← Løgtingsmál

52-088/2019

Alment innlit

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 28. mai 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
088.19 Svar fra H. Abrahamsen til B. Lowe - alment innlit.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 28. mai 2020

Sjá útdrigin tekst
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður
Svar
upp á
fyrispurning frá Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður, um alment innlit, settur
landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga
eftir TS § 52a)
1. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja, at almenningurin og fjølmiðlar fáa alment
innlit í, hvørjar fyritøkur hava fingið stuðul úr landskassanum í sambandi við hjálparpakkarnar,
ið Løgtingið samtykti?
2. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja, at almenningurin og fjølmiðlar fáa alment
innlit í, hvørjar fyritøkur hava fingið stuðul úr Als í sambandi við hjálparpakkarnar, ið
Løgtingið samtykti?
Viðmerkingar:
Í mars mánaði samtykti Løgtingið tveir hjálparpakkar til tess at hjálpa vinnulívinum í truplu støðuni,
eftir at landið varð latið aftur.
Í viðmerkingum til tingmál nr. 135/2019, fyrri hjálparpakkin, stendur í viðmerkingum:
“Landsstýrismaðurin eigur at tryggja fullan opinleika og alment innlit í, hvørjar fyritøkur verða
fevndar av stuðulsskipanini”.
Sostatt er tað vilji Løgtingsins, at almenningurin skal hava møguleika at fáa innlit í málini.
Sum skilst hava fjølmiðlar biðið um alment innlit, men hava fingið noktandi svar. Hetta er ikki í
samsvari við tað, ið Løgtingið samtykti. Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum í
umhvørvis- og vinnumálum.
Svar 1:
Yvirskipað er at siga, at Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur í samráð við TAKS avgjørt, at
meirinnlit skal latast, tá TAKS móttekur umbønir um innlit í stuðul til fastar útreiðslur.
TAKS umsitur stuðulsskipanina eftir løgtingslógini um stuðulsskipan til fyritøkur fyri fastar
útreiðslur orsakað av COVID-19.
TAKS hevur upplýst, at fleiri tíðindafólk hava heitt á TAKS um at fáa alment innlit í, hvør hevur
fingið stuðul, og hvussu nógv uttan at skila til tey skjøl ella mál, sum innlitsumbønin snúði seg um.
Eftir innlitslógini skal áheitan um innlit skila til tey skjøl ella tað mál, sum viðkomandi ynskir at
gera seg kunnugan við. TAKS avgjørdi í fyrstu atløgu ikki at geva innlit, tí at umsóknirnar ikki vóru
í tráð við krøvini í § 4, stk. 3 í innlitslógini.
Landsstýrismaðurin metir tó, at talan er um upplýsingar, sum kunnu metast at hava stóran almennan
áhuga. Eins og spyrjarin nevnir, varð í álitinum frá Vinnunevndini til løgtingslógina um

-- 1 of 3 --

stuðulsskipan, løgtingsmál nr. 135/2019, sagt, at landsstýrismaðurin eigur at tryggja fullan opinleika
og alment innlit í, hvørjar fyritøkur verða fevndar av stuðulsskipanini.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur tískil í samráð við TAKS avgjørt, at meirinnlit skal latast, tá
TAKS móttekur umbønir um innlit í stuðul til fastar útreiðslur.
Ætlanin er at veita meirinnlit í tann mun, at treytirnar í løgtingslóg um alment innlit annars eru
loknar. TAKS hevur upplýst, at tey, sum hava biðið um innlit, fáa svar hesa vikuna um, at tey fáa
meirinnlit og um málsgongd í sambandi við viðgerðina av innlitsumbønum serliga við atliti at
reglunum um upplýsingar um privatu, herundir fíggjarligu, viðurskiftini hjá einstaklingum, og
reglunum um handilsloynidómar hjá fyritøkum.
Á heimsíðuni hjá TAKS eru hagtøl fyri COVID-19 stuðulin
https://www.taks.fo/fo/taks/hagtol/hagtol-fyri-covid-19-studulin/
Tey eru seinast dagførd 25. mai 2020, og eru hesi:
Umsóknir Tal
Avgreiddar umsóknir 37
Herav:
Tap 40-60%
Tap 60-100%
6
31
Óavgreiddar umsóknir 1
Útgjald Kr.
Samlað 2.043.939
Miðal 55.242
Lægsta 4.421
Hægsta 230.250
Svar 2
Yvirskipað er at siga, at landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum hevur heitt á stýrið fyri
ALS um at taka avgerðina um at nokta innlit upp til nýggja viðgerð og meta um, hvørt meirinnlit
ikki eigur at latast í tann mun, tað ber til.
ALS umsitur lønarískoytisskipanina sambært COVID-19 stuðulsskipanini í ALS-lógini. ALS hevur
kunnað Umhvørvis- og vinnumálaráðið um avgerðina í einum máli, har søkt varð um innlit í,

