← Løgtingsmál

52-084/2019

Meirvirðisgjald av talgildum tænastum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. mai 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
084.19 Svar fra J. Niclasen til A. V. Johannesen - meirvidisgjaldi av talgildum taenastum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 26. mai 2020

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 26. mai 2020
J. nr.: 20/00249-2
Svar uppá fyrispurning nr. 84/2019 eftir tingskipanini §52a
Fyrispurningur frá Aksel V. Johannesen, løgtingsmanni, settur Jørgeni Niclasen,
landsstýrismanni í fíggjarmálum, um meirviðisgjaldið av talgildum tænastum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógvar útlendskar fyritøkur, ið selja talgildar
tænastur, so sum tónleikastroyming, sjónvarps- og filmsstroyming, spøl, appir og forrit til
føroyskar brúkarar, eru meirvirðisgjaldsskrásettar í Føroyum?
2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógvar útlendskar fyritøkur veita omanfyrinevndu
tænastur til føroyingar og selja fyri eina upphædd omanfyri 50.000 krónur um árið?
3. Kann landsstýrismaðurin vátta, hvørt føroyskir brúkarar rinda avgjøld, tá ið teir keypa forrit,
spøl ella rinda haldaragjald fyri talgildar tænastur, uttan mun til um fyritøkurnar eru MVG-
skrásettar í Føroyum ella ikki?
4. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógvan pening føroyskir brúkarar hava rindað í
avgjøldum fyri omanfyrinevndu tænasturnar í tíðarskeiðinum 2015-2020?
5. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, um pengarnir, sum føroyskir brúkarar hava rindað í
avgjøldum fyri umrøddu tænastur, eru komnir í landskassan, sum teir sambært lógini eiga?
6. Um pengarnir ikki eru komnir í landskassan, kann landsstýrismaðurin so upplýsa, hvar teir
eru endaðir?
7. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta tiltøk í verk, soleiðis at pengarnir, um teir ikki
koma í landskassan sum er, koma í landskassan í framtíðini?
8. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at royna at krevja inn tann pening, sum møguliga – og
um so er av órøttum – er farin av landinum?
Svar til spurning nr. 1
TAKS upplýsir, at tvær útlendskar fyritøkur eru meirvirðisgjaldsskrásettar í Føroyum við umboð fyri
sølu av sjónvarpssendingum.
Svar til spurning nr. 2
Til ber ikki til at siga við vissu, hvussu nógvar útlendskar fyritøkur veita omanfyrinevndu tænastur til
føroyingar og selja fyri eina upphædd omanfyri 50.000 kr. um árið.
Skrásetingar eru ikki tøkar, sum kunnu svara hesum spurningi.
Svar til spurning nr. 3
TAKS hevur ikki upplýsingar um, hvørt føroyskir brúkarar rinda avgjøld, tá ið teir keypa forrit, spøl
ella rinda haldaragjald fyri talgildar tænastur, uttan mun til um fyritøkurnar eru MVG-skrásettar í
Føroyum ella ikki.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Svar til spurning nr. 4
TAKS upplýsir, at omanfyrinevndu tvær fyritøkur í svarinum til nr. 1 hava avroknað hesar
upphæddir fyri árini 2015 til 2020:
Fyri 2015, kr. 7,7 mió. í mvg
Fyri 2016, kr. 7,8 mió. í mvg
Fyri 2017, kr. 7,8 mió. í mvg
Fyri 2018, kr. 8,2 mió. í mvg
Fyri 2019, kr. 8,2 mió. í mvg
Føroyskir brúkarar kunnu hinvegin hava rindað meirvirðisgjald í øðrum londum fyri
omanfyrinevndu tænastur í tíðarskeiðinum 2015-2020. Til ber ikki at siga, hvussu stóra upphædd
talan er um.
Svar til spurning nr. 5
Helst er bara ein avmarkaður partur av pengunum, sum føroyskir brúkarar hava rindað í avgjøldum
fyri umrøddu tænastur, komin í landskassan. Til ber ikki at siga, hvussu stóran part talan er um.
Svar til spurning nr. 6
Pengarnir eru møguliga rindaðir í londum, har fyritøkurnar, sum veita umrøddu tænasturnar, eru
MVG-skrásettar.
Svar til spurning nr. 7
Landsstýrismaðurin ætlar at virka fyri, at pengarnir, sum verða rindaðir í avgjøldum fyri
omanfyrinevndu tænastur, koma í landskassan í framtíðini. Til dømis eru felags altjóða leiðreglur og
mannagongdir ávegis, sum væntandi fara at gera tað lættari hjá ymiskum londum at krevja inn
avgjøld fyri umrøddu tænasturnar, hóast brúkarar og fyritøkur ikki eru skrásett í sama landi. Mett
verður, at altjóða leiðreglur og samstarv millum lond eru neyðug fyri at loysa hendan trupulleikan.
Svar til spurning nr. 8
Tað verður sera trupult hjá landskassanum at fáa hendur á peningi, sum møguliga er rindaður í
avgjøldum av føroyskum brúkarum, og sum møguliga er farin av landinum. Víst verður eisini til tær
felags altjóða leiðreglurnar, sum eru umtalaðar í svarinum til nr. 7.
Tinganes, 25. mai 2020
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
084.19 Spurningur til J. Niclasen fra A. V. Johannesen - meirvidisgjaldi av talgildum taenastum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 13. mai 2020

