52-093/2019
Ókeypis og lættari atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð til børn og ung
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 11. jun. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
093.19 Svar fra K.L.H. Johannesen til I.D. Strom - okeypis og laetta atgongd til salarfrodiliga vidgerd til born og ung.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 11. jun. 2020
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 10. juni 2020 HMR J. nr. 20/00510-3 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á fyrispurning nr. 93/2019 eftir § 52a í tingskipanini um sálarfrøðiliga viðgerð til børn og ung frá Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinnu Spurningurin var soljóðandi: 1. Kann landsstýrismaðurin greiða nærri frá ætlanunum um at veita børnum og ungum ókeypis og lætta atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð? 2. Nær kunnu børn og ung, sum hava sálarligar avbjóðingar, vænta at fáa hetta tilboðið? Svar: Til spurning 1 og 2 Í fjør handaði ein arbeiðsbólkur undir leiðslu av Heilsumálaráðnum eitt tilmæli um skipan við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð til tann politiska myndugleikan. Yvirskipað er niðurstøðan og tilmælið hjá bólkinum soljóðandi: Arbeiðsbólkurin mælir til, at farið verður undir eina 3 ára royndarskipan undir Heilsutrygd við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð fyri ung og vaksin í aldrinum 15-35 ár, sum stríðast við angist ella lættari til moderat tunglyndi. Kommunulækni skal ávísa til skipanina. Metti kostnaðurin av royndarskipanini er í miðal 3 mió. krónur um árið í trý ár. 1,910 mió. kr. fyrsta árið og 3,65 mió. kr. tvey tey næstu árini. Landsstýrismaðurin hevur raðfest hetta málið. Á fíggjarlógini fyri 2020 eru settar 1,8 mió. kr. av til endamálið við hesari viðmerking: “Játtanin er til eina 3 ára royndarætlan við ókeypis sálarfrøði til 15-35 ára gomul. Royndarætlanin verður sett í verk í 2020. Ein verkætlanarleiðari verður settur hálva tíð at fyrireika og samskipa royndarætlanina. Játtanin fyri 2020 er 1,8 mió. kr. Verkætlanin verður mett at kosta 3,65 mió. kr. í 2021 og 2022”. -- 1 of 2 -- Játtanin er í samsvari við tilmælið, løgd til Heilsutrygd at umsita. Umboð fyri Heilsutrygd hava saman við umboðum fyri Heilsumálaráðnum arbeitt við, hvussu hetta kann setast í verk. Vegna koronastøðuna hevur arbeiðið tikið longri tíð enn upprunaliga ætlað, men er nú liðugt. Av tí at talan er um eina royndarskipan, ið ikki er fíggjað av gjaldinum til Heilsutrygd, men eini játtan, ið er veitt til endamálið við fíggjarlóg, verður mælt til at gera eina serstaka lóg um royndarskipanina. Hetta verður mett at verða ein betri loysn enn at broyta heilsutrygdarlógina. Eisini er neyðugt at orða eina nýggja kunngerð um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð. Hesum arbeiðir Heilsumálaráðið við í løtuni. Lógin verður eftir ætlan løgd fram á Ólavsøku, samstundis sum kunngerðin verður gjørd klár til at verða lýst, so skjótt sum lógin fær gildi. So skjótt sum løgtingslógin og kunngerðin eru lýst, er klárt at fara undir royndarverkætlanina, soleiðis at ung og vaksin í aldrinum 15-35 ár, sum stríðast við angist ella lættari til moderat tunglyndi, kunnu ávísast til ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð. Heilsutrygd lýsir í løtuni eftir einum verkætlanarleiðara hálva tíð. Talan skal verða um ein sálarfrøðing við løggilding, sum skal fyrireika og samskipa royndarætlanina. Sum verkætlanarleiðari verða høvuðsuppgávurnar at uppbyggja, reka, góðskutryggja og eftirmeta skipanina. Verkætlanarleiðarin hevur fakligu ábyrgdina av skipanini. Heilsumálaráðið, 10. juni 2020 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
093.19 Spurningur til K. L. H. Johannesen fra I.D. Strom - okeypis og laetta atgongd til salarfrodiliga vidgerd til born og ung.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 28. mai 2020
Sjá útdrigin tekst
Ingilín Didriksen Strøm Nr. 93/2019 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur viðvíkjandi ókeypis og lættari atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð til børn og ung, settur landsstýrismanninum í heilsumálum Kaj Leo Holm Johannesen (at svara skrivliga eftir TS § 52a). 1. Kann landsstýrismaðurin greiða nærri frá ætlanunum um at veita børnum og ungum ókeypis og lætta atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð? 2. Nær kunnu børn og ung, sum hava sálarligar avbjóðingar, vænta at fáa hetta tilboðið? Viðmerkingar Stutt fyri jól atkvøddi eitt einmælt Løgting fyri uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi um at veita børnum og ungum ókeypis og lætta atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð. Hetta var av mongum sæð sum eitt stórt stig í arbeiðinum fyri betri umstøður hjá børnum og ungum, sum stríðast við sálarligar avbjóðingar. Tað eru greiðar ábendingar um, at tað verða fleiri og fleiri børn og ung, ið ikki trívast í gerandisdegnum vegna sálarligar trupulleikar.1 Í eini heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum, sum kom út í 2018, verður skrivað, at ávísingarnar til barna- og ungdómspsykiatrisku deildina hava seinastu árini verið støðugt vaksandi, og hagtøl um heilivágsnýtsluna avdúka, at alt fleiri ung (15-24 ár) fáa antidepressiva. Eisini verða sálarligar avbjóðingar millum børn og ung lýstar sum størsta orsøk til, at hesi ikki megna at røkja skúla ella arbeiði. Tí gleddi tað mong, tá uppskotið til samtyktar um at veita børnum og ungum ókeypis og lætta atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð varð samtykt. Men síðan hevur einki verið at frætt um málið. Tørvur er á eini greiðari útmelding um, nær tilboðið verður sett í verk. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 28. mai 2020 Ingilín Didriksen Strøm 1 Heildarætlanin fyri sálarliga heilsu í Føroyum (2018). -- 1 of 1 --