52-090/2019
Bakkaverja, nú søgurík kirkja, múrur og onnur fornminni í Kirkjubø eru um at farast av brimi
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 9. jun. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
090.19 Svar fra J. av Rana til H. Mortensen - bakkaverja.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 8. jun. 2020
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G ME N T A MÁ L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 100 Tórshavn Dagfesting: 8. juni 2020 Tygara ref.: Máltal.: 19/00017-53 Svar upp á fyrispurning frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, nr. 90/2019 eftir Tingskipanini § 52a. Fyrispurningur um bakkaverju, nú søgurík kirkja, múrur og onnur fornminni í Kirkjubø eru um at farast av brimi, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52a). Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Nær kemur tørvsmeting av bakkaverju í Kirkjubø? 2. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at gera bakkaverju í Kirkjubø? 3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at brúka tilfar úr Sandoyartunlinum til endamálið? 4. Nær ætlar landsstýrismaðurin, at farast skal í gongd við at gera bakkaverjuna? Svar Svar til 1 og 2: Landsverk hevur í samráði við Tjóðsavnið gjørt eina samlaða ætlan fyri bakkaverju at verja fornminnini í Kirkjubø. Ætlanin er gjørd við støði í eini meting av, hvør tørvurin er fyri bakkaverjur framman fyri fornminnini í Kirkjubø. Ætlanin fevnir um ein nýggjan breiðari verjumúr framman fyri Ólavskirkjuna, - at tryggja vegin niðan fyri Kirkjubømúrin við størri verjugróti, og at leggja verjugrót fram við bakkanum út til Líkhús, sum liggur sunnan fyri Múrin, og umvæla verjumúrin har. Í alt er talan um 250 metrar av bakkaverju. Upprunaliga var ætlanin at leggja bylgjubrótarar út fyri, men eftir at hava kannað dýpið og alduviðurskiftini á staðnum nærri, mælir Landsverk frá at leggja bylgjubrótarar úti í víkini. Orsøkin er, at aldan verður brotin so langt úti í víkini, at orkan er farin úr henni, áðrenn hon kemur inn ímóti. Landsverk heldur tí ikki, at nyttan av bylgjubrótarum á staðnum er tann stóra, og nyttan av bylgjubrótarum stendur heldur ikki mát við kostnaðin. Í summar verður verjan undir Líkhúsi umvæld og styrkt. Ætlanin er at høvuðsumvæla verjugarðin og styrkja undirstøðið við at stoypa ein kant niðast við. Um játtanin røkkur, verður farið víðari við múrverkinum niðan fyri Ólavskirkjuna. -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G ME N T A MÁ L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Samlaði kostnaðurin av bakkaverjuni í Kirkjubø er mettur til 2,5 mió. kr. Játtanin til bakkaverjur er 1 mió. kr. í ár, og arbeiðið kemur tí eftir ætlan at taka 2 ár afturat. Ætlanin er lýst í uppriti til landsstýrismannin, dagfest 11. desember 2019. Svar til 3 Landsverk hevur upplýst, at til verjugrót kann bert grót av høgari góðsku brúkast. Grót sum kemur úr tunlum er óegnað sum verjugrót, av tí at tað verður sera hart skotið og tí verður ov veikt. Mongdin av gróti, sum skal til verjuna niðan fyri Ólavskirkjuna, er umleið 1600 m3. Mongdin er sera lítil í mun til mongdina sum kemur úr tunlinum á Gomlurætt. Tað er tí eingin loysn at sleppa av við tunnilsgrótið úr Sandoyartunlinum í Kirkjubø. Tó skal ein partur av bakkaverjuni verða kjarnugrót innast, og til tað kann tunnilsgrót brúkast. Tað verða umleið 500 m3. Svar til 4 Arbeiðið við umvælingini av múrverkinum undir Líkhúsi verður sett í gongd í juni. Seinni í summar verður farið undir at gera verjugarðin niðanfyri Ólavskirkjuna. Sum áður nevnt, verður roknað við, at arbeiðið við bakkaverjuni í Kirkjubø fer at taka 2 ár afturat. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 2 of 2 --
090.19 Spurningur til J. av Rana fra H. Mortensen - bakkaverja.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 26. mai 2020
Sjá útdrigin tekst
Heðin Mortensen Nr. 90/2019 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um bakkaverju, nú søgurík kirkja, múrur og onnur fornminni í Kirkjubø eru um at farast av brimi, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52a). 1. Nær kemur tørvsmeting av bakkaverju í Kirkjubø? 2. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at gera bakkaverju í Kirkjubø? 3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at brúka tilfar úr Sandoyartunlinum til endamálið? 4. Nær ætlar landsstýrismaðurin, at farast skal í gongd við at gera bakkaverjuna? Viðmerkingar: Ólavskirkjan í Kirkjubø er vard móti sjónum við einum verjumúri, sum er frá 1874. Gjøgnum ár og dag hevur brim máað burtur av múrinum, og tí er verjumúrurin sera illa farin. Í 2018 varð aftur ein av mongu kanningunum gjørd á staðnum, og vísti hon, at tað loysir seg betur at gera verjumúrin av nýggjum heldur enn at gera ábøtur á gamla múrverkið. Haraftat varð mælt til, at brimbrótarar, ið ikki eru sjónligur, skuldu verða lagdir út longri úti á víkini. Tunnilsfelagið, sum ger Sandoyartunnilin, hevur havt trupuleikar at sleppa av við grótið, og tí hevði tað verið upplagt at brúkt hetta grót til arbeiðið, sum liggur beint við síðuna av. Vónandi kann landsstýrismaðurin koma til almennu Føroyar við einum góðum, greiðum boðskapi og eini loysn um ikki so langa tíð. Á Løgtingi, 26. mai 2020 Heðin Mortensen -- 1 of 1 --