-- 2 of 3 --

hvussu nógvar/hvørjar fyritøkur hava brúkt skipanina hjá ALS at fáa pengar í sambandi við, at
virksemið er rakt orsakað av koronufarsóttini og um innlit í alt samskifti hesum viðvíkjandi.
ALS svaraði innlitsumbønini í trimum punktum.
Fyrsta punktið snúði seg um, hvussu nógvar fyritøkur hava brúkt skipanina hjá ALS. Hetta varð upplýst.
Næsta punktið snúði seg um, hvørjar fyritøkur hava brúkt skipanina hjá ALS. Her varð innlit ikki
givið. Grundgevingin hjá ALS var í stuttum, at talan er um eina stuðulsskipan til einstøku
starvsfólkini, og í samband við umsóknina skal arbeiðsgevarin lata ymsar upplýsingar um
starvsfólkini, sum sambært persónsupplýsingarlógini eru persónsupplýsingar. ALS metti, at
upplýsingar um fyritøkurnar, sum hava brúkt stuðulsskipanina, óbeinleiðis kunnu eyðmerkja
starvsfólkini, ið fáa lønarískoyti úr skipanini. ALS metti seg ikki hava heimild sambært §§ 9-11 í
persónsupplýsingarlógini til at geva persónsupplýsingar víðari. Sambært § 12, stk. 1, nr. 1 í lóg um
innlit í fyrisitingina fevnir rætturin til skjalainnlit ikki um upplýsingar um “privatu, herundir
fíggjarligu, viðurskiftini hjá einstaklingum”.
Triðja punktið snúði seg um alt samskiftið viðvíkjandi omanfyri standandi. Her varð innlit heldur
ikki givið við tí grundgeving, at tað var ikki skilað til tey skjøl ella tað mál, sum innlit var ynskt í.
Umsóknin var sostatt ikki í tráð við krøvini í § 4, stk. 3 í innlitslógini.
Landsstýrismaðurin heldur tó, at atlitið til rættin hjá almenninginum at fylgja við í, hvussu
lønarískoytisskipanin virkar, vigar tungt. Tí hevur landsstýrismaðurin heitt á stýrið fyri ALS um at
taka spurningin um innlit upp av nýggjum og umhugsa, um meirinnlit sambært innlitslógini kann
gevast. Tað er eyðsæð, at tað ber til at eyðmerkja einstaklingar, um tær smáu fyritøkurnar við einum
ella nøkrum heilt fáum starvsfólkum verða fevndar av slíkum innliti. Men møguliga gera somu atlit
seg ikki galdandi fyri fyritøkurnar, sum hava fleiri enn t.d. fimm ella 10 starvsfólk.
Stýrið fyri ALS fer at viðgera áheitanina á komandi stýrisfundi.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 28. mai 2020
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
088.19 Spurningur til H. Abrahamsen fra B. Lowe - alment innlit.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 15. mai 2020

Sjá útdrigin tekst
Beinta Løwe Jacobsen Nr. 88/2019
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um alment innlit, settur landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum,
Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja, at almenningurin og fjølmiðlar fáa alment
innlit í, hvørjar fyritøkur hava fingið stuðul úr landskassanum í sambandi við hjálparpakkarnar,
ið Løgtingið samtykti?
2. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja, at almenningurin og fjølmiðlar fáa alment
innlit í, hvørjar fyritøkur hava fingið stuðul úr Als í sambandi við hjálparpakkarnar, ið
Løgtingið samtykti?
Viðmerkingar:
Í mars mánaði samtykti Løgtingið tveir hjálparpakkar til tess at hjálpa vinnulívinum í truplu støðuni,
eftir at landið varð latið aftur.
Í viðmerkingum til tingmál nr. 135/2019, fyrri hjálparpakkin, stendur í viðmerkingum:
“Landsstýrismaðurin eigur at tryggja fullan opinleika og alment innlit í, hvørjar fyritøkur verða
fevndar av stuðulsskipanini”.
Sostatt er tað vilji Løgtingsins, at almenningurin skal hava møguleika at fáa innlit í málini.
Sum skilst hava fjølmiðlar biðið um alment innlit, men hava fingið noktandi svar. Hetta er ikki í
samsvari við tað, ið Løgtingið samtykti. Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum í
umhvørvis- og vinnumálum.
Á Løgtingi, 15. mai 2020
Beinta Løwe Jacobsen

-- 1 of 1 --