← Løgtingsmál

52-082/2019

Ungdómsarbeiðsloysi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. mai 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
082.19 Svar fra H. Abrahamsen til H. Palsdottir - ungdomsarbeidsloysi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 28. mai 2020

Sjá útdrigin tekst
1 / 6
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður
Svar
Upp á
fyrispurning frá Hervør Pálsdóttir, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. 82/2019, viðvíkjandi
ungdómsarbeiðsloysi.
Spurningurin var soljóðandi:
1. Hvat ætlar landsstýrið at gera fyri at fyribyrgja ungdómsarbeiðsloysi í sambandi við
koronakreppuna?
2. Hvat er aldursbýtið á teimum, ið eru í serligu korona ALS-skipanini?
3. Hvussu er landafrøðiliga býtið av teimum, ið eru í serligu korona ALS-skipanini?
4. Hvussu eru tey, ið fáa útgjald eftir serligu korona ALS-skipanini, býtt á vinnugreinir?
Viðmerkingar:
Almennu tilmælini í sambandi við COVID-19 hava havt við sær, at serliga tænastuvinnan er
hart rakt. Stórt ungdómsarbeiðloysi kann væntast í summar, eftirsum at ung ofta arbeiða í
tænastuvinnuni. Hesin fyrispurningur verður settur fyri at fáa greiði á, hvat landsstýrið ætlar at
gera fyri at fyribyrgja ungdómsarbeiðsloysi, og hvat býtið er á teimum, ið nú eru ella hava
verið í serligu korona ALS-skipanini.
Svar:
1.
Spyrjarin sigur, at stórt ungdómsarbeiðsloysi kann væntast í summar, av tí at nógv ung arbeiða í
tænastuvinnuni. Í hesum sambandi er týðandi at leggja dent á, at hugtakið ungdómsarbeiðsloysi
vanliga fevnir um veruliga arbeiðsloysið millum tey, ið eru 16-25 ára gomul, t.e. tá ung missa starv,
ið er teirra høvuðsvirksemi. Helst eru fleiri lesandi, ið starvast í tænastuvinuni; arbeiðið teirra í
tænastuvinnuni er sostatt ein hjávinna, í mun til lesturin.
Tað er sannlíkt, at ferðavinnusesongin er farin fyri bakka í ár, og at ferðavinnan neyvan fer at hava
tørv á øllum starvsfólkunum í summar. Miðlanir hava sagt frá um fyritøkur, sum longu hava sagt
øllum ella nógvum av sínum starvsfólki upp. Landsstýrið arbeiðir við einum hjálparpakka til
ferðavinnuna, sum vónandi fer at gera, at ferðavinnan klárar at lofta sær aftur og seinni fer at seta
fólk aftur í starv. Hetta fer síðan at smitta av yvir á tann partin av tænastuvinnuni, sum er tætt
knýttur at ferðavinnuni, soleiðis at tann parturin av tænastuvinnuni eisini vónandi fer at seta fólk
aftur í starv.
Nógv ung arbeiða í handlum, og partar av handilsvinnuni síggja ikki út til at vera so hart raktir av
almennu tilmælunum í sambandi við COVID-19. Væntandi kunnu hesi tí varðveita síni størv.

