52-092/2019
Landsjørð/festibræv og seyðahald
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 10. jun. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
092.19 Svar fra H. Abrahamsen til H. Mortensen- festibrav og seydahald.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 10. jun. 2020
Sjá útdrigin tekst
1 / 2 Helgi Abrahamsen landsstýrismaður Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 92/2019 frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi landsjørð/festibrævi og seyðahaldi Spurningurin var soljóðandi: 1. Metir landsstýrismaðurin, at lógin um landsjørð, festibræv og seyðahald er nøktandi í Føroyum í dag? 2. Er nøkur skylda ella ábyrgd hjá Búnaðarstovuni at hava eftirlit við ella vitja festir til tess at tryggja, at festibrævið er dagført? 3. Metir landsstýrismaðurin, at tað er nøktandi, at almenni stovnurin Búnaðarstovan sigur, at lóg, reglur og játtan ikki eru til taks til at hava nøktandi eftirlit við festum og seyðahaldi? 4. Er tað manglandi eftirlit og handling, at Føroya fólk skulu uppliva seyð, sum liggur deyður í raki, sum landbúnaðarfrøðingur úttalaði seg um í fjølmiðlunum? 5. Ætlar landsstýrismaðurin at gera greiðar og fyribyrjandi reglur og lógir at bera í Løgtingið? Um ja, nær kann væntast, at landsstýrismaðurin kemur við hesum í Løgtingið? Svar: Til nr. 1 Tá ið farið varð undir at einskilja ta almennu jørðina fyri nøkrum árum síðani, vórðu festisýnini slept. Orsøkin til hetta er ivaleyst, at festisýn eru óneyðug, tá ið jørðin er einskild. Einskiljingar- tilgongdin varð steðgað, men lógarverkið, sum varð samtykt í sambandi við ta komandi einskiljingina, varð ikki broytt aftur til ta veruligu støðu, sum enn er galdandi, nevniliga at jørðin framvegis er almenn ogn. Í sambandi við ein komandi landbúnaðarpolitikk verður eisini hugt eftir hesum viðurskiftum. Uttan mun til, um tað seinni verður farið undir at einskilja almennu jørðina, so má galdandi lógarverk vera í samsvari við ta veruligu støðuna í dag. Til nr. 2-3 Búnaðarstovan hevur sambært lóg um landsjørð skyldu til at hava eftirlit við almennu festunum, ikki bara tá ið festaraskifti er. Hetta eftirlit hevur ikki virkað nóg væl seinastu árini, sbr. nr. 1 omanfyri, men stig eru tikin til at fáa hesi viðurskifti í rættlag, og Búnaðarstovan er biðin um at fyrireika eina ætlan soleiðis, at festisýn frameftir verða framd regluliga. Til nr. 4 Djóravælferðarlógin ásetur, at ein og hvør, sum kemur fram á djór, ið er sjúkt, skatt ella hjálparleyst, eftir førimuni skal hjálpa djórinum. Ber tað ikki til, skal eigarin ella politiið hava boð beinanvegin. Djóravælferðarlógin ásetur eisini, at loyvt er bara at halda djór, um djórini kunnu haldast á fullgóðan hátt í mun til djóravælferð. -- 1 of 2 -- 2 / 2 Ásetingarnar í lógini eru sostatt púra greiðar, men staðfestast kann kortini, at seyður í Føroyum ikki altíð hevur tær umstøður, sum lógin ásetur. Ábyrgdina av at tryggja, at seyðurin hevur fullgóðar umstøður, er bara hjá tí, sum eigur seyðin. Myndugleikarnir hava ikki ábyrgd at tryggja, at viðurskiftini eru í lagi. Viðkomandi myndugleikar – Búnaðarstovan (tá ið talan er um festi), politiið og landsdjóralæknin – hava hinvegin ábyrgd at tryggja, at eigarin fær viðurskiftini í rættlag. Til nr. 5 Í løgtingsmáli nr. 109/2019: Uppskot til samtyktar um at seta greið