52-087/2019
Útgjaldið til fiskimenn úr Trygdargrunninum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. mai 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
087.19 Svar fra J. Vestergaard til B. Sandoy - utgjaldi til fiskimenn ur Trygdargrunninum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 26. mai 2020
Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • F a x ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 5 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Postboks 208 110 Tórshavn Stjórnarskrivstovan 26. mai 2020 Mál: 20/00220-4 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 87/2019 Svar til § 52a fyrispurning nr. 87/2019 frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni Fyrispurningur um útgjaldið til fiskimenn úr Trygdargrunninum, settur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard (at svara skrivliga eftir TS § 52a). 1. Er tað soleiðis, at minstalønin til fiskimenn, sum fiska á ytru leið, bara er 1/3 av 1100 kr/dag? 2. Hvørjar grundgevingar hevur Trygdargrunnurin fyri at gera hendan stóra munin á fiskimonnum, sum fiska á innaru og ytru leið? 3. Eru ætlanir um at hækka útgjaldið til fiskimenn, sum fiska á ytru leið? Svar: Til spurning 1. Nei, tað er ikki so, at minstalønin til fiskimenn, sum fiska á ytru leið, bara er 1/3 av 1.100 krónum pr. dag. Sambært § 2, stk. 1 í kunngerð nr. 164 frá 20. desember 2017 um inntøkutrygd er minstalønin kr. 1.100 um dagin. Ongar serligar reglur eru fyri fiskiskap á ytru leið. Minstaløn verður veitt fyri tað talið av døgum, skipið er til fiskiskap. Dagatalið verður roknað frá tí degi, farið verður til fiskiskap og til tann dagin, komið verður aftur av fiskiskapi. Dagatalið verður gjørt upp eftir skrásetingum hjá Vørn, sum staðfesta, nær túrur byrjar, og nær túrur endar. -- 1 of 2 -- FISKIMÁLARÁÐIÐ 2/2 Hesar upplýsingar, Trygdargrunnurin fær frá Vørn, verða samanbornar við avrokningar frá reiðarínum. Um avrokning frá reiðarínum hevur færri dagar, enn tað, sum er skrásett hjá Vørn, verður dagatalið lækkað samsvarandi. Til spurning 2. Tað er eingin munur á minstulønini hjá fiskimonnum, sum royna á innaru leið og teimum, sum royna á ytru leið. Kunngerðin um inntøkutrygd skilir ikki ímillum fiskiskap og innaru og ytru leið. Til spurning 3. Tað er vanliga stýrið fyri Trygdargrunnin, sum heitir á landsstýrismannin at gera broytingar í galdandi lóggávu og reglum, og fyrisitingin hjá Trygdargrunninum er ikki vitandi um ætlanir at hækka útgjaldið til fiskifólk, sum fiska á ytru leið. Jacob Vestergaard landsstýrismaður -- 2 of 2 --
087.19 Spurningur til J. Vestergaard fra B. Sandoy - utgjaldi til fiskimenn ur Trygdargrunninum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 14. mai 2020
Sjá útdrigin tekst
Brandur Sandoy Nr. 87/2019 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um útgjaldið til fiskimenn úr Trygdargrunninum, settur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard (at svara skrivliga eftir TS § 52a). 1. Er tað soleiðis, at minstalønin til fiskimenn, sum fiska á ytru leið, bara er 1/3 av 1100 kr/dag? 2. Hvørjar grundgevingar hevur Trygdargrunnurin fyri at gera hendan stóra munin á fiskimonnum, sum fiska á innaru og ytru leið? 3. Eru ætlanir um at hækka útgjaldið til fiskimenn, sum fiska á ytru leið? Viðmerkingar: Á heimasíðuni hjá Trygdargrunninum stendur at lesa, at: “Minstaløn er galdandi frá tí degi farið verður, og til tann dagin komið verður aftur, tó ikki fleiri dagar enn brúktir eru sambært fiskidagaskipanini.” Sambært heimasíðuni er minstalønin 1100 kr/dag. Skip hava møguleikan at fara á ytru leið at royna. Royna tey á innaru leið, telur hvør dagur, ið skipið fiskar, 1 fiskidag, meðan royna tey á ytru leið, kunnu tey royna 3 dagar, og telur hetta bara 1 fiskidag. Sambært vegleiðingini á heimasíðuni hjá Trygdargrunninum eru tað brúktir dagar í fiskidaga- skipanini, ið er grundarlag fyri útgjaldinum til fiskimenn. Hetta hevur við sær, at manningin við einum fiskiskipi, sum fer ein túr á ytru leið í 9 dagar fyri at spara fiskidagar og fyri at lætta um veiðitrýstið á innaru leið, fær bara minstuløn fyri 3 dagar, ella í mesta lagi 3300 kr. fyri 9 dagar í sjónum. Tað tykist serstakliga órímiligt, at inntøkutrygdin hjá einum fiskimanni er knappar 370 kr/dag. Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum, ið varðar av Trygdargrunninum. Á Løgtingi, 14. mai 2020 Brandur Sandoy -- 1 of 1 --