-- 1 of 6 --

2 / 6
Hóast talið av løntakarum minkar, er tað ikki vist, at talið av arbeiðsleysum veksur tilsvarandi.
Hetta er tí, at bert tey, ið eru tøk at átaka sær eitthvørt fulltíðarstarv verða tald sum arbeiðsleys.
T.v.s., at t.d. lesandi ikki verða mett sum arbeiðsleys í hagtalshøpi, hóast tey hava mist eitt
parttíðarstarv. Somuleiðis verða persónar, sum hava fylt 67 ár, ikki taldir við sum arbeiðsleys, um
teir onki arbeiði hava, men teir verða taldir við sum løntakarar, um teir hava eina lønarinntøku.
Tað er eisini týdningarmikið, at arbeiðsmarknaðurin finnur seg til rættis, nú korona hevur ført til
broyttan eftirspurning o.a. Tá arbeiðsmarknaðurin liggur í eini natúrligari legu, hava arbeiðsgevarar
tey fólk í starvi, sum teimum tørvar. Hvørki fleiri ella færri. Hetta letur seg best gera, um landið ikki
blandar seg í arbeiðsmarknaðarviðurskiftini meira enn neyðugt. Veruligu støðuna viðvíkjandi
arbeiðsloysi kenna vit ikki fyrr enn skipanin við lønarískoyti fer úr gildi 30. juni.
Í Føroyum hava vit eina góða arbeiðsloysisskipan, sum rindar arbeiðsloysisstuðul til arbeiðsleys.
Arbeiðsgevarar hava tí ein liðiligan møguleika at seta fólk í starv og at koyra fólk úr starvi. Tey, ið
gerast arbeiðsleys verða loftað av Arbeiðsloysisskipanini.
Landsstýrið fylgir við gongdini á arbeiðsmarknaðinum, men fyribils verður ikki mett, at tørvur er á
øðrum enn hjálp til ferðavinnufyritøkurnar, soleiðis at hesar yvirliva, hóast eftirspurningurin á teirra
tænastum fyribils er nærum burtur.
2.
12. mai var aldursbýtið av persónum í COVID-19 stuðulsskipanini hetta:
Aldursbólkur
Tal av
fólki
20 267
20-29 631
30-39 622
40-49 472
50-59 453
60-66 234
eldri 84
Fólk í alt 2.763
Aldur
Tal av
fólki
16 33
17 64
18 63
19 107
20 85
21 69
22 65
23 60
24 64
25 53

-- 2 of 6 --

3 / 6
26 52
27 49
28 64
29 70
30 68
31 68
32 64
33 56
34 71
35 64
36 60
37 62
38 57
39 52
40 56
41 44
42 40
43 45
44 61
45 53
46 41
47 49
48 45
49 38
50 61
51 42
52 54
53 59
54 45
55 39
56 42
57 40
58 36
59 35
60 46
61 37
62 30
63 36
64 36
65 26
66 23
67 15
68 11
69 13

-- 3 of 6 --

4 / 6
70 6
71 8
72 7
73 8
74 3
75 2
76 3
77 5
81 3
Fólk í alt 2.763
Persónar, sum eru farnir úr skipanini, eru ikki taldir við.
3.
12. mai 2020 var landafrøðiliga býtið av persónum í COVID-19 stuðulsskipanini hetta:
Aldursbólkur
Øki 20 20-29 30-39 40-49 50-59 60-66 eldri Fólk í alt
Eysturoy 53 156 143 102 90 53 21 618
Norðoyar 33 67 71 46 45 24 10 296
Norðurstreymoy 18 33 50 21 27 12 1 162
Sandoy 3 6 9 6 8 3 1 36
Suðuroy 10 26 32 26 29 21 10 154
Suðurstreymoy 138 308 260 209 188 92 30 1.225
Vágarnar 12 33 57 61 66 29 11 269
Ikki upplýst 2 1 3
Fólk íalt 267 631 622 472 453 234 84 2.763
Persónar, sum eru farnir úr skipanini, eru ikki taldir við. Støðan er batnað nakað síðan 12. mai 2020,
sí www.als.fo, har m.a. ber til at síggja landafrøðiliga býtið.
4.
13. mai 2020 var býtið á vinnugreinar í vinnuskránni hjá TAKS hetta:
Kota Vinnugrein Arbeiðsgevarir Persónar
01 Landbúnaður og veiði 2 7
05 Fiskiveiði o.a. 31 214
11 Ráolju- og nattúrugassvinna o.a. 1 95
15 Matvøru- og njótingarevnaídnaður 19 405
17 Tóvirkisídnaður 4 20
18 Klædnagerð 2 8

