← Løgtingsmál

52-094/2019

Neyðtøkutilbúgving

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 12. jun. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
094.19 Svar fra K.L.H. Johannesen til S. Stenberg - neydtokutilbugving.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 11. jun. 2020

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 11. juni 2020
HMR J. nr. 20/00515-5
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
fyrispurning nr. 94/2019 eftir § 52a í tingskipanini um neyðtøkutilbúgving frá Sirið Stenberg,
løgtingskvinnu
Spurningurin var soljóðandi:
1. Er ætlanin hjá landsstýrismanninum at seta eina neyðtøkutilbúgving í verk í sjúkrahús-
verkinum?
2. Um ja, nær kann so roknast við, at hendan verður klár?
Svar:
Til spurning 1
Í 2016 varð eitt tilmæli handað politiska myndugleikanum, um hvussu ein neyðtøkutilbúgving kann
skipast á Landssjúkrahúsinum. Sum spyrjarin eisini vísur á, hevur tað ikki verið møguligt at framt
tilmælið í verki, tí stórur mangul hevur verið á serlæknum í kvinnusjúkum í sjúkrahúsverkinum.
Tann 1. mai í ár eydnaðist at fáa sett tann fjórða serlæknan í kvinnusjúkum í starv, og tí er grundarlag
fyri at taka tilmælið frá 2016 uppaftur – endurskoða tað og møguliga tillaga tað – og fara undir eina
tilgongd at seta ein neytøkutilbúgving í verk. Hesum fer landsstýrismaðurin at virka fyri.
Til spurning 2
Landsstýrismaðurin metir, at tað er møguligt at skipa eina neyðtøkutilbúgving í sjúkrahúsverkinum
seinni í hesum árinum ella í fyrst í komandi ári.
Heilsumálaráðið, 11. juni 2020
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
094.19 Spurningur til K.L.H. Johannesen fra S. Stenberg - neydtokutilbugving.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 29. mai 2020

Sjá útdrigin tekst
Nr. 94/2019
Sirið Stenberg
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um neyðtøkutilbúgving, settur landsstýrismanninum í
heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Er ætlanin hjá landsstýrismanninum at seta eina neyðtøkutilbúgving í verk í
sjúkrahúsverkinum ?
2. Um ja, nær kann so roknast við, at hendan verður klár ?
Viðmerkingar:
Í longri tíð hevur verið arbeitt við at seta eina neyðtøkutilbúgving á stovn í
sjúkrahúsverkinum. Bæði Amnesty og politiski myndugleikin hava í felag viðgjørt
málið. Orsøkin til at ætlanin ikki er framd í verki er, at tað var so stórur mangul uppá
gynækologar. Hetta gjørdi tað ógjørligt at áleggja nýggjar uppgávur. Nú er tað gleðiliga
hent, at gynækologiska økið hevur fingið sett fleiri læknar í starv. Hetta eigur at lata
upp fyri at seta tiltrongdu ætlanina við neyðtøkutilbúgving í verk.
Í grannalondunum eru neyðtøkutilbúgvingar, sum hava greiðar mannagongdir um,
hvussu fólk, sum hava verið fyri neyðtøku, kunnu venda sær til eina neyðtøkutilbúgving
fyri at fáa goymt og tryggjað prógv, og at fáa aðra og neyðuga hjálp í sambandi við
brotsverkið. Hetta hevur hjálpt fleiri fólkum seinni í einum møguligum rættarmáli og
at fóta sær aftur aftan á so ógvusligt brotsverk.
Annars er gjørt eitt stórt arbeiði saman við fleiri áhugabólkum og stovnum fyri at
varpa ljós á, at m.a. sex krevur samtykki og onnur upplýsandi og fyribyrgjandi
átøk mótvegis neyðtøku.
Á Løgtingi, 29. mai 2020
Sirið Stenberg

-- 1 of 1 --