52-091/2019
Hestleiðin, nú SSL aftur hevur tikið skip og túrar úr farleiðini út í Hest
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 9. jun. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
091.19 Svar fra J. Niclasen til H. Mortensen - Hestleidin.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 9. jun. 2020
Sjá útdrigin tekst
FÍ G GJ A R M Á L A R Á Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 9. juni 2020 J. nr.: 20/00216-2 Viðgjørt: AE Svar upp á fyrispurning nr. 91/2019 eftir tingskipanini § 52a Fyrispurningur frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um farleiðina út í Hest. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hví eru túrarnir, tilkalling kl. 07:00 á morgni, kl. 17:15 seinnapart og leygardag kl. 17:00, tiknir úr ferðaætlanini út í Hest? 2. SSL hevur skipini Teistan og Hasfjord, sum sigla fast til Skopunar. Hví verður mismunur gjørdur á hesum farleiðum? 3. Nú Hasfjord er komið í sigling er verri at røkja leiðina út í Hest við tilkalling. Hvør er orsøkin til tess? 4. Í løgtingslóg og fíggjarætlan stendur ikki serstakt hvat skip ella hvør farleið hevur sína egnu játtan, men ein heildarætlan er fyri alt økið hjá SSL. Hví fáa ikki øll økir eins tænastur og røkt? 5. Landsstýrismaðurin hevur upprættað eina nýggja rutusigling til Skopunar, tó at einki er játtað til hetta á fíggjarlógini uttan ein eykajáttan til keyp og umbygging. Er játtanin hjá SSL so rúmlig, at pláss er fyri nýggjari rutu, ella skulu vit vænta sparingar á Hestfarleiðini í staðin? Svar til spurning 1 Eitt av fremstu málunum hjá landsstýrismanninum, er at tryggja hóskandi ferðasamband kring alt landið. Eitt væl útbygt og væl virkandi samferðslukervi hevur stóran týdning fyri trivnað og menning. Strandferðslan metir, at fastbúgvandi í Hesti sum heild eru nøgd við ferðaætlanina. Strandferðslan hevur upplýst at talið av ferðandi á morguntúri á Hestleiðini hevur verið sera lítið. Ferðafólkatalið var 0,2 í miðal fyrsta túrin hjá Spógvanum á morgni kl 07.00 tá hann var settur í fasta sigling. Tað er umráðandi, at Strandferðslan ikki siglir við tómum skipum. Landsstýrismaðurin ætlar at fylgja gongdini og um tað vísir, at tørvurin økist verður hetta tikið upp til nýggja viðgerð saman við Strandferðsluni. Mær er upplýst, at tað var undanfarni landsstýrismaður við samferðslumálum (spyrjarin) sum álegði Standferðsluni at økja turatalið til Hest, uttan neyðuga játtan. Strandferðslan metir, at tað er neyðugt at raðfesta fíggjarorkuna har tørvurin er størst. Svar til spurning 2 -- 1 of 2 -- FÍ G GJ A R M Á L A R Á Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 Strandferðslan hevur upplýst at tað ber til at flyta farm og fólk út í Hest við Hasfjord. Men tað krevur, at Tórshavnar kommuna betrar atløguviðurskiftini eitt sindur, soleiðis at Hasfjord fær lagt at. Hetta hevur Strandferðslan kunnað Tórshavnar kommunu um. Hasfjord er farmaskip, sum flytur tungan farm millum Gomlurætt og Skopun, millum annað útbúnað í sambandi við Sandoyartunnilin og stórar byggiverkætlanir, meðan Hestur ikki hevur tørv á eykaflutningi av tungum farmi í løtuni. Teistin siglur til Hest við vanligum farmi. Samanumtikið verður mismunur ikki gjørdur á farleiðunum, men at flutningurin millum Gomlurætt og Skopun er lutaður sundur millum tungan farmaflutning og ferðafólkaflutning. Svar til spurning 3 Sí svar til spurning 1. Svar til spurning 4 