-- 4 of 6 --

5 / 6
20 Træídnaður 2 28
21 Pappírsídnaður 1 3
22 Prentvirki og útgávustarv o.a. 9 47
25 Gummi- og plastídnaður 1 1
26 Stein-, leir- og glasídnaður o.a. 2 2
27 Metalvirki 1 1
28 Jarn- og metalvøruídnaður 6 73
33 Gerð av læknafrøðiligum útbúnaði, tólum o.ø. 1 1
35 Gerð av øðrum flutningsførum 6 15
36 Húsbúnaídnaður og annað framleiðsluvirksemi 1 2
45 Byggingarvirki 58 148
50 Søla av bilum v.m., umvæling og viðlíkahald, bensinstøðir 28 245
51 Heilsøla og umboðshandil, undantikið bilar o.a. 32 305
52 Smásøla, undantikið bilar o.a., umvælingarverkstaðir 105 512
55 Gistihús- og matstovuvirki 28 481
60 Flutningur eftir landi og flutningur í rørum 24 52
61 Skipaferðsla 7 51
62 Flutningur loftvegis 1 157
63 Hjálpartænastur í sambandi við flutning, ferðaskrivstovuvirki o.a. 11 110
64 Postur og fjarskifti 2 2
65 Banka- og fíggingarvirki 6 38
66 Tryggingarvirksemi 2 2
70 Virksemi í sambandi við fastar ognir 9 17
71 Útleiging av bilum, maskinum, útbúnaði o.ø. 5 18
72 Dátuviðgerðarvirki 9 12
73 Gransking og menning 1 4
74 Aðrar handilsligar tænastur 58 237
75 Almenn fyrisiting, verja og almannatrygging 1 24
80 Undirvísing 16 25
85 Heilsuverk og sosialar fyriskipanir 42 118
91 Felagsskapir og feløg o.a. 5 11
92 Skemtanir, mentan og ítróttur 56 297
93 Aðrar tænastuveitingar 69 102
98 Hvílandi feløg og ikki upplýst virksemi 9 15
Ókent 330 793
1003 4698
Allir arbeiðsgevarar og løntakarar, sum hava verið í skipanini fram til 13. mai 2020 eru í talvuni.
Millum teir 330 arbeiðsgevararnar, sum ikki hava eina vinnugrein í Vinnuskránni hjá TAKS, eru øll
møgulig sløg av virkjum/virksemi/vinnugreinum. Har eru m.a.: tannlæknar, tollfrí søla,

-- 5 of 6 --

6 / 6
venjingarmiðstøðir, heilsølur, flutningsfeløg, matstovur, byggivirki/húsasmiðir, reiðarí/skip, el-
innleggjarar, frisørar, handlar, fiskavirki o.m.a.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 22. mai 2020
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

-- 6 of 6 --
082.19 Spurningur til H. Abrahamsen fra H. Palsdottir - ungdomsarbeidsloysi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 11. mai 2020

Sjá útdrigin tekst
Nr. 82/2019
Hervør Pálsdóttir
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um ungdómsarbeiðsloysi, settur landsstýrismanninum í
umhvørvis- og vinnumálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS §
52a)
1. Hvat ætlar landsstýrið at gera fyri at fyribyrgja ungdómsarbeiðsloysi í
sambandi við koronakreppuna?
2. Hvat er aldursbýtið á teimum, ið eru í serligu korona ALS-skipanini?
3. Hvussu er landafrøðiliga býtið av teimum, ið eru í serligu korona ALS-
skipanini?
4. Hvussu eru tey, ið fáa útgjald eftir serligu korona ALS-skipanini, býtt á
vinnugreinir?
Viðmerkingar:
Almennu tilmælini í sambandi við COVID-19 hava havt við sær, at serliga
tænastuvinnan er hart rakt. Stórt ungdómsarbeiðloysi kann væntast í summar,
eftirsum at ung ofta arbeiða í tænastuvinnuni. Hesin fyrispurningur verður settur
fyri at fáa greiði á, hvat landsstýrið ætlar at gera fyri at fyribyrgja
ungdómsarbeiðsloysi, og hvat býtið er á teimum, ið nú eru ella hava verið í
serligu korona ALS-skipanini.
Á Løgtingi, 11. mai 2020
Hervør Pálsdóttir

-- 1 of 1 --