← Løgtingsmál

52-089/2019

ADHD

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. jun. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
089.19 Svar fra K.L.H. Johannesen til J. Joensen - ADHD.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 8. jun. 2020

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 5. juni 2020
HMR J. nr. 20/00493-5
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
fyrispurning nr. 89/2019 eftir § 52a í tingskipanini um ADHD frá Jóhannis Joensen,
løgtingsmanni
Spurningurin var soljóðandi:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógv hava fingið staðfest ADHD í Føroyum býtt upp
í útgreinað privat og útgreinað alment?
2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógv hava fingið staðfest ADHD í Føroyum býtt eftir
aldursbólkum (eldri og yngri enn 18 ár)?
3. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu long bíðitíðin til útgreining hjá vaksnum er í dag, og
nær tað kann væntast, at bíðitíðin kemur niður á tríggjar mánaðir, sum er ynskiligt?
4. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, nær ADHD klinikkin eftir ætlan fer at virka?
5. Og ætlar landsstýrismaðurin at gera tað møguligt hjá fólki, sum hava fingið staðfest ADHD við
privatari útgreining, at sleppa inn í heilsuskipanina og komandi ADHD klinikkina?
Svar:
Til spurning 1 og 2
Tað er ongastaðni skrásett, hvat virksemi verður útgreinað av privat praktiserandi læknum.
Heilsumálaráðið hevur fingið upplýst frá Landssjúkrahúsinum, at tað í verandi støðu ikki er
møguligt at fáa valideraði hagtøl úr almennu skipanini, um hvussu nógv hava fingið staðfest
ADHD, og tí ei heldur hvussu hesi eru bólkaði.
Avbjóðingin við at fáa nøktandi hagtøl úr almennu journalskipanini er nakað, sum
landsstýrismaðurin hevur sett fokus á.

-- 1 of 3 --

Til spurning 3
Væntað verður, at bíðitíðin hjá teimum, sum verða ávíst í dag og frameftir, ikki verður long, og
strembað verður eftir, at bíðitíðin, innan fyri komandi árið, er komin niður á tríggjar mánaðir.
Landsstýrismaðurin hevur uppraðfest ADHD klinikkina á Landssjúkrahúsinum við hægri játtan í
2020, og ætlanin er at raðfesta hetta økið eisini í 2021.
Tey, sum í dag standa ovast á bíðilistannum at sleppa til útgreining, eru ávíst á vári 2017 – og
sostatt var bíðitíðin í 2017 trý ár, men arbeitt verður í ár við at stytta bíðilistan, og átøk eru gjørd
fyri, at hetta skal eydnast. Samstundis verða alsamt fleiri ávíst til greiningar, og tí er eisini neyðugt
at raðfesta økið fyri at fáa bíðitíðina niður.
Í juni 2019 stóðu 109 fólk á bíðilistanum til ADHD. Á heysti 2019 byrjaði eitt átak fyri at fáa
bíðilistarnar niður, og av teimum 109 eru 46 síðani tikin av - út móti eini helvt. Síðani juni 2019 eru
62 nýggjar ávísingar móttiknar, og eru hesi løgd afturat bíðilistanum. Sostatt standa í dag 135 fólk á
ADHD-bíðilistanum. Av teimum, sum nú standa á bíðilistanum, er tann fyrsti, sum sagt, ávístur í
2017 (24 av teimum á listanum er ávíst í 2017, 15 í 2018, 65 í 2019 og higartil 31 í 2020).
Samanumtikið er ADHD økið raðfest í 2020 við hægri játtan, og verður eftir ætlan raðfest eisini í
2021, soleiðis at bíðitíðin tá kann koma niður á tríggjar mánaðir.
Til spurning 4
ADHD klinikkin á Psykiatriska deplinum hevur virkað í fleiri ár. Arbeitt verður við at víðka um
klinikkina, og játtanin til klinikkina er sum nevnt økt í 2020. Arbeiðið gongur væl, hóast tað er
nakað seinkað vegna covid-19 farsóttina. Í hesum døgum verður lýst eftir sálarfrøðingi og
sosialráðgeva at byrja tann 1. august 2020. Harumframt hevur yngri lækni verið settur frá 1. mars
2020, og sjúkrarøktarfrøðingur hevur verið settur fyri alt hetta árið.
Í løtuni eru 275 fólk knýtt at ADHD-klinikkini í sambandi við viðgerð. Í Danmark taka teir
praktiserandi læknarnir yvir medisinsku viðgerðina, tá innleiðandi viðgerðin er sett í verk, men
sambært Landssjúkrahúsinum hava kommunulæknarnir í Føroyum ikki viljað átakið sær ta
framhaldandi viðgerðina av ADHD sjúklingunum. Tað merkir, at tað í løtuni tí ikki ber til hjá
ADHD-klinikkini at taka eins nógvar sjúklingar inn, tá ið sjúkrahúsið eisini skal hava ábyrgdina fyri
tí medisinsku viðgerðini. Tað hevur stóran týdning, at útgreining og viðgerð hanga saman á hesum
øki.
Landsstýrismaðurin fer at taka stig til, at hetta mál verður viðgjørt millum avvarðandi partar við
atliti at finna eina loysn viðvíkjandi tí medisinsku viðgerðini, soleiðis at Landssjúkrahúsið kann
útgreina enn fleiri ADHD sjúklingar, og samstundis fáa bíðilistarnar skjótari niður.

