← Løgtingsmál

52-085/2019

Um landsstýrismaðurin góðtekur, at peningastovnar seta krav til fólk í Føroyum um at nýta danska NemID

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. mai 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
085.19 Svar fra H. Abrahamsen til K. Hafoss - NemID.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 28. mai 2020

Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
M i n i s t r y o f E n v i r o n m e n t , I n d u s t r y a n d T r a d e
Løgtingið Tórshavn 28.05.2020
Tinghúsvegur 1-3 J.nr.: 20/00315
Postbox 208
110 Tórshavn
Svar uppá spurning nr. 85/2019 eftir § 52a í tingskipanini
Spurningur frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, settur Helga Abrahamsen,
landsstýrismanni í umhvørvis- og vinnumálum, um at peningastovnar seta krav til fólk
um at nýta NemID
Spurningurin er soljóðandi
1. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er rætt at seta krav um, at fólk í Føroyum skulu útvega
sær danska NemID fyri at kunna nýta netbanka og lønarportal í Føroyum?
2. Fer landsstýrismaðurin at taka stig til at fáa semju við føroysku peningastovnarnar um at
sleppa kravinum um, at fólk í Føroyum skulu nýta danska NemID?
a. Um ja, nær verður málið tikið upp við peningastovnarnar?
b. Um nei, hví góðtekur landsstýrismaðurin hesa støðu?
Svar til spurning 1
Sambært peningastovnunum er trygdin í gomlu innritanarskipanini (Cryptomatic) ikki
nøktandi. Tað er sjálvandi óheppið, at brúkarar noyðast at skifta yvir til NemID, nú tað einans
er umleið eitt hálvt ár til Talgildi Samleikin er klárur at taka í nýtslu hjá peningastovnunum.
Talgildi Samleikin skuldi eftir upprunaligu tíðarætlanini vera liðugur fyri umleið einum ári
síðani. Um tað hevði eydnast, høvdu peningastovnarnir helst sloppið undan at biðið teir
lutfalsliga fáu kundarnar, sum framvegis brúka Cryptomatic, um at skifta yvir til NemID.
Gleðiligt er tó, at Talgildi Samleikin nú er liðugt mentur og fyrstu brúkararnir hava fingið
hann útflýggjaðan. Farið verður næstu dagarnar undir eitt royndarskeið upp á 3-4 mánaðir
fyri umleið 100 brúkarum, sum fara at brúka Samleikan á borgaraglugganum,
vinnuglugganum, Mínrokning og Vanganum, sum er nýggi tænastuportalurin hjá Talgildu
Føroyum. Næsta stigið í íverksetanini av Samleikanum verður í oktober, tá allir føroyingar
fáa møguleika at fáa Samleikan útflýggjaðan. Tað er Fíggjarmálaráðið, sum varðar av
Talgilda Samleikanum.

-- 1 of 2 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
M i n i s t r y o f E n v i r o n m e n t , I n d u s t r y a n d T r a d e
Svar til spurning 2
Peningastovnarnir hava boðað frá, at teir vænta at taka Talgilda Samleikan í nýtslu við
ársbyrjan 2021. Peningastovnarnir eru saman við SDC byrjaðir upp á tilgongdina at knýta
samleikin í KT-skipanirnar hjá SDC. Tá peningastovnarnir byrja at bjóða sínum kundum at
brúka Samleikan til sínar tænastur, byrjar tilgongdin at flyta kundarnar frá NemID. Sambært
peningastovnunum kann hetta taka millum 10 og 12 mánaðir. Eftir ætlan skuldu allir brúkarar
sostatt verið fluttir av NemID og á Samleikan áðrenn 2021 er úti. Tað er sambært
peningastovnunum ikki nóg trygt at lata gomlu Cryptomatic-skipanina halda fram so leingi.
Tí meti eg tað vera forsvarligt, at fyribilsskipanin við NemID kann halda fram, inntil skipanin
við Talgilda Samleikanum verður endaliga sett í verk av føroysku peningastovnunum.
NemID verður í 2021 avtikin sum loysn, og yvirtikin av nýggju loysnini hjá dønum, nevnd
MitID. Eftir ætlan verður MitID klárt at taka í nýtslu miðskeiðis í 2021, og fara teir so at
brúka næstu mánaðirnar at fasa NemID út. Føroysku peningastovnarnir hava boðað okkum
frá, at teir ikki luttaka í verkætlanini um MitID, og fara sostatt ikki at bjóða hesa loysn til
føroyingar.
Sambært galdandi lóggávu, sum fyrrverandi landsstýriskvinna í fíggjarmálum á sinni bar í
Løgtingið, hava føroysku peningastovnarnir skyldu til at brúka Talgilda Samleikan, tá
brúkarar rita inn og nýta t.d. netbankan og lønarportalin. Tá verður einki krav um, at fólk
skulu nýta t.d. NemID, MitID ella aðra útlendska loysn.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 28. mai 2020
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
085.19 Spurningur til H. Abrahamsen fra K. Hafoss - NemID.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 14. mai 2020