og 5 Rakstrarjáttanin hjá Strandfaraskip landsins, er ein samlað játtan, sum síðan verður lutað út á endamál og virksemi. Hasfjord var keyptur við eykajáttan, og verður miðað eftir at raksturin fer at bera seg. Landsstýrismaðurin fylgir við gongdini í Hesti, og er til reiðar at taka málið upp um møguliga broytta ferðaætlan, um fyritreytirnar tala fyri tí. Landsstýrismaðurin vil tryggja, at ferðasambandið á Hestleiðini er gott. Tinganes, 9. juni 2020 Jørgen Niclasen landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
091.19 Spurningur til J. Niclasen fra H. Mortensen - Hestleidin.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 26. mai 2020
Sjá útdrigin tekst
Heðin Mortensen Nr. 91/2019 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um Hestleiðina, nú SSL aftur hevur tikið skip og túrar úr farleiðini út í Hest, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a). 1. Hví eru túrarnir, tilkalling kl. 07:00 á morgni, kl. 17:15 seinnapart og leygardag kl. 17:00, tiknir úr ferðaætlanini út í Hest? 2. SSL hevur skipini Teistan og Hasfjord, sum sigla fast til Skopunar. Hví verður mismunur gjørdur á hesum farleiðum? 3. Nú Hasfjord er komið í sigling er verri at røkja leiðina út í Hest við tilkalling. Hvør er orsøkin til tess? 4. Í løgtingslóg og fíggjarætlan stendur ikki serstakt hvat skip ella hvør farleið hevur sína egnu játtan, men ein heildarætlan er fyri alt økið hjá SSL. Hví fáa ikki øll økir eins tænastur og røkt? 5. Landsstýrismaðurin hevur upprættað eina nýggja rutusigling til Skopunar, tó at einki er játtað til hetta á fíggjarlógini uttan ein eykajáttan til keyp og umbygging. Er játtanin hjá SSL so rúmlig, at pláss er fyri nýggjari rutu, ella skulu vit vænta sparingar á Hestfarleiðini í staðin? Viðmerkingar: Hestfólk og avvarðandi, sum hava tilknýti til Hest, hava stórt ynski um, at ferðaætlanin sum var við tilkalling kl. 07:00 á morgni, kl. 17:15 seinnapart og leygardag kl. 17:00, kemur inn aftur í ferðaætlanina. Nú er eitt skip komið afturat, Hasfjord, saman við Spógvanum, og tí undrar tað ein, hví annað av hesum skipum ikki kann røkja hesa farleið, sum ynski er um, við tilkalling. Hestfólk hava verið við skerdan lut, tá umræður samband til og frá Hesti. Fleksibiliteturin hevur alt at siga fyri at halda lív í eini útoyggj, og tað er alneyðugt fyri Hestfólk, sum hava fast arbeiði á meginøkinum, at sleppa yvirum á morgni til arbeiðis. Ein bygd/oyggj skal rekast og røkjast. Í Hesti er eisini nógv bóndalív og í lembing, hoyna, tá fjøllini verða gingin, slakti og øðrum kann verða neyðugt at fáa eykafólk at hjálpa til við hesum uppgávum. Hetta ber bert til, um farleiðin er nøktandi at koma til og frá. Eisini eru nógvar stórar tænastuveitingar at røkja í Hesti, skulu allar galdandi umhvørvislógir haldast. Talan er um stór flutningsakfør, sum skulu til og frá, so sum oljubilar, renovatiónsbilar, tøming av sóttartangum, vesivognar, kampingvognar, umframt kommunubilar til asfalt, gøtuljós o.m.a. Hestur kann harafturat vera eitt áhugavert stað at vitja hjá ferðafólki. Skal ferðavinnan mennast í økinum er eisini neyðugt við nøktandi ferðasamband til hetta endamál. Við vón um at landsstýrismaðurin, eisini sambært samgonguskjalinum hjá samgonguni, ber so í bandi, at Hestleiðin fær eina trygga, gevandi og álítandi farleið. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 26. mai 2020 Heðin Mortensen -- 2 of 2 --