52-083/2019
Hjálp til ferðavinnu og fyribyrging av arbeiðsloysi
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. mai 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
083.19 Svar fra B.S.Nielsen til B. Samuelsen - hjalp til ferdavinnu og fyribyrging av arbeidsloysi.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 26. mai 2020
Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 2 -- -- 2 of 2 --
083.19 Spurningur til B.S.Nielsen fra B. Samuelsen - hjalp til ferdavinnu og fyribyrging av arbeidsloysi.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 13. mai 2020
Sjá útdrigin tekst
Bjørt Samuelsen Nr. 83/2019 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um hjálp til ferðavinnu og fyribyrging av arbeiðsloysi, settur løgmanni, Bárði á Steig Nielsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Nær kemur hjálpin til ferðavinnuna og aðrar sperdar vinnur? 2. Hvat ætlar landsstýrið at gera fyri at tryggja, at fleiri hópuppsagnir ikki verða? 3. Hvussu ætlar landsstýrið at forða fyri vaksandi arbeiðsloysi? 4. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið fyri at tryggja, at fyritøkur ikki fara á húsagang orsakað av korona? 5. Er ætlanin at leingja skipanina við ALS og stuðli til rakstur fyri serliga útsettar vinnur, so sum ferðavinnuna? 6. Eru ætlanir um at veita hjálp, til dømis endurgjald fyri part av mistari inntøku ella rentufrítt lán, til fyritøkur, sum hava mist stóran part ella alt inntøkugrundarlagið í rúma tíð orsakað av korona? Viðmerkingar: So frættist, at enn ein av størri vinnufyritøkunum hevur sagt stóran hóp av starvsfólki úr starvi. Hesaferð Atlantsflog, ið sigur 90 fólk úr starvi orsakað av korona-átøkunum. Fleiri aðrar fyritøkur í ferðavinnuni hava longu hava sagt hópin av starvsfólki úr starvi. Vinnufyritøkur, sum liggja lamnar orsakað av korona-kreppuni, vita ikki, um tær eru keyptar ella seldar. Tí enn eru eingi greið boð komin frá landsstýrinum um, hvørjar ætlanirnar eru - í fyrsta lagi fyri at forða fyri hópuppsøgnum og í ringasta føri húsagangi, og í øðrum lagi fyri at fáa vinnuna á føtur aftur. Fyrstu hjálparpakkarnir tóku broddin av akutta hjálpartørvinum hjá vinnuni. Men fyri tær vinnur, sum hava mist meginpartin av inntøkugrundarlagnum orsakað av korona, munar hjálpin langt ífrá nóg væl. Serskipanin í ALS er bert galdandi til 30. juni, og heldur ikki fyri rakstrarstuðulsskipanina eru nøkur boð komin um, hvussu leingi hon verður í gildi. Vinnan má sum skjótast fáa greið boð um, hvat hon kann vænta sær. Verður ikki rætt atborið beint nú, so er vandi fyri, at partur av teimum, sum í løtuni eru loftaði í korona-skipanini í ALS, verða veruliga arbeiðsleys. Talið av arbeiðsleysum er spakuliga byrjað at vaksa, samstundis sum talið av fólki í korona-skipanini minkar. Í longur tíð hevur verið sagt, at landsstýrið arbeiddi við einum hjálparpakka fyri ferðavinnuna. Hetta segði løgmaður eisini, tá undirritaða í tinginum fyri tveimum vikum síðani spurdi um hjálp til vinnur, sum eru serliga hart raktar av korona-átøkunum, sum myndugleikarnir hava sett í verk. -- 1 of 2 -- Enn hevur eingin fundur verið við flokkarnar á tingi, og tíðin er meira enn búgvin at fáa fram, hvørjar ætlanir landsstýrisins eru. Her verður fyrst og fremst spurt um ferðavinnuna, men eisini onnur hava stórar avbjóðingar, eitt nú fiskivinnan á landi, ið ikki er fevnd av hjálparpakka 2. Fáa sperdu vinnurnar ikki møguleikan at fóta sær skjótt, so fer tað at kosta hundraðtals arbeiðspláss. Og sum ferðavinnan eisini hevur víst á, kemur tað at raka ungu arbeiðsmegina serliga meint. Á Løgtingi, 13. mai 2020 Bjørt Samuelsen -- 2 of 2 --