-- 2 of 3 --

Til spurning 5
Sambært Landssjúkrahúsinum koma fleiri av teimum, sum hava fingið staðfest ADHD við privatari
útgreining inn í almennu skipanina eftir ávísing frá kommunulækna. Nøkur fólk koma eisini inn í
skipanina, tí tey hava búð í Danmark og eru greinaði og sett í viðgerð har. Tað viðgerðina yvirtekur
Landssjúkrahúsið eins og viðgerð av øllum øðrum, sum flyta til landið og eru í viðgerð
frammanundan.
Avbjóðingin við fólki, sum eru útgreinaði privat, er ikki ovurstór, sambært Landssjúkrahúsinum.
Tað snýr seg um nakrar fáar borgarar um árið.
Heilsumálaráðið, 5. juni 2020
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
089.19 Spurningur til K. L. H. Johannesen fra J. Joensen - ADHD.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 25. mai 2020

Sjá útdrigin tekst
Jóhannis Joensen Nr. 89/2019
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um ADHD, settur landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm
Johannesen (at svara skrivliga eftir TS § 52a).
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógv hava fingið staðfest ADHD í Føroyum býtt upp
í útgreinað privat og útgreinað alment?
2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógv hava fingið staðfest ADHD í Føroyum býtt eftir
aldursbólkum (eldri og yngri enn 18 ár)?
3. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu long bíðitíðin til útgreining hjá vaksnum er í dag, og
nær tað kann væntast, at bíðitíðin kemur niður á tríggjar mánaðir, sum er ynskiligt?
4. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, nær ADHD klinikkin eftir ætlan fer at virka?
5. Og ætlar landsstýrismaðurin at gera tað møguligt hjá fólki, sum hava fingið staðfest ADHD við
privatari útgreining, at sleppa inn í heilsuskipanina og komandi ADHD klinikkina?
Viðmerkingar:
Bíðitíðin til ADHD-útgreining á psykiatriska deplinum hevur verið upp í 8 ár. Hetta hevur ført við
sær, at nógv fólk í longri tíðarskeið hava latið seg útgreinað av privatum psykiatarum fyri egna
rokning. Øll hesi fólk eru uttan fyri psykiatriina og skipanina undir henni. Tey fáa tí onga hjálp til at
tillaga t.d. heiligvág ella fáa kognitivar viðgerðir. Heldur ikki fáa tey somu møguleikar til
eftirkanningar, ráðgeving, kognitiva viðgerð v.m. eins og tey, sum eru útgreinað ígjøgnum landið,
fáa. Ynskiligt hevði verið, at bíðitíðirnar til almenna útgreining vóru so stuttar, at tað ikki var
neyðugt hjá fólki at rinda fyri at fáa privata útgreining. Meðan arbeitt verður við at stytta
bíðitíðirnar, kann landsstýrismaðurin møguliga umhugsa at lata tey, sum eru útgreinað privat, verða
fevnd av psykiatriini og hartilhoyrandi tænastum.
Og nú talan hevur verið um at stovnseta eina ADHD klinikk, hevði tað somuleiðis verið ynskiligt at
fingið nærri at vita um hesar ætlanir. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 25. mai 2020
Jóhannis Joensen

-- 1 of 1 --