52-086/2019
Um at gjalda fyritøkum fyri framt arbeiði á Glasi
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 28. mai 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
086.19 Svar fra J. Niclasen til H. Hoydal - at gjalda fyritokum fyri framt arbeidi a Glasi.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 28. mai 2020
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 28. mai 2020 J. nr.: 20/00256 Viðgjørt: EC Svar upp á fyrispurning nr. 86/2019 eftir tingskipanini § 52a Fyrispurningur frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um at gjalda fyritøkum fyri framt arbeiði á Glasi Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hava fyritøkur, ið vórðu bidnar av Landsverki um at fremja ymiskt arbeiði til tess at gera Glasir lidnan, fingið gjald fyri sítt arbeiði? 2. Um svarið er noktandi, hvør er tá orsøkin? 3. Nær kunnu fyritøkurnar rokna við, at goldið verður fyri arbeiðið? 4. Hvørjar avleiðingar metir landsstýrismaðurin, at gongdin hevur havt fyri serliga smærri fyritøkur? 5. Hvat fer landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja, at rættartrygdin er vard hjá fyritøkum, ið ikki eiga lut í mongu sakunum millum Landsverk og sáttmálapartarnar í hesum drúgva byggimáli? Svar: Fyrst er at siga, at Landsverk er ein stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, men tað er Uttanríkis- og mentamálaráðið, sum fyrisitur málsøkini útbúgving og gransking, og hevur tessvegna byggingina Glasi undir sínum málsræði. Eg kann tó upplýsa, at Landsverk hevur í løtuni um 90 rokningar, sum fevna um 9,1 mió.kr., eftir at avgreiða í sambandi við byggingina av Glasi. Av hesum eiga fáir stórir veitarar meginpartin. Landsverk upplýsir, at tey hava lagt seg eftir at fáa teir smærru veitararnar avgreiddar skjótt. Eftir at Glasir var latin byggiharranum í august 2018, fekk Landsverk knappar 1.300 rokningar frá ymiskum veitarum. Allar rokningarnar vórðu settar av í Búskaparskipan landsins. Ásannast má, at tað tekur tíð at avgreiða so nógvar rokningar. Orsøkin til, at tær um 90 rokningarnar ikki eru avgreiddar enn, kemst av ósemju um upphæddina, ella at manglar eru í latna arbeiðnum. Í onkrum føri eru rokningar skeivar, men Landsverk hevur enn ikki fingið kreditnotur fyri tær. Landsverk hevur upplýst, at um 20% av ikki goldnu upphæddini uppá 9,1 mió.kr. eru frá rokningum, har smærri ósemjur eru, men verða goldnar nú so hvørt, tá ið semja er fingin um upphæddirnar. -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 Av restini av ikki goldnu upphæddini eru um 60% frá rokningum, sum ósemja er um, og um 15% frá rokningum, har veitingar vanta. Um 5% stava frá rokningum, sum ikki eru viðkomandi hjá Landsverki, og tí vanta kreditnotur fyri tað. Landsverk ásannar, at tað hevur tikið ov langa tíð at avgreiða allar rokningarnar, men stovnurin rindar rokningarnar, so skjótt semja er fingin við veitarar. Í onkrum førum, har ósemja er um upphæddirnar ella tær veitingar, ið eru veittar, hevur Landsverk rinda tann partin, sum Landsverk hevur mett, at arbeiðstakararnir hava rætt til. Ætlanin er at fáa avgreitt tær flestu av ósemjunum við arbeiðstakararnar í summar. Í onkrum førum eru ósemjurnar tó so mikið stórar, at tað helst fer at taka longri tíð at avgreiða. Landsverk upplýsir, at tey hava raðfest frammaliga at goldið rokningar frá smærri fyritøkum og tí meta tey ikki, at gongdin hevur havt tyngjandi avleiðingar av týdningi fyri tær smærru fyritøkurnar. Landsstýrismaðurin fylgir gongdini í málinum. Sum áður greitt frá, hava allir veitarar fingið pening fyri sínar rokningar, um ósemja ikki hevur verið um upphædd ella latna arbeiði. Tinganes, 28. mai 2020 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
086.19 Spurningur til J. Niclasen fra H. Hoydal - at gjalda fyritokum fyri framt arbeidi a Glasi.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 15. mai 2020
Sjá útdrigin tekst
Høgni Hoydal Nr. 86/2019 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um at gjalda fyritøkum fyri framt arbeiði á Glasi, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hava fyritøkur, ið vórðu bidnar av Landsverki um at fremja ymiskt arbeiði til tess at gera Glasir lidnan, fingið gjald fyri sítt arbeiði? 2. Um svarið er noktandi, hvør er tá orsøkin? 3. Nær kunnu fyritøkurnar rokna við, at goldið verður fyri arbeiðið? 4. Hvørjar avleiðingar metir landsstýrismaðurin, at gongdin hevur havt fyri serliga smærri fyritøkur? 5. Hvat fer landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja, at rættartrygdin er vard hjá fyritøkum, ið ikki eiga lut í mongu sakunum millum Landsverk og sáttmálapartarnar í hesum drúgva byggimáli? Viðmerkingar: Eftir at Glasir varð gjørdur liðugur og handaður landsstýrinum í august 2018, hevur verið eitt langt og drúgt eftirspæl av byggingini, og tað hevur fingið bæði stórar politiskar avleiðingar og starvsligar avleiðingar á Landsverki. Politiska skipanin hevur viðgjørt og fer uttan iva frameftir at viðgera hetta byggimál, ið røkkur um fleiri samgongur. Eitt, ið tó lítið hevur verið frammi, er støðan hjá teimum fyritøkum, ið vórðu bidnar um at gera ymiskt arbeiði fyri Landsverk, til tess at fáa Glasir lidnan. Í Dimmalætting hevur í ár onkur arbeiðstakari á smærri fyritøku verið frammi og víst á, at enn er ikki goldið fyri arbeiði, sum varð gjørt í 2018. Til tess at fáa greiði á støðuni, og hvat verður gjørt í málinum, verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum. Á Løgtingi, 15. mai 2020 Høgni Hoydal -- 1 of 1 --