur upplýst, at niðurstøðan viðvíkjandi Árnafjarðartunlinum er, at burtursæð frá loftinum í innkoyringini í Ánunum, eru ikki átroðkandi brek. Niðurstøðan viðvíkjandi Hvannasundstunlinum er, at eingi átroðkandi brek eru. Svar til spurning 2 Landsverk hevur upplýst, at sambært egnum metingum og frágreiðing frá Rambøll eru tunlarnir í rímiliga góðum standi eftir aldrinum. Mælt verður til í ávísum støðum innan 3 ár at gera ábøtur á festið í loftinum og í øðrum støðum kann tað gerast seinni. Ætlanin er at fara undir ábøtur í ár. Nýggir tunlar Norður um Fjall hava høga raðfesting hjá landsstýrinum og tí verður viðlíkahaldstíðarætlan gjørd í samljóði við tíðarætlan av nýggju tunlunum. Svar til spurning 3 Ja, annars hevði Landsverk stongt tunlarnar Tinganes, 16. juni 2020 Jørgen Niclasen landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
095.19 Spurningur til J. Niclasen fra S. K. Poulsen - Ramboll kanningin av tunlunum nordur um Fjall.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 4. jun. 2020
Sjá útdrigin tekst
Nr. 95/2019 Steffan Klein Poulsen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um Rambøll støðumetingina av tunlunum norð um fjall, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvør er niðurstøðan í støðumetingini hjá uttanhýsis serfrøðini, Rambøll av tunnlunum norð um fjall, sum bleiv gjørd í desember 2019? 2. Í hvørjum standi eru tunlarnir, og hvørji tilmæli hevur Rambøll fyri Hvannasundstunnulin og Árnafjarðartunnulin? 3. Er tað trygt og forsvarligt at koyra ígjøgnum tunlarnar norð um fjall sambært støðumetingini hjá Rambøll? Viðmerkingar: Tunlarnir norð um fjall vera skjótt elstu tunlarnir, sum vera brúktir í Føroyum, tá tað er koyrandi gjøgnum Hvalbiartunnilin. Árnafjarðartunnilin, sum knýtir Árnafjørð til Klaksvíkina, er frá 1965 og Hvannasundstunnilin, sum knýtir alt øki eystan Múla, t.v.s. Norðdepil, Hvannasund, Viðareiði og aðrar smáar bygdir, til Klaksvík, bleiv liðugur í 1967. Trygdin er lítil og ongin í tunlunum. Tað kemur eisini fyri at grót dettur niður inni í tunnlunum. Í desember 2019 gjørdi Rambøll eina støðumeting av tunlunum norð um fjall. Støðumetingin frá hesari uttanhýsis serfrøði kann staðfesta, hvussu standurin er í tunnlunum. Tað hevur stóran týdning at síggja, hvør niðurstøðan er í støðumetingini hjá Rambøll, og um tað er nóg trygt at koyra gjøgnum tunnlarnar norð um fjall. Á Løgtingi, 3. juni 2020 Steffan Klein Poulsen -- 1 of 1 --