Sjá útdrigin tekst
Kristina Háfoss Nr. 85/2019
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur, um landsstýrismaðurin góðtekur, at peningastovnar seta krav til fólk í
Føroyum um at nýta danska NemID, settur landsstýrismanninum í umhvørvis- og
vinnumálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a).
1. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er rætt at seta krav um, at fólk í Føroyum skulu útvega sær
danska NemID fyri at kunna nýta netbanka og lønarportal í Føroyum?
2. Fer landsstýrismaðurin at taka stig til at fáa semju við føroysku peningastovnarnar um at sleppa
kravinum um, at fólk í Føroyum skulu nýta danska NemID?
a. Um ja, nær verður málið tikið upp við peningastovnarnar?
b. Um nei, hví góðtekur landsstýrismaðurin hesa støðu?
Viðmerkingar:
Higartil hava fólk í Føroyum kunnað valt ímillum tvær talgildar lyklaloysnir, tá netbankin og
lønarportalurin í Føroyum skulu nýtast. Men føroysku peningastovnarnir hava nú boðað frá, at
skulu fólk í Føroyum nýta netbanka og lønarportal í Føroyum eftir 29. mai, krevja teir, at danska
NemID loysnin – ein loysn, ið enntá verður avtikin í næstum í Danmark – verður brúkt.
Samstundis er føroyski Talgildi Samleikin nú liðugt mentur, og verður tikin í nýtslu seinni í ár.
Nógv fólk í Føroyum hava ikki ynskt at nýta danska NemID og nýta tí aðra loysn, til Talgildi
Samleikin er tøkur. Tí eru spurningar settir landsstýrismanninum í umhvørvis- og fíggjarmálum
um málið.
Í svari upp á § 52a spurning nr. 72/2019 um føroyska Talgilda Samleikan, netbankan og danska
NemID svarar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, m.a., at: “Tað er óheppið fyri
Talgildu Føroyar, at avtøkan av Cryptomatic (gomlu innritanini) kemur næstan samstundis, sum
fari verður undir at íverkseta føroysku loysnina kallað Samleikin.” Eisini vísir landsstýrismaðurin
á: “Avbjóðingin er sostatt, at nøkur mugu skifta tvær ferðir innan rímiliga stutta tíð – umleið 1 ár.
Tað hevði sjálvandi verið lættari fyri Talgildu Føroyar, um hesi sluppu undan at skifta tvær
ferðir.”.
Men til spurningin: ”Fer landsstýrismaðurin at taka stig til at fáa semju við føroysku
peningastovnarnar um at sleppa kravinum um, at fólk í Føroyum skulu nýta danska NemID?” svarar

-- 1 of 2 --

landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ikki, men vísir til, at landsstýrismaðurin í umhvørvis- og
vinnumálum eigur at svara hesum.
Spurningurin verður tí hervið settur landsstýrismanninum í umhvørvis-vinnumálum.
Á Løgtingi, 13. mai 2020
Kristina Háfoss

-- 2 of 2 --