mál fyri landbúnaðin í Føroyum verður sagt soleiðis: Løgtingið heitir á landsstýrið um, at ein landbúnaðarpolitikkur verður orðaður og fyrireikaður við ítøkiligum og realistiskum málum, sum leggur dent á menning av føroyskum landbúnaðarúrdráttum og tekur atlit at burðardyggari nýtslu av bø og haga, fóðurframleiðslu, mjólkarframleiðslu, grønmetisframleiðslu, dyrking av lendi, framleiðslukrøvum til festarar, útbúgving við meira, og um at leggja fram neyðug lógaruppskot, ið kunnu fremja settu málini fyri landbúnaðin komandi 10 árini. Partur av tí landbúnaðarpolitikki, sum Løgtingið hevur biðið landsstýrið um at orða, fer sjálvsagt at snúgva seg um, hvørt tað ber til at tryggja djóravælferðina upp aftur meira, tá ið talan er um seyðahald. Leggjast skal kortini afturat, at djóravælferðarlógin í stóran mun ásetur reglur um hesi viðurskifti, og at tað tí einamest er tørvur á eini hugburðsbroyting, tá ið talan er um seyðahald í Føroyum. Helgi Abrahamsen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
092.19 Spurningur til H. Abrahamsen fra H. Mortensen - festibrav og seydahald.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 27. mai 2020
Sjá útdrigin tekst
Heðin Mortensen nr. 92/2019 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um landsjørð/festibræv og seyðahald, settur landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Metir landsstýrismaðurin, at lógin um landsjørð, festibræv og seyðahald er nøktandi í Føroyum í dag? 2. Er nøkur skylda ella ábyrgd hjá Búnaðarstovuni at hava eftirlit við ella vitja festir til tess at tryggja, at festibrævið er dagført? 3. Metir landsstýrismaðurin, at tað er nøktandi, at almenni stovnurin Búnaðarstovan sigur, at lóg, reglur og játtan ikki eru til taks til at hava nøktandi eftirlit við festum og seyðahaldi? 4. Er tað manglandi eftirlit og handling, at Føroya fólk skulu uppliva seyð, sum liggur deyður í raki, sum landbúnaðarfrøðingur úttalaði seg um í fjølmiðlunum? 5. Ætlar landsstýrismaðurin at gera greiðar og fyribyrjandi reglur og lógir at bera í Løgtingið? Um ja, nær kann væntast, at landsstýrismaðurin kemur við hesum í Løgtingið? Viðmerkingar Fyri døgum síðan upplivdu Føroya fólk gjøgnum Kringvarpið, at seyður lá deyður ymsastaðni hjá festara. Ikki nøkur vøkur sjón fyri hyggjarar ella umdømið hjá føroyingum, tá talan er um seyðahald. Ein kann spyrja, hvussu tað ber til, at hetta er komið so langt, og hetta er ikki fyrstu ferð, at slíkt hendir. Vit hava almenna búnaðarstovu og búnaðargrunn, sum eitast at hava, sambært endamálsorðingini hjá stovninum, eftirlit, fyribyrging, ráðgeving og skeiðvirksemi innan allan landbúnað. Ein kann spyrja, hvussu alt hetta kann koma so langt, áðrenn nakar frá almennum stovni ger nakað við málið. Í hesum konkreta máli var talan um avhendan av festibrævi. Spurningurin er, um ein vitjan á staðnum ikki átti at verið gjørd, áðrenn nýtt festibræv verður góðkent. Eitt, sum undrar, er, at festari kann uttan nakað lata/selja festibræv til annan persón og fáa góðkenning uttan uppgerð ella sýn av festi og fæ. Landsstýrismaðurin hevur ábyrgd av at tryggja, at okkara umhvørvi, landsjørð, festi og seyðahald eru í lagi. Tí eiga øll hugsandi umsitingarlig stig at verða gjørd, so skeivleikar verða rættaðir beinanvegin. Á Løgtingi, 27.mai 2020 Heðin Mortensen -- 1 of 1 --