Sjá útdrigin tekst
Aksel V. Johannesen Nr. 84/2019
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um meirviðisgjaldið av talgildum tænastum, settur landsstýrismanninum í
fíggjarmálum, Jørgen Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a).
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógvar útlendskar fyritøkur, ið selja talgildar tænastur, so sum
tónleikastroyming, sjónvarps- og filmsstroyming, spøl, appir og forrit til føroyskar brúkarar, eru
meirvirðisgjaldsskrásettar í Føroyum?
2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógvar útlendskar fyritøkur veita omanfyrinevndu tænastur til
føroyingar og selja fyri eina upphædd omanfyri 50.000 krónur um árið?
3. Kann landsstýrismaðurin vátta, hvørt føroyskir brúkarar rinda avgjøld, tá ið teir keypa forrit, spøl ella
rinda haldaragjald fyri talgildar tænastur, uttan mun til um fyritøkurnar eru MVG-skrásettar í Føroyum
ella ikki?
4. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógvan pening føroyskir brúkarar hava rindað í avgjøldum
fyri omanfyrinevndu tænasturnar í tíðarskeiðinum 2015-2020?
5. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, um pengarnir, sum føroyskir brúkarar hava rindað í avgjøldum fyri
umrøddu tænastur, eru komnir í landskassan, sum teir sambært lógini eiga?
6. Um pengarnir ikki eru komnir í landskassan, kann landsstýrismaðurin so upplýsa, hvar teir eru endaðir?
7. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta tiltøk í verk, soleiðis at pengarnir, um teir ikki koma í
landskassan sum er, koma í landskassan í framtíðini?
8. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at royna at krevja inn tann pening, sum møguliga – og um so er av
órøttum – er farin av landinum?
Viðmerkingar:
Sambært frágreiðing, sum fólkatingsmaður Javnaðarfloksins legði fram í apríl, rinda føroyingar avgjøld fyri
at brúka talgildar tænastur frá útlendskum fyritøkum, hóast hesar ikki eru MVG-skrásettar í Føroyum. Talan
kann sambært frágreiðingini vera um 13,5 milliónir krónur um árið, ið føroyingar rinda í avgjøldum, og sum
landskassin síðani eigur at fáa endurrindað. Men sambært frágreiðingini koma hesir pengar ikki har, teir
sambært lógini skulu – nevniliga í landskassan.
Hetta er ikki nakað nýtt mál. Sambært frágreiðingini gjørdi TAKS longu í 2015 vart við trupulleikan, men
einki er hent síðani. Tað nýggja er, at vit hava fingið eina meting av, hvussu nógvar pengar, talan er um.
Seinnu árini eru alsamt fleiri tænastur vorðnar tøkar á netinum, og bara undir Covid-19 kreppuni hevur verið
ein ógvusligur vøkstur av brúkarum, sum halda stroymingartænastur. Upphæddin, sum føroyingar rinda í
avgjøldum fyri hesar tænasturnar, er allarhelst eisini í stórum vøkstri, og tí er hon helst størri í dag, enn mett
verður í frágreiðingini.
Hetta er kortini ikki bara ein fíggjarligur trupulleiki, men eisini ein spurningur um, hvørt landsins lógir verða
hildnar ella ikki. Hesar upphæddir høvdu komið væl við í føroyska landskassanum, har tær av røttum hoyra
heima, heldur enn í onkrum útlendskum kassa, har tær ikki hoyra heima sambært lógini. Tí verður hesin
fyrispurningur settur.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 13. mai 2020
Aksel V. Johannesen

-- 2 of 2 --